Skriva út

Biskupur: Limatalið í kirkjuni veksur – men prosentini minka

23.05.2022 Tíðindi
Jógvan Fríðriksson

- Tað koma heldur fleiri føroyingar inn og gerast limir, enn tey ið melda seg út, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, nú spurningurin um limatalið í fólkakirkjuni hevur verið til umrøðu.

Orð: Snorri Brend.

LIMATAL: Tað kann tykjast sum ein mótsøgn: Limatalið í fólkakirkjuni veksur alsamt, men samstundis staðfesta hagtøl frá Hagstovu Føroya, at talið av limum lækkar, um gjørt verður upp í prosentum.

Fyrr í mánaðinum kom Hagstovan við nýggjum hagtølum, millum annað um limatalið í fólkakirkjuni. Her sæst, at 1. januar í ár vóru 41.857 limir her, og var hetta ein vøkstur uppá 256 limir upp á eitt ár.

Hinvegin sæst, at limatalið er lækkað úr 78,6 niður í 78 prosent av samlaða fólkatalinum í sama tíðarskeiði.

Hetta kann skiljast soleiðis, at fólkakirkjan missir limir ár undan ári. Men er tað nú so?

Spurningurin verður settur Jógvan Fríðriksson, biskupi, sum hevur eitt greitt svar:

- Minkingin í limatalinum svarar nærum til talið av fólki, sum eru flutt til Føroyar, staðfestir biskupur.

Leggjast kann aftrat, at Norðstreymoyar eystara prestagjald er tað við flestu limum – 90 prosentum, meðan lutfalsliga fæstu limirnir eru í Norðoya vestara prestagjaldi, har teir einans telja 61,1 prosent av samlaða fólkatalinum.

1151 FLEIRI LIMIR
Í viðmerking til nýggjastu tíðindini um limatalið vísir biskupur á hagtølini, sum finnast á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Her sæst, at í 2007 hevði fólkakirkjan 40.346 limir, sum svarar til 83,6 prosent. Sjey ár seinni – í 2014 - var limatalið minkað niður í 39.466 , sum svarar til 82,0 prosent.

Men hyggja vit eftir limatalinum í ár – 2022 – so sæst ein broyting í: Í dag er limatalið hækkað til 41.857 limir, og svarar hetta til 78,0 prosent.

- Ja, hyggja vit eftir hagtølunum, síðani fólkakirkjan var yvirtikin í 2007, so kunnu vit staðfesta, at vit eru vorðin 1511 limir fleiri, meðan vit samstundis eru 5,6 prosent færri limir í mun til fólkatalið í landinum, vísir Jógvan Fríðriksson á.

Hann vísir til tað, sum integratiónspresturin, Marjun Lómaklett hevur greitt frá. Sum slíkur hevur hon fingurin á pulsinum í tí, sum rørir seg hjá teimum, sum koma higar til landið. Hagtølini siga, at 1. januar í ár vóru 4,2 prosent av fólkinum í Føroyum tilflytarar.

Og fyri at halda okkum til hagtølini eina løtu aftrat, so eru tað serliga fimm lond haðani tilflytararnir koma: 338 frá Filipsoyggjunum, 273 úr Rumenia, 259 úr Póllandi, 177 úr Thailandi og 93 úr Stóra Bretlandi/UK.

Hagtølini vísa haraftrat, at fólkatalið í Føroyum er 53.752 fólk. Hetta merkir, at 4,2 prosent av fólkatalinum/føroyska fólkinum eru tilflytarar.

ØÐRVÍSI KIRKJA
Hyggja vit eftir skipanini hjá fólkakirkjuni, er henda so at siga bara til í Norðurlondum.

- Og, viðgongur biskupur. - Tað sigur seg sjálvt, at tey, ið koma aðrastaðni frá, hava torført við at falla inn í fólkakirkjuna við tað sama. Orsøkin er hin einfalda, at hon er so nógv øðrvísi enn tað, ið tey kenna til.

- Vit kunnu tí siga, at minkingin í limatalinum í fólkakirkjuni í prosentum svarar nærum til talið av tilflytarum, staðfestir biskupur.

Orsøkirnar eru hetta eru fleiri. Ein teirra er, at flestu kristnu tilflytararnir koma úr katólskum londum ella úr karismatiskum fríkirkjum. Eitt annað er, at fleiri tilflytarar hava eina ikki-kristna bakgrund, og at annar átrúnaður spakuliga er vaksandi.

Í triðja lagi vísir Jógvan Fríðriksson á, at nógvir eftirkomarar úr teirri karismatisku rørsluni í Føroyum í áttati-árunum, tá nógv kirkjufólk óformelt meldaðu seg úr kirkjuni, doypa ikki síni børn.

- Ein spurningur er altíð, hvussu vit definera ein føroying. Eg havi her eina heimagjørda definisjón av einum føroyingi, og hon er, at ein føroyingur er eitt fólk, ið hevur búð í Føroyum í fimm ár, uttan mun til sítt upphav.

- Nýta vit hesa, ikki heilt nøktandi definisjónina, so koma heldur fleiri føroyingar inn og gerast limir, enn tey ið melda seg út. Tað er tí at kalla eingin frágongd úr fólkakirkjuni, staðfestir biskupur.

EINKI FÓLKATOS
Ein annar áhugaverdur spurningur í hesum sambandi er, hví føroyingar lima seg úr fólkakirkjuni.

Biskupur sigur, at tað eru fleiri orsøkir til tað, men at ein teirra er í øllum førum, at makin kemur úr eini fríkirkju. Ein onnur orsøk er, at átrúnaðurin hevur lítlan og ongan týdning fyri summi.

- Men støðan er at vegna tagnarskyldu, og tað, at átrúnaður er eitt persónsmál, so førir kirkjan ikki hagtøl. Um eitt húski við 5-7 fólkum meldar seg úr fólkakirkjuni í einum ávísum øki, slær tað væl út í hagtølunum, vísir Jógvan Fríðriksson á.

Og hann endar prátið soleiðis:

- Tey skulu hava loyvi at melda seg inn ella út, uttan at enda sum fólkatos!