Skriva út
Biðið og tit skulu fá.
20.05.2014 Tíðindi
Vit eru í kirkjuárinum farin um dýra biðidag, sum er fjórði fríggjadagur eftir páskir. Hann hevur ongan bíbilskan uppruna, men er ein samansjóðing av fleiri iðranar- og biðidøgum, ásettur eftir kongligari fyriskipan í 1686. Dagurin hevur verið strangliga hildin, sum eisini navnið á honum í Suðuroy, »heilig fríggjadagur«, man vátta. Gamalt var, at frá klokkan seks dýrabiðidagsaftan til klokkan seks dýra biðidag, mátti ikki rúka úr nøkrum húsi. Tey gomlu fastaðu eisini hetta samdøgrið
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
DÝRI BIÐIDAGUR. 2. tekstarøð: Matt. 7,7-14
Bøn er ein aðaltáttur í kristindóminum. Flestøll menniskju biðja, um ikki aðrar tíðir so tá ið trongstøða tekur seg upp. Og tað liggur í heitinum dýri biðidagur, at hesin dagurin er ætlaður til bøn og forbøn fyri fólki og landi.
Seinasta fríggjadag (16/5) var dýri biðidagur. Vit biðja fyri vælferð og trivnaði. Tað má eisini verða hjartans ynski og bøn, at kristin andi skal verða hin berandi mátturin í fólki okkara, so at vit mega styrkna og mennast í kristnum samtaki. Í næstakærleika og samanhaldi sum einastu gongdu leið til framburð í allari vinnu, bæði á sjógvi og landi.
Dýri biðidagur er fjórði fríggjadagur eftir páskir. Vit hoyra viðhvørt fólk siga, at tað er ikki rættur sunnudagur, um tey ikki eru í kirkju. So gott tað er at ganga í kirkju, er tað at biðja dag og dagliga ikki minni umráðandi.
Hildu fast við gamlan sið
Men dýri biðidagur – so týdningarmikil, hann er í kristinlívi okkara – hevur ongan bíbilskan uppruna. Hann er ein samansjóðing av fleiri iðranar- og biðidøgum, ásettur eftir kongligari fyriskipan í 1686.
Dagurin hevur verið strangliga hildin, sum eisini navnið á honum í Suðuroy, »heilig fríggjadagur«, man vátta. Gamalt var, at frá klokkan seks dýrabiðidagsaftan til klokkan seks dýra biðidag, mátti ikki rúka úr nøkrum húsi. Tey gomlu fastaðu eisini hetta samdøgrið.
Eftir trúbótina, skuldi alt beinast burtur, sum hevði katólskan uppruna, og ta fyrstu tíðina duttu allir tílíkir biðidagar burtur. Trúbótarmenn góðtóku undir ongum umstøðum slíkar dagar einans við serstøkum bønar- og bótsdámi. Nú ráddi um bert at prædika reina og óspilta náði; tí nú var runnin upp ljósi og klári dagur gleðiboðskaparins.
»Men gamlir siðir eru ikki altíð lættir at sleppa av við, og fólkið hevði hug til at halda fast við hesar dagar á sama hátt sum vit vita, at uppi við kirkju- og kristinlívi hanga enn í dag leivdir av katólskum siðum og skikkjum,« sigur Axel Tórgarð í bók sínari »Dagar og nøvn í álmanakkanum«.
Skjótt vendi lutherska kirkjan til gomlu biðidagarnar, og Axel Tórgarð nevnir, at í fyrstu altarbókini frá 1556, sum skipað varð fyri í danska og norska ríkjasambandinum, letur ritstjórin, Sælands biskupur Peder Palladius, fáa innivist tekstirnar, ið høvdu verið lisnir gomlu biðidagarnar. Undir heitinum »Á biðidøgum«.
Hesir biðidagar skuldu kortini ikki verða hildnir teir tríggjar dagarnar fyri himmalsferðardag Krists, men mikudag ella fríggjadag í keypstøðunum og uppímillum ein sunnudag úti um landið.
Ein dagur fyri tríggjar
Nú gjørdist siður, at kongur eftir uppskoti frá biskupunum tey flestu árini skipaði fyri, at tríggir dagar skuldu verða hildnir sum iðranar- og biðidagar, men teir vóru ikki ávísir dagar í kirkjuárinum ella kalendaraárinum. Teir vórðu fyriskipaðir ár fyri ár. Vanliga vórðu hesir dagar lagdir millum nýggjár og páskir.
Tað vórðu hesir dagar, sum Christian V (kongur 1670-1699) legði saman í ein vanligan føstu-, iðranar- og bønardag. Og hann verður settur til at vera fjórða fríggjadag eftir páskir. Hetta varð gjørt við við kgl. fyriskipan 27. mars 1686.
Alt eftir sum páskirnar eru, kann so dýri biðidagur vera fyrr ella seinni um várið. Tað fyrsta, hann kann vera, er 16. apríl og tað síðsta 21. mai. Ein dagur kom nú í staðin fyri tríggjar. Og hann fekk eisini ein heldur strangari dám. Har skuldi verða fastað til eftir gudstænasturnar, og fyriskipanirnar viðvíkjandi hvílu vóru strangari enn vanliga sunnudagshaldið.
Nú í tíðini hevur dagurin ikki tann stranga dámin, men er framvegis dagur við gudstænastu. Í ár var prædikuteksturin eftir seinnu tekstarøð: Matt. 7,7-14.
Tær gomlu kirkjubønirnar, sum hava samband við epistul og evangelium, vísa okkum – soleiðis sum sálmarnir eisini gera tað – á innihaldið í nevnda teksti, sum byrjar við teimum vælkendu orðunum úr Fjallaprædikuni: »Biðið, so skal tykkum verða givið.«
Biðið, og tit skulu fá,
so man Jesus okkum heita.
Í hans navni vera má
bønin, ið skal signing veita;
søkja á hans fund tit mega,
fáa munnu tey, sum biðja
(SFK, nr. 387)
Onnur tíðindi