Biskupur svarar Trivnaðarnevndini
Biskupur svarar Trivnaðarnevndini 11. apríl 2016
Forsøgan til svarskrivið.
Undirritaði fekk ein fyrispurning frá forkvinnuni í Trivnaðarnevndini. Fyrispurningurin er dagfestur 30. mars 2016.
Harafturat hava limir í Trivnaðarnevndini sett undirritaða tríggjar spurningar. Teir eru dagfestir 6. apríl 2016.
Undirritaði svarar fyrispurninginum hjá forkvinnuni undir yvirskriftini fyrispurningur A.
Undirritaði svarar hinum trimum spurningunum, ið eru talmerktir 1, 2 og 3 undir yvirskriftunum ávikavist B, C og D.
Innleiðandi svar.
Biskupur hevur í januar 2016 verið á fundi í trimum nevndum hjá Løgtinginum um hjúnabandslógina. Víst verður til tey skjøl, ið biskupur hevur handað Trivnaðarnevndini:
- • Rundan um vígslu, dagfest 15. juni 2012. (Biskupur).
- • Felags skriv í sambandi við hoyring í Mentanarnevnd Føroya Løgtings,
- dagfest 15. januar 2016. (Felagið fyri Kirkjuráðslimir, Prestafelagið og Føroya
- Stiftsstjórn).
- • Biskupur var gestur í DV kjaksendingini í Kringvarpi Føroya tann 15. mars
- 2016. Leinkið er kvf.fo/netvarp/sv/2016/03/15/dv-kjak
Omanfyri nevndu skriv og nevnda kjaksending lýsa rímiliga væl, hvør støða biskupsins er til løgtingsmál nr. 19/2015 og tilhoyrandi broytingaruppskot.
Eitt slag av menniskjum – somu dygdir
Í hesum viðkvæma álvarsmáli er út frá einum kristnum sjónarhorni vert at minna á, at øll menniskju hava sama virði. Vit eru skapt í Guðs mynd og elskað av honum við einum ævigum kærleika. Vit fingu Guðs einborna son, Jesus Krist, sum gávu og frelsara. Øllum menniskjum fattast Guðs dýrd og heiður, ið verður givin hinum einstaka í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara.
Tað er einans eitt slag av menniskjum, og tað er menniskjan. Menniskjan er maður og kvinna, hinskynd og samkynd.
Øll menniskju eru meira enn sítt kyn. Bæði í eygum Guðs og í eygum manna hava vit eitt óendaligt virði, ið vit hvørki skulu prógva ella staðfesta. Vit eru øll serstøk og eiga rættin at liva og vera til bæði í tí borgarliga samfelagnum og í tí kirkjuligu skipan, ið vit kalla fólkakirkjan.
At vera samkyndur er als eingin heildarlýsing av einum menniskja. At vera hinskyndur er als eingin heildarlýsing av einum menniskja. Tað letur seg valla gera at tala um miðal dygdir, – men um tað letur seg gera, er tað biskupsins fatan, at hinskynd og samkynd hava sama miðaltal og javnviga við somu evnum, dygdum og veikleikum. Einasti munurin ímillum hinskynd og samkynd er kynsligi samleikin.
Signing
Í sambandi við løgtingsmál nr. 19/2015 við tilhoyrandi broytingaruppskotið hevur verið nógv talað um signing. Evnið er stórt, og tað tykist neyðugt við eini stuttari greining av hugtakinum. Í hesum høpi verða nevnd trý sløg av signingum, ið eru viðkomandi við atliti at broyting í hjúnbandslógini.
Almenn signing
- • Øll, ið koma til eina gudstænastu ella eina løtu í kirkjuni, har tann Aronitiska
- signingin verður lýst, verða eyðvitað signað. Øll eru hinskynd, samkynd og
- annar samleiki.
Persónlig signing er sakramental
- • Tengd at dópi við handaálegging. Galdandi øll menniskju.
- • Tengd at skriftamáli/altargongd við handaálegging. Galdandi øll menniskju.
Persónlig signing sum fylgja av dópsins sakramenti:
- • Við ferming verða tey ungu signað. Galdandi øll menniskju.
Avbjóðingin er signing av borgarligari tænastu / vígslu:
Kjarnin í teim mótstríðandi sjónarmiðunum verður sjónlig í hugtakinum signing vegna tess, at ymiskar fatanir eru av, hvat eitt hjúnalag er. Biskupsins fatan er í tráð við Føroysku Orðabókina: “Løgfest samband millum mann og kvinnu.”
