Bjørt: - Eg ringi íalt 121 sløg
- Eg var heilt ung, tá eg fyrstu ferð slapp upp í tornið at ringja, sigur Bjørt Andrasdóttir, sum er ein av klokkarunum við kirkjuna á Kirkju.
Orð/mynd: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo).
KIRKJAN Á KIRKJU: - Nei, eg búgvi ikki her, men í Hvannasundi. Hinvegin, - tá eg eri her úti, so plagi eg at ringja í kirkjuni.
Orðini eigur 18 ára gamla Bjørt, ið var hon, sum var klokkari, tá sóknarpresturin, Jóannes Purkhús vitjaði á Kirkju skírisdag í ár.
Her var alt væl skipað: Abbi hennara, Jóannes Christiansen var klokkari; ein maður úr eini grannaoyggj var urguleikari, og Bjørt klokkari.
Tað er kortini langt frá altíð, at ein urguleikari er til gudstænasturnar í kirkjuni, tí slíkt kemur hendingasjáldan fyri. Gott er kortini við góðum broytingum av og á, serliga nú um páskirnar, tá fleiri fólk enn vanligt plaga at vera í Fugloy.
Hinvegin, so hevur Bjørt mangan verið í torninum og ringt, men hevur so sanniliga eisini verið hon ið sang fyri, tá sálmarnir skuldu syngjast. Hetta hevur henni eisini dámt væl.
- Tað kann onkutíð vera eitt sindur kalt at standa í torninum og ringja, eins og tað var í dag. Sólin skein gott nokk, men tað var kortini nakað av vindi og kølið, sigur Bjørt Andrasdóttir.
TUNGT AT RINGJA
Hóast oyggin er fjarskotin og bygdin er lítil, hava tey í kirkjuni kortini lagt dent á eitt sera týdningarmikið, tá talan er um tænastuna við kirkjuna: At seta tey ungu við sum kirkjutænarar!
Vit hava í eini aðrari grein nevnt, hvussu abbi hennara, Jóannes Christiansen á ungum árum var leiddur upp í tornið at hjálpa til við at ringja, - og hvussu hann seinni haraftrat gjørdist deknur við kirkjuna.
Sjálv minnist Bjørt ikki júst, nær hon ringdi á fyrsta sinni her á Kirkju. Men, sum hon tekur til: - Eg veit bara, at eg var heilt lítil tá!
Tað var abbin og mostirin, Svanhild Christiansen sum fingu skipað so fyri, at hon kundi fáa ta fyrstu uppgávuna sum klokkari.
- Eg minnist ikki so nógv frá hesi fyrstu ferðini, uttan tað, at tað var sera tungt at hála í bandið til klokkuna, greiðir Bjørt frá.
121 SLØG
Í fleiri av størru kirkjunum er ikki neyðugt at ”hála í nakað band”. Her verður øll ringing, bæði tá talan er um eina vanliga gudstænastu ella tá kimast skal, gjørd við automatiskari skipan.
Henda skipan ”veit”, hvussu leingi, ið ringjast skal inn til gudstænastuna, og er eisini skipað soleiðis, at hon kann setast til at kima við variasjónum, eitt nú aftansdagar.
Á Kirkju er støðan hinvegin tann sama sum í flestu føroysku kirkjunum: Her verður øll henda ringingin gjørd við mannahond, eisini um tað kann vera drúgt at ringja, tá kimingin er fyri.
Hetta veit Bjørt alt um, tí hon hevur longu ringt fleiri ferðir inn til gudstænastu.
- Nei, eg taki ikki tíð, tá eg ringi. Men fyri at halda skil á, so ringi eg íalt 121 sløg, tá gudstænastan byrjar.
- Hinvegin so er munandi lættari at ringja, tá biðisløgini eru. Tá er tað jú bara tríggjar ferðir trý sløg, sigur Bjørt brosandi.
TEY VITA
Bjørt Andrasdóttir er sum áður nevnt 18 ára gomul, og gongur í løtuni á búskaparbreytini á Kambsdali.
Hon man helst eisini teljast millum teir yngstu klokkararnar í føroysku kirkjuni, og tí fellir spurningurin nærum av sær sjálvum um, hvat vinfólkini halda um hetta.
- Um tað kuul, tað veit eg ikki. Men eg haldi ikki at so nógv teirra vita, at eg eri klokkari her á Kirkju.
- Men tey, sum eru her úti, tey munnu nokk vita tað!
- - -
(Hetta er triðja greinin um kirkjulívið á Kirkju. Fyrstu tvær greinarnar vóru við abba Bjørt, Jóannes Christiansen, sum bæði er klokkari og deknur, og stóðu tær her á heimasíðuni 5. og 11. mai. Fjórða og seinasta greinin verður samrøða við eitt av kirkjufólkunum á Kirkju).