Skriva út

Bønhúsið: Orðið skal boðast fyri bygdarfólkinum

01.04.2023 Tíðindi
1 HØVUÐS

Bønhúsið í Søldarfirði hevur eitt endamál, sum var niðurskrivað í 1936. Hóast mong ár eru liðin síðani, er tað einki broytt, nú vit skriva 2023.

Søldarfjørður: Tað ber ikki til at síggja tað beinanvegin, tá tú trínur inn í gongina á bønhúsinum ”Betel”, sum liggur fram við høvuðsvegnum gjøgnum Søldarfjørð.
Í mangar mátar er tað sum at koma inn í eitt vanligt missiónshús í einihvørjari føroyskari bygd. Men hetta er ikki eitt missiónshús, og tað er heldur ikki ein kirkja, men hetta er eitt bønhús. 

At tað er eitt bønhús hevur við sær, at her er møguleiki fyri fleiri ymiskum andaligum tiltøkum, - heilt frá tí, at sjómanskvinnuringurin hittist, til eina familjugudstænastu við presti, sangi og tónleiki, eini barnasøgu, og har alt endar við einum nátturðabita aftaná.

Og so ber eisini til at hava møtir og missiónsvikur, har gestir úr øðrum bygdum koma higar at tala, syngja og bera fram ein persónligan vitnisburð.
Hetta eina kvøldið á árligu missiónsvikuni í mars mánaði, kom talarin úr Norðoyggjum, meðan menn úr Rituvík sungu (sí mynd). Leiðsluna av møtinum hevði ein kvinna úr bygdini.


- Bønhúsið er mítt andaliga heim, sigur Hans Erik Hansen, formaður í stýrinum (Samansett mynd: Trúboðin)

- Eg havi sjálvur havt mína gongd í húsinum meira ella minni, síðani eg var barn. Eg vil tí siga, at bæði húsið, virksemið har og fólkini í meinigheitini eru ein partur av mær, sigur Hans Erik Hansen, sum er formaður í stýrinum.

Mong ymisk tiltøk
Vit fara í eini seinni grein at siga eitt sindur frá, hvat eitt bønhús er, í mun til eina kirkju ella eitt missiónshús ella meinigheitshús.
Í stuttum kann sigast, at hetta er eitt hús, har møguleika er at hava gudstænastur við altargongd, og sum haraftrat kann brúkast til onnur mentanarlig tiltøk, sum eru hóskandi fyri eitt slíkt hús.


Eitt bønhús kann bæði vera kirkja, missiónshús og hýsa mentanarligum tiltøkum

Tá vit nú venda aftur til Bønhúsið í Søldarfirði, so varð tað vígt 14. februar í 1936, men tá við heitinum missiónshús.
Tey, sum stóðu aftanfyri missiónshúsið tá, høvdu sjálvandi eitt endamál við húsinum. Hetta endamálið var eisini niðurskrivað, soleiðis sum tað stendur í viðtøkunum frá hesum sama árinum.

Her verður – á donskum máli – sligið fast, at endamálið er “at afgive Hjemstedet et udgangspunkt for Guds Riges udbredelse og Styrkelsen af Samfundslivet paa Folkekirkelig Grund. Hermed tænkes paa det Kristelige Arbejde iblandt Børn og Voksne”.
- Hóast hetta var sligið fast fyri 87 árum síðani, so hava vit framvegis hetta sama endamálið, upplýsir Hans Erik Hansen.

Victor byrjaði
Hans Erik greiðir frá, at húsið hevur verið savningarstað um kristiligt arbeiði á kirkjuligari grund frá fyrsta degi.
Lestur hevur verið lisin í húsinum heilt frá byrjan av. Frammanundan varð lestur lisin í gamla bygdarskúlanum, har ein partur av múrunum standa uppi enn.


”Meistarin er her og kallar á teg” (Jóhs. Evang. 11,28)

Áhugavert er somuleiðis at nevna, at lestur byrjaði í bygdini longu í 1914. Tað var Victor Danielsen, sum eina stutta tíð var lærari í bygdini, sum byrjaði við tí.
- Sambært frásøgn byrjaði hann við at lesa lestur, tí at hann hevði eitt ynski um at boða Guds orð, men sá seg ikki føran fyri at prædika júst tá, greiðir formaðurin frá.

Victor fór frá sum lærari í 1915, tá ið hann burturav fór at virka sum trúboðari. Tá ið hann fór frá, tóku onnur við, og síðan tá hevur gudstænasta – annaðhvørt sum lestur ella við presti – verið hildin í bygdini.
At byrja við møttust tey í skúlanum, seinni í missiónshúsinum og síðani, eins og gjørt verður í dag, í bønhúsinum.

Sama endamál
Sum longu nevnt, var tann elsti parturin av húsinum vígdur í 1936. Men tíðliga í 1970'unum varð byrjað at tosa um at gera húsið størri.
Í 1977 varð tann nýggi parturin tikin í nýtslu og vígdur til sama endamál, eins og tað stendur í viðtøkunum. Stutt eftir tað varð køkur gjørdur í kjallaranum, og seinni ein salur undir gamla partinum av húsinum.

Fyri nøkrum árum síðani varð ovara hæddin dagførd, og nú verður arbeitt við at dagføra restina av húsinum. Í øllum byggingum og umbyggingum er tað tað sjálvbodna arbeiðið, sum hevur verið berandi, um enn okkurt hevur verið lønt.


Ein vøkur slupp hongur í salinum

Men søldfirðingar høvdu onnur og fleiri ynski. Tí var á heysti í 1985 umrøtt á fundi, hvørt húsið kundi fáa status sum kirkja ella bønhús. Seinni sama heyst var almennur fundur fyri meinigheitina, har samtykt varð fyrst at søkja um at fáa húsið til bønhús.
Hetta var eisini játtað, og soleiðis kom sunnudagurin 1. juni 1986, tá Ejvind Vilhelm, bispur vígdi húsið til bønhús.

Í hesum døgum verður arbeitt við at grava kjallaran í Bønhúsinum út. Her kemur at verða køkur, toilett og ein salur aftrat, har eini 70 fólk kunnu savnast. Miðað verður eftir, at kjallarin verður liðugur í ár.

Orð/myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)