Skriva út

Bønhúsið í Ørðavík fimmti ár – Søgan um Bønhúsið

21.11.2016 Tíðindi
Bønhúsið í Ørðavík fimmti ár – Søgan um Bønhúsið

1. s. í advent, sum í ár eisini er 27. november, eru 50 ár liðin síðan Bønhúsið í Ørðavík varð vígd. Henda dagin í 1966 skrivaði Ørðavík seg inn í føroyska kirkjusøgu við tað, at hetta er fyrsta og einasta Bønhús, sum er bygt í Føroyum eftir trúbótina. Seinni eru missiónshúsið í Søldafirði og gamli skúlin á Hellunum gjørd um til Bønhús.

Bønhús í Suðuroy.

Bønhús, sum í skriftini verður brúkt sum annað heiti fyri Gudshús, er annars ikki nýtt fyribrigdi í Føroyum. Í miðøldini og katólskari tíð, hava tað verið fleiri slík um alt landi. Óivað tí vegurin til kirkjuna, sum tey hava hoyrt undir, hevur verið ov langur. Eisini hevur kirkjugarður verið rundan um, í hvussu er fleiri teirra. Nakrir av hesum kirkjugørðum hava –kanska bara í serligum førum - verið brúktir, eisini eftir at bønhúsini vóru niðurløgd.

Í norðaru helvt av Suðuroynni hava í hvussu er verið fýra bønhús. Óivað hava eisini bønhús verið í sunnaru helvt.

Enn ber til at síggja part av støðið eftir bønhúsi og kirkjugarði á Bønhúsfløtu í Nesi, Hvalba. Tá mannabein fyri nøkrum árum síðan kom undan kavi í bakkanum, har bønhúsið hevur staðið, varð staðfest, at tað var uml. 1000 ára gamalt.

Tað sigst, at líkini av teimum í Hvalba, sum doyðu av svartadeyða, vóru førd út í Nes og grivin í kirkjugarðin har. Møguliga merkir tað, at bønhúsið tá hevur verið niðurlagt og kirkja og kirkjugarður í staðin eru komin í Hvalba. Møguliga hevur tað verið fyri at avmarka smittuvandan, at hesi hava verið grivin í kirkjugarðinum um bønhúsið úti í Nesi.

Kirkja hevur verið í Froðba. Men bønhús var í Trongisvági, har staðarnavnið við bønhús enn verður brúkt. Har var eisini kirkjugarður. Og bønhús var í Ørðavík. Sagt verður, at tá ein stóð uppi á Steinkrossi, sum er í Støðlunum í Froðba, bar til at síggja øll trý Gudshúsini við fjørðin, kirkjuna í Froðba, bønhúsið í Trongisvági og bønhúsið í Ørðavík.

Eisini Teigamegin í Fámjin ber enn til at vísa á leivdir eftir einum bønhúsi.

Í dag ber ikki til at siga, nær hesi bønhús hava verið bygd, ella hvussu leingi tey hava verið í brúki.

Gudshús í Ørðavík

Tá skúli varð bygdur í Ørðavík í seinnu helvt av 1884, varð skipað fyri, at lestur varð lisin í skúlanum. Ein maður úr Lamba, nevndur Lamba-Poul, var giftur til bygdina og hevði eitt ávíst handilsvirki har. Hann kom við einari klokku, sum skuldi stava frá Norsku Løvu. Hesa gav hann til skúlan og syrgdi fyri, at torn varð sett á bygningin. Tað er hugsandi, at hetta hevur havt samband við, at hann hevur verið ein av stigtakarunum til at lestur varð lisin sunnudagar í skúlanum. Henda klokkan verður enn brúkt í bønhúsinum.

Allar aðrar kirkjuligar handlingar fóru fram á Tvøroyri. Og tá prestur hevur verið á Tvøroyri við altargongd, hevur neyvan lestur verið lisin, men var farið í kirkju har.

Tá skúlin varð niðurlagdur og skuldi takast niður fyrst í 60unum, kom hugskotið fram um at fáa reist eitt hús á gomlu skúlagrundina til gudstænastulig og onnur mentunnarlig tiltøk. Ynski var ikki um at fáa vanliga kirkju, men at fáa eitt hús, har møguleika var at hava gudstænastur við altargongd, og sum kundi brúkast til onnur mentunnarlig tiltøk, sum vórðu metta at vera hóskandi fyri eitt slíkt hús. Tvøroyrar kirkja skuldi framvegis vera sóknarkirkjan, har allar aðrar kirkjuligar handlingar skuldu fara fram.

26. juni 1964 var fundur hildin í Ólavsstovu. So at siga øll húsini í Ørðavík vóru umboðað, umframt prestarnir báðir í prestagjaldinum. Tá kom hugskotið at taka upp aftur gamla heitið bønhús. Samtykt var at fara undir ætlanina og at húsið skuldi fáa heitið: Bønhúsið í Ørðavík.
Eisini var avgjørt at skipa fyri tiltøkum, fyri at fáa pening til endamálið. M. a. við at skipa fyri basarum, seinni eisini lutaseðlasølu.

