- Biðisløgini fáa fólk at enda gudstænastuna í kvirru og tøkk
- Deknurin kom ein dagin til mín og spurdi, um eg ikki kundi ringja til gudstænastur í nakrar sunnudagar fram. Tað geri eg enn, sigur Helgi Poulsen, klokkari í Kunoyar kirkju.
Orð/myndir: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)
KUNOY – grein 3 av 6: Tað man hoyra til rárastu hending, at ein kirkjuklokka brotnar, tá ringjast skal, í hesum føri enntá fyri einum brúðarpari.
Hetta var kortini júst tað sum hendi her í Kunoyar kirkju sunnudagin 25. februar í 1906, tá Heini og Olevina norð í Húsi skuldu vígast.
Klokkan var annars útvegað kirkjuni í 1789, var stoypt í Keypmannahavn og hoyrdist rættiliga víða, - heilt út á Vík í Leirvík, har kunoyingar og kalsoyingar skóru torv, og í góðum veðri heilt á Selatraðar skarð.
Men henda dagin brotnaði altso klokkan, men var stoypt umaftur sama árið. Síðani tá hava í hópatali av monnum havt hesa tænastuna, onkur teirra í samfull 48 ár.
Helgi Poulsen hevur verið klokkari her seinastu 24 árini. Í dag eru teir tríggir klokkarar, sum skiftast um at ringja ein mánað ísenn.
- Eg loysti eg ein annan av í dag (17. juli 2022). Eg var klokkari í juni, og skal so ringja aftur í september, greiðir 64 ára gamli Helgi frá.
Í FAÐIRSINS FÓTASPORUM
Tá talan er um tænastuna sum kirkjutænari, hendir tað rættiliga ofta so, at ein sonur ella ein dóttur fylgir í fótasporinum hjá foreldrum sínum. Soleiðis var tað eisini í Kunoyar kirkju.
- Ja, tað var í roynd og veru júst soleiðis, at eg kom at avloysa pápa mín, greiðir Helgi frá.
Hann fylgdi sum vera man við, tá pápin, Poul Jacob Poulsen, so trúfastur fór upp í tornið at ringja, tá onkur tænasta var í kirkjuni.
Ein dag gjørdist støðan hon, at nú mátti Helgi av álvara traðka í faðirsins fótaspor sum kirkjutænari í heimbygdini.
Hetta hendi ta ferðina, tá pápin gjørdist sjúkur og mátti leggjast undir skurð. Hann skuldi, orsakað av hesum, ikki gera nakað arbeiðsligt í eina tíð framyvir – heldur ikki ringja.
- Ein dagin eg var farin í kirkju, kom deknurin til mín og spurdi meg, um eg ikki kundi ringja til gudstænastur í nakrar sunnudagar fram.
- Støðan var hon, at deknurin tá virkaði bæði sum klokkari og sum deknur undir gudstænastuni. Tað bar ikki serliga væl til, sum skilligt er, greiðir Helgi frá.
Og hann leggur aftrat:
- Soleiðis hevur tað bara hingið við hesi seinastu 24 árini!
KALLA TIL GUDSTÆNASTU
Onkur vil kanska halda, at tað at vera klokkari og at ringja inn til eina gudstænastu, er einfalt og helst eisini eitt bara-bara – og so er tað gjørt.
Men hesum sjónarmiði er Helgi ikki heilt samdur í:
- Nei, ein klokkari hevur eisini eina ábyrgd við eina gudstænastu. Tað er jú í roynd og veru hann, sum umvegis klokkuna, kallar á fólkið um at koma í kirkju.
- Og tað er avgjørt nakað sum eg føli at vera mína uppgávu ein sunnudag, slær hann fast.
Hetta sama ger seg galdandi, tá gudstænastan er at enda komin, og biðisløgini skulu ringjast. Tað er heldur ikki eitt bara-bara.
- Tá hesi níggju biðisløgini eru, fáa fólk líkasum eitt høvi at enda gudstænastuna í kvirru og tøkk. Tað hevur eisini sín týdning.
ILSLIGT
Ein fyrimunur við at vera klokkari í einari kirkju, har ringt verður við hond uppi í torninum, er útsýnið.
Kirkjurnar standa sum oftast soleiðis fyri í landslagnum, at gott útsýnið er í allar ættir, har ein kann njóta vakurleikan kring kirkjuna, og, er ein heppin, so eisini út á hav.
Men júst henda staðsetingin og hetta útsýnið kann eisini vera ein bági fyri tann, sum skal ringja til gudstænastuna uppi í torninum. Orsøkin er vindurin.
- Jú, tað hevur onkutíð verið so mikið ringt veður, at eg ikki hættaði mær at koyra lúkurnar upp ein sunnumorgun.
- Veðrið var so mikið ilsligt henda eina dagin, at tað var ikki hugsingur um hjá mær at gera tað. So tann dagin rakk kirkjuklokkan ikki so víða, sigur Helgi og brosar.
- - - -
Hetta er triðja greinin um kirkjulívið í Kunoy. Hinar báðar greinarnar eru:
1) Gott at koma saman um Guds orð, trýst her:
2) Jesus hevur alt at siga fyri meg, trýst her:
Í fjórðu greinini, sum kemur seinni, hitta vit Jógvan Heinesen, sum hevur verið trúfastur kirkjugangari alt sítt lív.