Skriva út

Bleiv klokkari tí eingin annar var at spyrja

13.09.2019 Tíðindi
Jóhanna Hansen.jpg

HATTARVÍK: - Mær dámar væl at vera klokkari herúti. Tað er eisini altíð gott at koma saman til gudstænastu fyri at hoyra Guds orð!

Tað er 35 ára gamla Jóhanna Hansen í Hattarvík, sum eigur orðini omanfyri, henda eina dagin tá undirritaði vitjaði í Fugloy, í samband við eina tænastu í eystastu bygd okkara.

Talan var um eina brúðarvígslu, sum sóknarpresturin í økinum, Jóannes Purkhús stóð fyri. Deknur var Jenny Lydersen, meðan Jóhanna Hansen var klokkari í samband við hesa tænastuna.

Ikki er tað hvønn dag, at kirkjugongd er í Hattarvíkar kirkju. Og tað er haraftrat enn meiri sjáldsamt, at kirkjan er so á tremur við fólki, at fleiri brúdleypsgestir máttu standa úti í forkirkjuni, og aðrir uppi á loftinum.

- Nei, tað er ikki hvønn dag, at vit eru so nógv í kirkju sum í dag. Um veturin kunnu vit kanska vera eini 4-5, men heldur fleiri um summarið, tá fólk halda frí í bygdini.

- Um vit ikki altíð eru so mong í tali, so dámar mær sera væl, tá okkurt hendir her í kirkjuni. Eisini er gott at fáa eitt stutt prát við hini aftaná gudstænastuna, leggur Jóhanna aftrat.

Umframt tænastu sína sum klokkari, tekur hon ímóti tyrluni, bóndast og koyrir millum bygdirnar í Fugloy.

EINGIN ANNAR AT BIÐJA
Tað munnu vera eini 10 ár síðani, at Jóhanna Hansen varð spurd, um hon kundi gerast klokkari við kirkjuna í heimbygdini.

Her er talan um eina lítla og hugnaliga bygdarkirkju, har tað rúmast upp ímóti 150 fólkum. Serliga kend er kirkjan uttan iva fyri ta vøkru og serstøku altartalvuna, sum Oggi Lamhauge lat gera fyri nøkrum árum síðani.

Tá fólk verða biðin um at gerast kirkjutænarar er orsøkin mangan hon, at onkur ikki longur kann røkja hesa tænastuna. Orsøkin kann eisini vera hon, at ein ynskir at fáa fleiri fólk til hetta, soleiðis at tað ikki verður so bundisligt hjá teimum verandi.

At Jóhanna gjørdist kirkjutænari við Hattarvíkar kirkju komst snøgt sagt av, at har var eingin annar at biðja!

- Ja, eg bleiv klokkari, tí allir hinir, sum plagdu at røkja hesa tænastuna, vóru farnir av oynni, greiðir Jóhanna frá.
Hon var tó ikki heilt ókunn við tænastuna sum klokkari, tí pápi hennara – Hanus S.
Hansen – hevði bæði verið klokkari og deknur her frammanundan.

- Hann ynskti at fáa onkran aftrat sær, so at tað lætti um hjá honum. Og so slapp hann eisini frá at renna heilt upp í tornið at ringja, samstundis sum hann skuldi vera deknur, sigur Jóhanna við einum brosi.

BUNDISLIGT
Sum vit hava nevnt áður, er ikki altíð gudstænasta í fleiri av smærru kirkjunum kring oyggjarnar.

Ein av hesum kirkjum er hon í Hattarvík, har tað í roynd og veru bert er gudstænasta, tá prestur vitjar í oynni.

- Eg veit, at tað kann vera bundisligt at vera klokkari í eini kirkju. Men tað er ikki so bundisligt her, tá gudstænasta jú ikki er hvønn sunnudag, vísir Jóhanna Hansen á.

Hóast hon er kirkjutænari í eini lítlari bygd, er uppgávan sum klokkari kortini meinlík teirri hjá starvsfelagum hennara kring oyggjarnar.

Uppgávan er millum annað at gera alt klárt til gudstænastuna, pynta altarið – og sjálvandi at lata lúkurnar upp og ringja frammanundan gudstænastuni.

- Vit hava vanliga gudstænastu her klokkan 12, men tíðin kann vera broytt, um prestur velur at hava gudstænastu bæði her í Hattarvík og á Kirkju.

- Ja, tað er sera gott, tá prestur vitjar her úti. Her hendir ikki so nógv, og tí er so hugaligt at fáa eina slíka vitjan, greiðir hon frá.

PRESTUR OG ORGANISTUR
Nú hevur Jóhanna sína uppgávu sum klokkari, og onkutíð læna tey dekn úr grannabygdini ella kona prest, Ann Sølvia er deknur.

Men har frammi í kór stendur eitt lítið og vælklingandi pumpu-orgul, sum tíverri eingin er at spæla uppá.

Onkutíð er tað prestur sjálvur ið spælir til sálmasangin, og onkutíð fáa tey fólk aðrastaðni frá sum organist.

- Eg kundi sjálv hugsað mær at duga at spælt orgul, men tað dugi eg altso ikki. Omma mín, sum eg eiti eftir, plagdi annars at spæla.

- Men eg lærdi tað tíverri ongatíð, sigur Jóhanna Hansen at enda í samrøðuni.

(Ein onnur grein um sama evnið ”Altíð gott at koma saman til gudstænastu” stóð at lesa her á heimasíðuni 29. august 2019)

Orð/mynd: Snorri Brend