Skriva út

Bókaframløga í Havnar kirkju

16.11.2017 Tíðindi
Bókaframløga í Havnar kirkju

Hóskvøldið 16. november kl.19.30 hevur Forlagið Stiðin bókaframløga í Havnar kirkju. Talan er um eina nýggja útgáva av bókini “A Description of Foeroe 1676” eftir Lukas Debes.

Sum øll vita, so skrivaði Lukas Debes eina bók um Føroyar, sum kom út í 1673 í Keypmannahavn á donskum.

Ein av teimum, sum hevði alstóran áhuga fyri hesi bók var bretski sendiharrin í Danmark, Thomas Henshaw. Hann royndi at fáa Lukas at týða bókina til latín fyri at lærdi heimurin kundi fáa kunnleika um Føroyar, men so fór Lukas til Føroya við várskipinum 1674, og har hevði hann sum próstur nógv um at vera, og á heysti 1675 doyði hann.

Í meðan hevði ein fransmaður, sum æt Sterpin, týtt bókina til enskt. Hon fór til prentingar longu í 1675, og kom út í 1676.

Nú hevur ein týskari, sum er føroyavinur, Norbert Vogt, lagt til rættis eina 2. útgávu av hesi ensku útgávu. Hetta arbeiði hevur tikið sjey ár, og mong eru tey, sum hava tikið hond í fyri at hjálpa til. Gramar hevur lagt prentingina til rættis, og Martin Joensen hevur gjørt kápumyndina.

Framløgan er í Havnar kirkju. Lukas Debes kom í 1651 til Havnar sum prestur 28 ára gamal, og røkti trúliga sítt kall eisini eftir at hann í 19. august 1670 gjørdist Føroya próstur, og tað var hann til hann doyði 28. september 1675. Gravsteinur hansara er at síggja í Havnar kirkju. Lukas fekk eingi børn, men systir hansara Elin giftist við prestinum á Nesi, og frá henni er eitt stórt debesarslag í Føroyum