Skriva út

Biskupsvitjan úr Íslandi

23.04.2015 Tíðindi
Biskupsvitjan úr Íslandi

Komandi vikuskiftið kemur íslendski biskupurin Frú Agnes M. Sigurðardóttir á almenna vitjan. Vitjanin byrjar fríggjadagin 24. apríl, tá ið íslendski biskupurin kemur til landið. Við í ferðalagnum eru Gunnþór Ingason serprestur á Biskupstovu í Reykjavík og kona hansara séra Þórhildur Ólafs prestur í Hafnarfirði og próstur á Kjalarnesi. Gunnþór er hálvur føroyingur, móðurin úr Kvívík. Eisini Gísli Jónasson formaður í próstafelagi Íslands og próstur í eystara próstadømi í Reykjavík er við í ferðalagnum. Skuldi honum borist frá, er varamaðurin Halldór Reynisson prestur í sertænastu við.

Kirkjurnar báðar, íslendska og føroyska, ynskja at økja um sambandið, læra hvønn annan betur at kenna. Eisini er ynskiligt at føroyskir prestar kunnu fara á skeið í Íslandi. At vit lívga um okkara felags mentanararv, tí grannatjóðir eru vit, og hava altíð verið.

Guðstænasta við Frú Agnesi M. Sigurðardóttir biskup Íslands , Jógvan Friðrikssyni biskupi, Hera J. Joensen sóknarpresti og hinum íslendsku prestunum verður í Vesturkirkjuni sunnudagin 26. apríl klokkan 11. Kór medvirkar, íslendski bispurin prædikar. Eftir gudstænastuna er kirkjukaffi í kirkjukjallaranum í Vesturkirkjuni har íslendska sendiráðið og Vesturkirkjan bjóða. Øll eru vælkomin. Her verður eisini høvi at heilsa uppá.

Væl møtt