Skriva út

Blákrossheimið / vígslutalan

23.09.2014 Tíðindi
Blákrossheimið / vígslutalan

Blákrossheimið er eitt fjálgt heim mongum til friðar og gleði. Eitt lívsneyðugt arbeiði, sum nú hevur tríati ár á baki. Hugsjónin er ankrað í kristnu trúnni. Trúgvin hevur kveikt og lívgað, so vit síggja menniskjað aftan fyri andlitið.

Tó, gagnligt er at minna á, at tænastan og viðgerðin er faklig og byggir á lærdan yrkisligan førleika. Virðisgrundarlagið fevnir øll menniskju og alt samfelagið, svá leiðarin Olga Magnussen sigur í Blákrossblaðnum september 2014: “Á Blákrossheiminum leggja vit dent á grundleggjandi rættindi, so sum tign og virðing av øllum viðskiftafólki okkara uttan mun til førleika, kyn, kynsligan samleika, fólkaslag, aldur, átrúna mál, sosiala og fíggjarliga støðu.”

Nýggjar tíðir geva nýggjar og øðrvísi avbjóðingar, ið krevja nútíðar karmar og liviligar bú- og arbeiðsumstøður. Ynski Bláa Krossi hjartaliga tillukku við hesum stásiliga viðgerðarheiminum inni á Nesi.

Sum kristin hjálparfelagsskapur vísir Blái Krossur til eitt navn, ið er fremri enn øll onnur nøvn og lykilin til varandi gleði og eydnu. Navnið er Jesus, Guðs einborni sonur, føddur av Mariu moy og gitin av heilagum anda.

Andin í tilveruni er altavgerandi fyri vælveru og trivnað. Svá andin er, soleiðis er úrslitið og innihaldið í lívi og degi. Andi Guðs, heilagur andi, talsmaður Jesu.

Á hesum staði júst henda dag er áhugavert at hava í huga, at andin á latínskum máli eitur spiritus. Soleiðis sæð er skjótt til niðurstøðuna, at andin í fløskuni ella kagganum krevur rásarúm, setur spor eftir seg í lívi og tilveru.

Ein og hvør andi ávirkar, fer ein andi út kemur ein annar inn. Menniskjan er altíð ávirkað av anda, og tá ið tað ikki er, er andlát.

Blái Krossur hevur ein jaligan hugburð til menniskju, tilveruna og lívið. Virðing, treytaleys virðing fyri tí einstaka. Ein tænasta, viðgerð og hjálp, tí hin einstaki persónurin hevur óendaligt virði sum menniskja, hevur eitt óendaligt virði í Guðs eygum. Eingin dómur ella fordómur, tí hin einstaki er meira enn sjúkan ella støðan, vit eru stødd í.

Jesu navn í hjarta, talu og góðgerðum. Jesu navn í hugsan og medferð. Jesus fyrst og fremst og síðani tænastan í navni hansara.

“Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir.” (Jóhannes 8,36).

Tað ljóðar einfalt og barnsligt. Møguliga átti biskupur at lagt støðið væl hægri og flogi omanfyri tað gerandisliga og sæð tilveruna úr erva, har fuglurin flýgur. Men sannleikin er einfaldur og jarðbundin. So fáur snávar ella dettur um teir stóru steinarnar. So mong komu til skaða, tí tey duttu um skervin ella smásteinar í túninum. Tað ræður um at vanda sær um geingið í tí vanliga og kenda, tí júst har eru tær flestu løturnar í lívinum.

Vit mega ikki skammast við Jesus. Vit mega virða rætt hins einstaka til trúgv og hugsjónarligt frælsi. Treytaleys virðing fyri trúarfrælsi og andsfrælsi. Men krossurin í tí bláa merkinum og vit kristnu hvør í sínum lagi, vit mega ikki skammast við Jesu navn. Vit vita og hava upplivað, at Jesu navn setur í frælsi, loysir leinkjur og gevur lívinum ein nýggjan morgun.

Ikki einans orð og góð hugsan. Blái Krossur fór til verka. Hugsjónarfólk sóu neyðina og tørvin á hjálp og viðgerð. Hin rúsandi løgurin ella rúsevni gjørdust eitt havt um beinini. Rúsurin gjørdist ein tráandi andi, ið ráddi heima við hús ella í lívinum sum heild. Blái Krossur er hjálpararbeiði og samstundis kristin trúgv, sum er virkin í kærleika.

Men lívið er ikki altíð lætt, tað er als eingin dansur á rósum. Hin heilaga skriftin talar um ein bardaga millum gott og ilt, tað góða og ónda, ljós og myrkur. Ápostulin Paulus sigur, at tað góða, ið hann vil, gera hann ikki. Tað ónda, ið hann ikki vil, hevur hann lyndi at gera.

Efesusbrævið nýtir sterk orð: “Annars, verðið sterkir í Harranum og í veldis mátti hansara! Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins, tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum. 
(Efesusbrævið 6, 10-12). Í Jesu navni og veldis mátti hansara eru vit væl vard. Í Jesu navni eru starvs- og viðskiftafólk í góðum hondum. Grundað á klettin Jesus stendur Blákrossheimið á tryggari grund.

Aðalendamálið er jú at hjálpa menniskjum til ein vælvirkandi gerandisdag og lívsjáttandi innihald.
Við bøn um at Blákrossheimið verður til signingar og menniskjum til friðar biðja vit um Guðs vernd og verju, so ein góður andi, andi Jesu Krists, stendur vakt um alt og øll tey, ið koma inn á heimið.

So vígi eg embætis míns vegna / so víga vit í felag Blákrossheimið í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans.

Faðir vár, tú sum er á himlinum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himni, so á jørð. Gev kkum í dag okkara dagliga breyð, og fyrigev okkum syndir okkara, so um vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríki, valdið og heiðurin um allar ævir amen!

Harrin vælsigni teg og varðveiti teg. Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið.

Amen.

Orð: Jógvan Fríðriksson 19. september 2014
Myndir: Jóhanna Thomsen

Sí myndir: