Skriva út

Bjóða til gudstænastu fyri allar aldursbólkar

09.09.2021 Tíðindi
skúli.jpg
Mynd: Skúlin við Streymin/svs.fo

SUNDALAGIÐ: Sunnumorgun er vanligt, at kirkjuklokkurnar kalla fólk til gudstænastu í heimligu kirkjuni.

Soleiðis hevur altíð verið, og soleiðis er støðan enn í dag kring oyggjarnar. Men onkutíð verða undantøk gjørd, - hesa ferð í nýggja skúlanum á Oyrarbakka.

Her ganga vanliga hundraðtals næmingar úr bygdunum kring økið, men sunnudagin verður eitt øðrvísi tiltak í skúlanum við Streymin, sum hann eitur.

Henda sunnumorgunin bjóða nevniliga báðir prestarnir í økinum øllum til eina felagsgudstænastu í snøggu høllini í skúlanum. Gudstænastan byrjar klokkan 11.

MENTAN OG GLEÐIBOÐSKAPUR
Felagsgudstænastan í skúlanum við Streymin verður hildin í samband við Mentanardagarnar í Sunda kommunu, sum í roynd og veru verða settir í kvøld klokkan 19.

Ein partur av hesi áhugaverdu skránni við Mentanardagarnar er, at prestarnir báðir í økinum - Jonhard Jógvansson í Eiðis prestagjaldi og Jákup E Petersen í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi – fara at skipa fyri hesi gudstænastuni.

Gudstænastan fer at hava nakrar av føstu tættunum undir eini vanligari gudstænastu, men fer somuleiðis at bera brá av mentan og gleðiboðskapi.

- Vit vilja gera alt fyri, og ynskja av sonnum, at henda gudstænastan skal verða fyri allar aldursbólkar, siga Jonhard og Jákup.

Teir kunnu nevniliga gleðast um, at ungdómst úr Norðljómi koma at framføra løg undir gudstænastuni og at Kingobólkurin úr Tjørnuvík fer at syngja við hetta høvið.

Umframt hetta verða sálmar, bønir og prædika, eins og kirkjufólkið fær eina forvitnisliga vitjan av nýggja barnaráðgevanum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum eitur Jóhan Hansen.

Sagt verður, at hann dugir væl at gera ein gamlan boðskap livandi fyri børnunum – og teimum vaksnu.

- Hetta er fyrstu ferð at vit royna hetta, og er tað gleðiligt, at allar kirkjurnar í báðum prestagjøldum, sum fevna um tær tríggjar kommunurnar – Eiði, Runavík og Sunda – eru felags um eina slíka gudstænastu.

- Kirkjutænarar verða tí úr ymsum kirkjum, meðan nakrar kirkjur gera kaffi og okkurt afturvið. So vit vóna, at øll fáa eina spennandi gudstænastu, siga Jonhard Jógvansson og Jákup E Petersen at enda.