Skriva út

Bilgudstænasta í Vestmanna

04.05.2020 Tíðindi
bilgudstænasta1.jpg

Heilt fitt av fólki var til bilgudstænastu í Vestmanna í gjár. Henda serliga gudstænasta læt seg gera, tí stórskíggi stóð uppi á kaiini eftir VestFilm filmfestivalin, sum hevði verið har um vikuskiftið.

Longu eina góða løtu áðrenn kirkjuklokkan ringdi klokkan 11 í gjáramorgunin, høvdu fyrstu bilarnir funnið sær pláss á kaiini, so fólk kundu síggja gudstænastuna á stóra skíggjanum, sum stóð framman fyri Turkihúsið. Tá ið avtornaði, vóru einir 40 bilar har – og teir flestu enntá við meira enn einum fólki í.

– Ja, hetta var ein heldur øðrvísi gudstænasta, men tað riggaði ordiliga væl. Har vóru eingi fólk í kirkjuni, men bara prestur, kirkjutænarar og nakrir kirkjusangarar uppi við orglið á loftinum, og so sótu fólk í sínum egna bili á kaiini, greiðir sóknarpresturin í Vestmanna, Maria Sommers við Skipá, frá um forkunnuga bilgudstænastuna.

– Vit høvdu tikið øll kórsvarini burtur, tí eg helt ikki, at akkurát tað riggaði so væl, tá fólk skuldu sita í sínum egna bili undir gudstænastuni. Men annars var tað akkurát sum vanligt, so eg royndi bara at hyggja inn í upptøkutólið og hugsa um tey, sum sótu niðri á kaiini. Tað vóru jú tey, sum vóru mítt kirkjulið í morgun.

Hugsaðu um kirkjuna
Hugskotið til hesa serligu bilgudstænastuna kom frá fólkunum aftan fyri VestFilm filmfestivalin, ið spurdu seg fyri hjá presti, um tað ikki hevði riggað, at festivalurin endaði við eini gudstænastu sunnumorgunin, nú fólk í Vestmanna í hesum koronatíðum ikki høvdu verið í kirkju í úti við tveir mánaðir.

– Eg helt tað vera deiligt, at tey hugsaðu um kirkjuna og gudstænastuna í sambandi við endan á filmfestivalinum, so eg bleiv ordiliga glað og játtaði beinanvegin, sigur Maria Summers við Skipá, ið samstundis fekk at vita, at tey í kirkjuni bara skuldu taka sær av tí, sum skuldi vera í sjálvari kirkjuni, og so skuldu hini syrgja fyri ljóði og mynd.

Jóan Magnus Olsen, kirkjuráðsformaður í Vestmanna, er somuleiðis sera væl nøgdur við tiltakið og helt, at tað riggaði ómetaliga væl. – Eg smoygdi mær oman á kaina ein túr, meðan gudstænastan var, og har vóru ið hvussu er einir 40 bilar. Ljóð- og myndadygdin var fín, so tað kundi ikki verið betur, heldur hann. – Hetta er eitt fínt hugskot, ið kanska kundi verið endurtikið í sambandi við okkurt størri tiltak ella okkurt sovorðið.

Ein stuttlig uppgáva
Bilgudstænastan varð skipað á sera einfaldan hátt, so fólk bara skuldu koma á kaiina við sínum bili, so tey kundu síggja stórskíggjan. Ljóðið fingu tey inn í bilin við at stilla útvarpslurtið á frekvensin hjá lokalútvarpinum í Vestmanna, sum sendi við einum lítlum FM-sendara.

– Hugskotið við hesi serligu gudstænastuni kom, tá ið Durita Fagradal Augustinussen, sum millum annað er leiðari á Staðnum, ringdi og spurdi, um vit kundu hjálpa teimum við filmfestivalinum og seta stórskíggja upp. Tá ið skíggin allíkavæl stóð uppi, kundi ein gudstænasta jú verið eitt gott hugskot, sigur Hans Andor Johannesen, sum eigur og rekur fyritøkuna AV Lux.

– Vit høvdu upptøkutól í kirkjuni og mikrofonir, og so høvdu vit ein mann niðri á kaiini, sum syrgdi fyri, at allir sálmarnir eisini komu upp á skíggjan, so hvørt sum teir blivu sungnir. Fyri okkara viðkomandi var hetta í øllum førum ein stuttlig uppgáva at fáa, og eg haldi, at fólk fingu eina góða uppliving.

Orð og myndir: Hilmar Jan Hansen.