Tá skúlin varð bygdur góvu ørðvingar økið til skúlan ókeypis. Tí varð umsókn send til kommununa, um at fáa økið aftur ókeypis til byggjan av bønhúsi, og um kommunan kundi veita stuðul til endamálið. Svarið frá kommununi var í báðum førum játtandi.

Seinni varð reglugerð gjørd fyri húsið, og hvussu stýrið skuldi veljast og skipa seg.
Heitt var á Mortan Vinther Poulsen, sum var nýliga útbúgving verkfrøðingur at tekna húsið og at hava eftirlit við arbeiðnum. Mortan hevði eina mostur, sum var gift við bóndanum uppi í Stovu, og var komin nógv til Ørðavíkar, tá tey um summarið vitjaðu familjuna á Tvøroyri. Á tann hátt kendi hann eitt ávíst tilknýti til bygdina. Og gjørdi hann hetta arbeiðið ókeypis.

Jens Pauli Mortensen, við Sílánna, stóð fyri timburarbeiðnum, ein donsk fyritøka tók sær av takinum, Sigmund Mortensen snikkari gjørdi altarið og talarastólin. Magnus Magnussen tók sær av elinnleggingini.

Um heystið 1966 var arbeiðið liðugt og adventsunnudag 27. november 1966 var húsið vígt av Jákupi Joensen, varabiskupi.

Og eins og við vanliga kirkjuvígslu vóru eisini umboð fyri tann kirkjuliga og politiska myndugleikan tilstaðar.

Fyrsti deknurin í Bønhúsinum var Egon Rasmussen, og røkti hann hesa tænastu í uml 30 ár, tá Katrin Mortensen tók yvir. Seinni tók Ragnar Mortensen við og er tað enn. Seinastu árini hevur lestur íkki verið lisin í Bønhúsinum, men einans verið gudstænasta við presti. Men umframt møtir av og til, hevur regluliga verið hildin sunnudagsskúli og juniorarbeiði fyri børnunum, sum hava verið í bygdini og í Líðini.

Bønhúsið innan

Fyrsti klokkarin var Thormann Sørensen. Tá hann segði tað frá sær, tók Egon sær eisini av ringingini. Eftir hann tók Petur Mohr Mortensen við sum klokkari.

Upprunaliga var eingin urga í húsinum. So tey nógvu fyrstu árini var Jacobina Rasmussen, Bina í Klovanum, forsangari. Í 1984 bílegði kirkjustjórnin nakrar tvírøddaðar urgur frá urguverksmiðjuni Starup í Keypmannahavn. Bønhúsinum stóð í boði at keypa eina slíka, og varð tikið av. Í nógv ár var Ingrid í Puntabyrgi urguleikari, tá hon ikki spældi á Tvøroyri. Tá Jens Mortan var urguleikari á Tvøroyri, spældi hann eisini í Ørðavík, tað bar honum til. Onnur hava eisin hjálpt til, tá heitt hevur verið á tey.

Hóast ætlanin at byrja við var, at einans gudstænastur og altargongd skuldu vera har, meðan allar aðrar kirkjuligar handlingar skuldu fara fram í Tvøroyrar kirkju, so var tað nokk so skjótt, at bønhúsið eisini gjørdist karmur um jarðarferðir, brúðarvígslur og konfirmatiónir. Og tá Tvøroyrar kirkja var stongd í samband við útskiftan av hitaverki og tá hon var málað innan, varð doypifunturin fluttur í bønhúsið, so at dópar ta tíðina fóru fram har.

Eins og á øllum øðrum økjum hevur bygdafólkið altíð staðið væl saman um bønhúsið, og er tað væl vitjað, tá nakað er har. Eisini hevur húsið og økið rundanum verið væl hildið.

Við tíðini hevur verið neyðugt at gjørt størri ábøtur. Partar av klædninginum og úthurðin eru skiftir út og nýtt tak er lagt á. Eisini er trappan, sum er úr eik, gjørd av nýggum við skráa til rullustólbrúkara. Og innanfyri í vindeygunum eru eykarútar settir í. Elhitin varð skiftur úr við oljufýr. Seinni var hitapumpa sett upp og roynist hon so væl, at hon nú fyri tað mesta klárar upphitingina.

Føðingardagurin verður hildin við hátíðargudstænastu, har Jógvan Fríðriksson, biskupur, kemur at prædika. Eisini medvirkar Uni Næs, dómpróstur, umframt at prestarnir í oynni eru við. Kirkjukórið Ljómur kemur at syngja. Gudstænastan verður útvarpað. Aftaná guds-tænastuna verður døgurði fyri bygdafólkinum og øðrum innbodnum.