Hetta er eisini í trá við Europeiska mannarættindasáttmálan, sum í grein 12 verjir rættindini hjá kvinnum og monnum í giftingaførum aldri til at giftast og stovna familju. – Europeiski mannarættindadómstólurin dømdi fyri kortum, at Italia hevði skyldu til at útvega pørum av sama kyni tryggar løgligar karmar um samlív sítt, men vert er at leggja til merkis, at tann dómurin vísir til 8. grein í europeiska mannarættindasáttmálanum, ið verjir rættindini til virðing fyri privatlívi og familjulívi, ikki til grein 12 um rættindini til at giftast.
“Biskupur metir, at fatanin av hjúnalagnum millum mann og kvinnu er ankrað í skapanarsøguni og nemur Guðs leiklut í skapan og verki, upphav lívsins.” Tað er júst henda fatanin, ið er grundstøðið undir fatanini av signingini.
Borgarliga gift kunnu verða persónliga signað í kirkjuni við handaálegging. Ein lóg gevur heimildina, ið verður staðfest við einum kirkjuligum rituali.
Løgtingslóg nr. 60/2007 staðfestir, at tað er biskupur, ið tekur stig til at evna og útvega eitt ritual, ið síðani skal verksetast av løgmanni um landsstýrismannin (m/k).
Greidligari viðurskifti eru neyðug
Meðan almenna signingin er kirkjulig, og tann persónliga signingin er sakramental, er signingin í sambandi við vígslu tengd at eini borgarligari gerð, handling ella tænastu.
Biskupur hevur í tí kirkjuliga landslagnum borið upp á mál, at viðurskiftini mótvegis limum fólkakirkjunnar vóru greidligari, um vit einans høvdu almenna signing og sakramentala signing. So vóru øll menniskju eins fyri teirri kirkjuligu skipanini: støk og gift, maður og kvinna, hinskynd og samkynd. So er tað kirkjuliga kirkjuligt, og tað borgarliga borgarligt.
Biskupur svarar fyrispurningi A:
Upprunaliga var tað ætlanin hjá uppskotsstillarunum sum ein partur av lógarbroytingini í sambandi við at vinna samkyndum rættin til vígslu, at løgtingslógin um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni skuldi fáa eitt nýtt punkt í § 14 aftan á stk. 1. Tað nýggja punktið var orðað soleiðis:
“Kirkjulig tænasta, ið snýr seg um vígslu ella signing kirkjunnar av hjúnabandi, fevnir um par av ymiskum kyni.”
Biskupur fataði hesa broytingina í lógini um brúk av kirkju og limaskapi í fólkakirkjuni sum eina roynd hjá uppskotsstillarunum at virða tað kirkjuliga landslagið. Ætlanin var vælmeint, men broytingaruppskotið varð móttikið øðrvísi enn væntað og varð afturtikið.
Á felags fundi hin 15. januar 2015 mælti tað innan kirkjuliga landslagið staðiliga frá ætlaða broytingaruppskotinum við trimum sterkum setningum:
- • Vit meta tað vera prinsipielt skeivt at lóggeva um kirkjulig viðurskifti, uttan at
- Fólkakirkjan hevur tikið lut í lógarsmíðinum.
- • Vit meta tað vera prinsipielt skeivt at blanda lógarsmíð um borgarliga giftu
- upp í kirkjuliga lógarsmíðið.
- • Vit meta tað vera prinsipielt skeivt at diskriminera ávísan bólk av fólki í
- løgtingslóg um Fólkakirkjuna.
Tað er í hesum høpi, at Mentamálaráðið sum eitt alternativ til ætlaðu broytingina í lógini um brúk av kirkjuni skrivar tað, ið forkvinnan í Trivnaðarnevndini orðar sum ein spurning til biskup, um biskupur er samdur við niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum.
Brævið hjá forkvinnuni í Trivnaðarnevndini endurgevur og sipar til eitt upprit frá Mentamálaráðnum til Løgtingið dagfest 22. februar 2016, har signing av borgarliga giftum verður umrødd:
“Ein annar máti at komið uttanum trupulleikan við at lóggeva við løgtingslóg um viðurskifti, ið eru skipað í felagmálslóggávu, kundi verið at strokið § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini. Sum ávíst í byrjanini, kunnu onnur trúarsamfeløg velja at hava serligar reglur fyri at signa borgarlig hjúnaløg.
Hevði § 14, stk. 2 verið strokin, hevði tað á sama hátt sum tað er hjá hinum trúarsamfeløgunum í dag verið upp til fólkakirkjuna, hvørt hon valdi at hava ritual til at
signa borgarlig gift pør. Við hesi loysnini hevði samstundis sloppist undan einum av møguligu ivamálunum í mun til EMRS.”
Áðrenn setti fyrispurningurin verður svaraður er tað biskupi umráðandi at vísa á § 4 stk. 1 í 19/2015 og broytingaruppskot til 2. viðgerð.
Tað tykist undirritaða greitt, at orðingin
- • ”Anordningen træder i kraft, når § 14, stk. 2 i anordning om ægteskabs
- indgåelse og opløsning er ophævet eller omformuleret således, at den ikke
- giver ret til velsignelse af borgerligt indgået ægteskap af samme køn.”
óbeinleiðis er ein mótsøgn til skrivið, ið tað innan kirkjuliga landslagið orðaði 15. januar 2016. Biskupur skilir ímillum lógarbundna diskriminatión og avmarkingar í kirkjuligari praksis vegna trúgv, fatan og sannføring. Biskupi hóvar ikki, at fólkakirkjan beinleiðis ella óbeinleiðis verður tengd at eini løgtingslóg, ið setur ein bólk av fólki uttanfyri. “Vit meta tað prinsipielt skeivt at diskriminera ávísan bólk av fólki í løgtingslóg um fólkakirkjuna.”
Sæð í hesum ljósi, við fyrivarni fyri, at tað (av tí at Mentamálaráðið skrivar í mun til møguleikan at broyta løgtingslógina og vansarnar av hesum) er ivasamt, um niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum um, at hevði grein 14, stk. 2 verið strokin, so er spurningurin um signing loystur í mun til ásetingarnar í ”Anordningnr 37. af 22. januar 2002, og havandi í huga
- • at tað er Mentamálaráðið, ið er evsti myndugleikin at tulka lógar- og
- regluverk fólkakirkjurnar,
- • at spurningurin er settur í krevjandi málsviðgerð í løgtingsnevnd
verður svarað stutt og greitt: Ja, biskupur er samdur við tulkingini hjá Mentamálaráðnum.
Biskupur svarar fyrispurning B:
Limir í Trivnaðarnevndini spyrja:
- • “Um uppskotið um hjúnabandslógina verður samtykt, soleiðis sum tað nú
- liggur, og § 14, stk. 2 verður strikað, er ikki stríðið og kjakið um signing av
- borgarliga giftum av sama kyni kortini flutt inn í kirkjuna?”
Um § 14, stk. 2 verður strikað, so er spurningur um signing av borgarliga giftum av sama kyni ein spurningur, ið fólkakirkjan sjálv skal taka støðu til. Biskupur metir við støði í løgtingslóg
60/2007, at allar tænastur, ið krevja eitt ritual, nema tað innan kirkjuliga málsræðið. Í gongdini at smíða eitt ritual er biskupur tað fyrsta liðið. Tað verður einki ritual orðað uttan leiklut biskupsins.
Fólkakirkjan ynskir ikki at bólka tað føroyska fólkið upp í hinskynd ella samkynd. Vit eru øll menniskju, svá skrivið “Rundan um vígslu”, ið er dagfest 15. juni 2012, staðfestir:
- • Øll menniskju hava sama virði og eiga tess vegna rætt til mannsømilig kor....
- Í hugburði og samskifti ger Fólkakirkjan ikki mun á fólki. Øll viðskiftafólk
- fólkakirkjunnar fáa tænastu samsvarandi skipan og reglugerð.”
Eisini tann menniskjansliga tilveran er málsøkið hjá fólkakirkjuni. Biskupur vónar, at øll viðurskifti, ið nema menniskju, verða fatað og viðgjørd sum ein avbjóðing heldur enn ein trupulleiki ella stríð.
Allar lívsins avbjóðingar eru inni í fólkakirkjuni, og kirkjan eigur at taka hond um lív hins einstaka í fjøldini og síggja fjøldina í hinum einstaka.
Biskupur svarar fyrispurning C:
Limir í Trivnaðarnevndini spyrja:
- • “Hevði ikki verið betri at lagt hetta heilt uttan fyri hjunabandið – at gjørt eina
- parallella lóg?”
Biskupur skilir orðið “hetta” í setta fyrispurningi á tann hátt, at sipað verður til borgarliga vígslu av samkyndum.
Stevna biskupsins við atlit at politisku skipanini varð orðað á heysti 2007. Biskupur metir, at tann politiska skipanin og tað kirkjuliga landslagið skulu arbeiða væl saman og virða økið hvør hjá øðrum. Tess vegna ynskir biskupur ikki at nýta lýsingarorð í miðstigi ella hástigi við atliti at virksemi Løgtingsins.
Tað er valla nakað ivamál, at ein parallell lóg til núgaldandi hjúnabandslóg, ið gevur samkyndum somu rættindi, er ein møguleiki.
Í 2016 eru tað valla mong í Føroyum, ið ikki eru sinnað av geva samkyndum somu rættindi, sum hinskynd fáa við vígslu.
Mær tykir, at málið hevur flutt seg frá ynskinum um rættindi til ynskið um at kunna nýta orðið hjún galdandi bæði hinskynd og samkynd. Sostatt er málið um borgarlig rættindi, ið
eru løgfest, vorðið eitt mál um virðir, – málslig sosial etisk virðir. Júst henda flytingin ger málið torførari, og gjógvin millum sjónarmiðini sæst aftur í øllum samfelagsløgum.
Vit kunnu eftir einum degi broyta eina juridiska definitión. Í gjár merkti orðið hjún løgfest samband millum kvinnu og mann. Í dag merkir orðið hjún løgfest samband millum kvinnu og mann, kvinnu og kvinnu ella mann og mann. Sum sagt, tað tekur einans ein dag at broyta eina juridiska definitión.
At broyta siðvenju og hugburð tekur væl longri tíð, tí siðvenjan er í øldir borin av hugsjónarligum, søguligum og filosofiskum ráki innan ástøði, hugmyndir og hugsan.
At hjúnalagið millum mann og kvinnu er aldargomul hugsan er væl vitnað í søguni. Hjá mongum menniskjum er hjúnalagið heilagt og ankrað í skapan Guðs. Sjálvt um hetta sjónarmiðið í 2016 verður mett gamalt, er tað ein týdningarmikil táttur við atliti at teim súlum, ið skulu byggja landið.
Avbjóðingin er at samskipa ymisk sjónarmið, so allir partar í málsviðgerðini verða hoyrdir og sæddir.
Tað er ikki givið, at ein semja í Løgtinginum merkir, at semja er í tí føroyska fólkinum. Sundurlyndið er sjáldan mennandi, og vit mega virða ymisk og ósambærlig sjónarmið í eini samljóðandi eind, har øll menniskju fáa eitt pláss í sólini. Hetta talvið tekur tíð og kann valla telvast sum snartalv.
Biskupur svarar fyrispurning D:
Limir í Trivnaðarnevndini spyrja:
- • “Hvat veit Guðs orð at siga okkum um, at tvey av sama kyni liva á sama hátt
- sum tvey av hvør sínum kyni?”
Tann fjórði spurningurin hevur ein øðrvísi karakter enn teir fyrru. Tríggir teir fyrstu spurningarnir nema eitt øki, ið er felagsøki fyri Fólkakirkjuna og Løgtingið. Hesin fjórði spurningurin vísir burturav inn í tað andaliga ella kirkjuliga, ið nemur Guðs heilaga orð savnað í Bíbliuni.
Biskupur hevur roynt at greina hetta ovurstóra pensum í fáum setningum, tá ið talan er um lív og samlív í hjúnalagi. Við tað at Trivnaðarnevndin hevur fingið avrit av skjalinum “Rundan
um vígslu”, ið varð skrivað í 2012, er tann setti spurningurin longu jaliga svaraður við atliti at lívi og samlívi sum ein sosialt skipað eind.
Skjalið endurgevur eitt brot úr bønini, ið verður nýtt sum tann seinasta bønin við eina brúðarvígslu í kirkjuni. Meðan vit í fólkakirkjuni vanliga siga, at eingin kann úttala seg vegna fólkakirkjuna, so seta ritualini orð á tað, ið vit trúgva og halda. Ritualini úttala seg vegna fólkakirkjuna.
Sagt verður í ritualinum: “Vær tøkkum tær, kæri himmalski faðir, at tú hevur innsett hjúnaskapin, og var biðjum teg, at tú vilt varðveita hesa skipan tína og signing trygga eisini okkara millum.”
Biskupur loyvir sær at svara setta spurningi óbeinleiðis við at sipa til ritualið. Eitt ritual sær dagsins ljós eftir drúgva málsviðgerð. Biskupur nevnir fýra atlit at omanfyri nevnda broti. Ritualið sipar til hjúnalagið millum mann og kvinnu:
- • Hjúnaskapurin er innsettur av Guði.
- • Biðið verður um, at Guð vil varðveita hesa skipan sína.
- • Biðið verður um, at Guð vil varðveita hesa skipan sína og signing trygga
- okkara millum.
- • Hjúnaskapurin og signingin verða nevnd um somu leið í sama setningi
- sum tvey javnsett lið í ásettari raðfylgju.
Biskupur hevur tilvitað valt at svara tí fjórða fyrispurninginum óbeinleiðis vísandi til tað jaligu og burðardyggu umtalu, ið hjúnalagið millum mann og kvinnu hevur í skriftini og harvið í kirkjuligum høpi.
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Tórshavn 11. apríl 2016