Skriva út
Bíbliulesiætlan 2022- 2023
05.12.2022 Tíðindi
Føroya Bíbliufelag: Bíbliulesiætlan fyri 2022- 2023 er komin út í allar fólkakirkjur og nógvar samkomur, og kann hon vera eitt gott amboð til at skipa okkara lestnað í Bíbliuni.
Her eru skriftstøð til hvønn dag, og sunnudagar samsvara skriftstøðini við tekstin, sum verður boðaður í Fólkakirkjuni.
Í hesari útgávuni siga fýra fólk frá, hví tey lesa í Bíbliuni, hvat teir fáa burtúr úr og hvørji ráð teir
hava til okkara.
Bíbliulesiætlanin byrjaði fyrsta sunnudag í advent og heldur á eitt heilt ár fram. Hon fæst
kring alt landið, í kirkjum, fríkirkjum og samkomum.
Einstaklingar kunnu bíleggja frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella við at skriva á teldupostin biblia@biblia.fo
Onnur tíðindi