Skriva út
Bíbliufelagið nýggjan talvudag.
23.11.2012 Tíðindi
Mánadagin 19. november 2012 varð Føroyska Bíbliufelagið alment stovnað. Henda dag skrivaðu aðalskrivarin í Danska Bíbliufelagnum og formaðurin í Føroyska Bíbliufelagnum undir samstarvsavtalu.
Føroyska Bíbliufelagið er tvørkirkjuligt. Fimm av átta nevndarlimum eru úr fólkakirkjuni, hinir tríggir eru úr katólsku kirkjuni, hvítusunnusamkomunum og tí karismatisku rørsluni. Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, er formaður.
Sama dag fingu føroyingar ognarrættin til týðingina hjá Dahl/Viderø av Bíbliuni.
Frá gamlari tíð hevur talvan, ið varð ásett við lóg, gingið nýggjársdag til frama fyri Bíbliufelagið. Hesin dagurin verður nú fluttur til hvítusunnudag.
Biskupur vónar, at Fólkakirkjan tekur væl ímóti Føroyska Bíbliufelagnum, ið kemur at umsita aðalritið undir allari kristnari prædiku, - Bíblian.
Talvudagurin er fluttur til hvítusunnudag. Meira kann lesast á www.biblia.fo.
JF
Onnur tíðindi