Skriva út
Bjartskygdir sóknarprestar
10.02.2016 Tíðindi
Tað ber boð um bjartskygni prestanna, at teir býttir í fýra flokkar koyrdu kapp ímóti hvørjum øðrum við fjarstýrdum leikabilum seint eitt týskvøld.
Derhard Jógvansson, februar 2016
Ein kann kenna seg eitt sindur móðan dagin eftir at hava verið á skeið saman við øllum sóknarprestum landsins á Hotel Føroyum frá klokkan hálvgum nýggju um morgunin til klokkan nýggju um kvøldið. Móðan, men kortini fyltan við orku at fara til verka við bjartskygni, lítandi at eini framtíð við spennandi avbjóðingum bæði fyri einstøku prestarnar og fólkakirkjuna sum heild.
Annar dagurin á hesi tvey ára longu ferðini, sóknarprestarnir eru byrjaðir á, var týsdagin 9. februar. Fyrsti var í januar mánað. Tað er Willemoes ProConsult, ið skipar fyri hesum skeiði, sum skal geva íblástur, eggjan og amboð til starvið sum sóknarprestar í fólkakirkjuni.
Dagurin byrjaði við morgunmati, áðrenn Jógvan Fríðriksson, biskupur, fyrsta hálva tíman tók fram Søren Kierkegaard, og tosaði um, hvussu tað objektiva verður miðlað av subjektum. At tað so skjótt er hjá okkum menniskjum at leggja ov nógvan dent á okkara egnu tulking av einum uttanfyri okkum standandi sannleika. Sjálvandi tulka vit øll og verður soleiðis tað objektiva miðlað subjektivt, men gott er at hava henda veruleika fyri eyga, soleiðis at sannleikin kann standa, uttan mun til, hvat vit hvør í sær siga um hann.
Tað, sum serliga stendur eftir ein slíkan dag, ið annars hevði so nógv ymiskt at bjóða og læra, er breiddin av hugskotum, hugsjónum og eginleikum prestanna. Sum partur av hesum degi, fingu prestarnir til uppgávu at skriva eitt orð á hvør sítt pappír, har ið teirra hjartamál, hugskot ella tema stóð á. Síðani vóru prestar við eins ella líknandi orðum settir saman at tosa og arbeiða við hesum. Eftir eina løtu í práti afturvið kaffi vóru hesi hjartamál, hugskot og tema síðani nevnd fyri øllum. Spurningarnir vóru nógvir, viðmerkingarnar gevandi og eggjanin smittandi. Tað er ein stórur ríkdómur, at sóknarprestarnir eru so ymiskir og hava so ymisk hjartamál og eginleikar hvør í sær. Nøkur av evnunum vóru diakoni, at vitja sjúk og eldri, at skipa fyri øðrvísi gudstænastum sum náttargudstænastum, spagettigudstænastum, festivalgudstænastum og G2, at framleiða tilfar til fólkakirkjuna í bókum og ritum og at gera eitt prestaligt fótbóltslið.
Eftir slíkan dag, stendur orðið: Bjartskygni. Uttan mun til avbjóðingarnar, fólkakirkjan kann møta, eigur hon ein hóp av sóknarprestum, sum í felag bjartskygdir fara til verka við ymiskum eginleikum, boðandi ein felags objektivan sannleika: Tann upprisna Jesus Krist.
Onnur tíðindi