Skriva út

Børnini mugu læra um vegin

10.09.2022 Tíðindi
10.09.22

”Lat børnini vera við í skýnum at vitnum, sum tilbiðja tann sanna Gud. At hava tey við í kirkju og á møti, er besti máti at vísa teimum sannleikan um, at Guds ríki hoyrir børnunum til”.

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)/Mynd: Anne Mette Greve Klemensen

BØRN Í KIRKJU – grein 2: - Eg plagi at siga við foreldur, sum eru illa við av at børn teirra “larma” í kirkjuni, - at tað er tekin um lív, tá ein hoyrir ljóð av børnum undur eini gudstænastu ella einum møti. Um eingi børn eru, ja, so doyr samkoman skjótt út!

Soleiðis sigur ein føroysk mamma um spurningin at taka børn við í kirkju, sum er dagsins evni, og eisini var tað í eini grein í farnu viku.

Hesaferð verður støðið tikið í greinini ”Børn í kirkju”, sum stóð at lesa í Trúboðanum fyrr í summar, og sum amerikanski presturin William Boekestein hevði skrivað um týdningin av at taka børnini við í kirkju ella á møti. Hann hevur millum annað skrivað barnabókina “The Best Day of the Week; Why We Love the Lord´s Day”.

Í greinini, her bert brot verða tikin úr, verður víst á, at Gud í roynd og veru væntar, at børnini eru við í kirkju og á møti, har tey eisini kunnu hoyra vegleiðingar, lyftir og eggjan, sum eru skrivað beinleiðis til teirra. Nevnast kann, at myndin er tikin í Fuglafjarðar kirkju, í samband við eina jólagudstænastu fyri skúlabørnunum.

Víst verður millum annað til orðini í Efesusbrævinum 6, 1-3, har Paulus skrivar: ”Tit børn, lýðið foreldrum tykkara í Harranum; tí at tað er rætt. «Æra faðir tín og móður tína,» – hetta er hitt fyrsta boðið við fyrijáttan, «fyri at tær má gangast væl, og tú mást liva leingi í landinum”.

- Men ein einføld trúgv á, at børn eiga at vera vælkomin í kirkju og á møti, er ikki nóg mikið at geva okkum megi at fevna tey av fullum hjarta, eins og Jesus gjørdi. Foreldur hava tørv á at verða eggjaði á ein slíkan hátt, at tað vigar meira enn avbjóðingarnar av at hava børnini við.

- Vit mugu hjálpa hvørjum øðrum at síggja, at tað ikki bara er rætt bíbilskt at telja børnini við, men at tað eisini er eitt tað týdningarmesta vit kunnu gera fyri tey, sigur William Boekestein.

Hann ger í greinini púra greitt, at tað at fara í kirkju ella á møti er ikki sum at fara í eina stuttleikalund við strongum krøvum um eina ávísa hædd. Tað er heldur ikki sum at fara á eitt fróðskaparsetur við strongum krøvum um ein ávísan kunnleika.

Hetta er ein misskiljing hjá mongum, og eisini hjá lærusveinum Jesusar sum avgjørt hildu, at børnini skuldu bíða við at møta Jesusi, inntil tey vóru eldri og klókari.

Men tað góðtók Jesus ikki, tí hann hartaði lærusveinarnar og segði soleiðis, sum Markus skrivar: ”Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guds ríki hoyrir slíkum til”.

Heilt einfalt, við at verða tikin við, læra tey tilvitað at taka lut í kristi likami.

EIN GÓÐUR VANI
- Fyri tey av okkum, sum eru ald upp við at vera í kirkju hvønn sunnudag, eru nøkur av fyrstu ritualunum at syngja sálmar, lurta eftir prædikum og at biðja saman við Guds fólki, verður greitt víðari frá í áðurnevndu grein.

Sligið verður fast, at børn skapa vanar, fyrr enn mong munnu halda. Og so leggur greinskrivarin so vísiliga aftrat:

- Um tit ivast í hesum, royni so at broyta onkran av vanunum hjá børnum tykkara. Tey fara at siga frá.

Í Nýggja Testamenti lesa vit í 2. Timoteusbrævi 3,15 um Timoteus, sum hevði lært tær heilagu skriftirnar frá barnsbeini. Og leita vit til tað, sum granskarar eru komnir fram til, so vissa teir okkum um, at kroppurin hjá børnum minnist upplivingar frá sínum fyrstu samdøgrum.

- At børn eru við til gudstænastu ella møti, tá tey eru heilt smá, kann mynda tey til at fylgjast við Gudi alt lívið.

FORELDRAØRINDIÐ
Tað er helst so sum William Gouge (1575-1653), sum var puritanari, og sum ynskti reinleika og eina skjótari yvirgongd frá katolisismuni til protestantismuna, skrivaði:

- Við at geva børnunum góða undirvísing frá byrjan, kunnu vit sleppa undan nógvum stríði. Tí áhaldandi venjing av dámligum eginleikum skapar óvikandi vanar.

Og leita vit okkum enn einaferð til Bíbliuna, so finst eitt serstakt ørindi, sum onkur nevnir ”foreldraørindið”. Hetta vælkenda ørindið í Orðtøkunum 22,6 hevur eisini tilbiðjanina við. Her stendur: ”Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum”.

Út frá hesum slær greinskrivarin fast, at børn, sum eru ald upp við at prísa Gudi, gloyma ikki so lætt halgisiðirnar tey lærdu, tá ið tey vóru lítil.

- Eg havi sitið við songina hjá gomlum trúgvandi, sum hava gloymt nærum alt, uttan barnaminnini. Og hóast hetta hava tey sungið orð úr Sálmi 23 saman við mær, - orð tey lærdu á møtinum fyri einum mansaldri síðan.

- Hóast vit, hvør sær, hava ábyrgd av at tilbiðja og njóta Gud, so er felags tilbiðjan ein Gudgivin kveiking at geva Gudi ta tilbiðjan, sum hann hevur uppiborið. Við fáum møguligum undantøkum er tað, sum er gott fyri vaksin, sum tilbiðja Gud, eisini gott fyri børn, sum tilbiðja Gud.

Men, leggur William Boekestein aftrat:

- At hava børn við í kirkju og á møti er ikki lætt, men tað er rætt. Og eins og alt, sum er trupult men rætt, kann tað geva góðan ávøkst hjá teimum, sum eru upplærd í tí!

Greinin eftir William Boekestein, sum er prestur í Immanuel Fellowship Chruch í amerikanska statinum Michigan, kann lesast í síni heild við at trýsta á leinkjuna her:

- - - -

Hetta er onnur greinin í røðini um børn í kirkjuni. Næstu ferð fara vit at frætta frá tí, sum fleiri føroyskur mammur hugsa um henda spurningin.

Fyrsta greinin kann lesast við at trýsta her: