Skriva út

Bergtórur prædikar á ólavsøku

30.05.2018 Tíðindi
Bergtórur prædikar á ólavsøku

Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 7 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar.

Bergtórur tók við embætinum í Norðstreymoy tann 01.01.2011 og varð innsettur í kallið 30.01.2011. Hann er sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við bústaði í Hvalvík.

Hann er ættaður úr Vági, og giftur við Halldis Müller, ið er ættað úr Hvalba. Tey eiga børnini Femju, Aleksandur, Katarinu og Juliu.

Vit ynskja Bergtóri gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag.

JF