Skriva út

Bergtórur: - Føstan fær okkum at hugsa um, hvat Jesus er fyri meg

25.03.2022 Tíðindi
Bergtórur.jpg

- Vit hava føstugudstænastur av teirri einfaldu orsøk, at hetta er ein gamal siður her á landi, sigur Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur.

Orð: Snorri Brend, www.folkakirkjan.fo/Mynd: Torleif Johannesen.

FØSTUTÍÐIN: Vit eru nú komin hálva leið í føstutíðini 2022. Komandi sunnudagur verður nevndur miðføstusunnudagur, og páskadagur fellur í ár 17. apríl.

Fyri mong hevur henda tíðin, frá føstuinngangi og til páskir, ikki tann stóra týdningin, men hjá øðrum er hetta ein týdningarmikil fyrireiking til størstu kristnu hátíð okkara – páskirnar.

Hjá summum er føstutíðin merkt av, at ein gevur gerandisdegnum eitt annað innihald. Hetta kann til dømis gerast við at ein leggur um ymiskar vanar ella óvanar, onkur velur at fasta, og ein annar gevur sær sjálvum tíð at vera í friði og kvirru og í nærveru við Jesus.

Og ein triði leggur dent á fara til tær mongu og ymisku føstugudstænasturnar, ella ein byrjar at geva medmenniskjum sínum størri ans og kærleika.

Ein teirra, sum hevur gjørt sær sína hugsan um hesa serliga tíðina í kirkjuárinum, er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi.

Í eini sjónbandaðari samrøðu við Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara, sum er gjørd í gomlu kirkjuni á Nesi, vísir hann millum annað á, at vit øll kunnu brúka føstutíðina til nakað positivt.

- Ja, sigur hann. - Vit kunnu til dømis brúka hesa tíðina at hugsa um, hvussu tað er statt við míni trúgv, og hvussu eg kann fylgja í fótasporum Jesusar?

EIN GÓÐUR OG GAMAL SIÐUR
Vanliga eru gudstænasturnar sunnudag, men í føstutíðini verða somuleiðis hildnar gudstænastur mitt í viku ella ein gudstænasta eitt sunnukvøld, onkutíð skipaðar øðrvísi enn tær vanligu.

Ein viðkomandi spurningur til ein prest við eitt slíkt høvi er hesin: Hví hava vit yvirhøvur føstugudstænastur enn á døgum?
Svarið frá Bergtóri kemur beinanvegin:

- Vit hava føstugudstænastur av teirri einfaldu orsøk, at hetta er ein gamal siður her á landi.

- Hesin siður hevur somuleiðis verið í øðrum londum, men vit í Føroyum hava so hildið fast við hann longur enn, hvat onnur hava gjørt, vísir prestur á.

Og Bergtórur leggur í sama andadrátti aftrat:

- Eg haldi eisini at hetta er nakað, sum vit eiga at vera fegin um.

FYRIREIKA HUG OG SINNI
Bergtórur vísir á, at vit, enn í dag, kunnu brúka føstuna til nakað skilagott – í roynd og veru til tvey ymisk endamál:

Í fyrra lagi eiga vit at hugsa um tað, sum Jesus hevur gjørt fyri okkum, og hugsa um tann vegin, sum hann mátti ganga til Golgata og krossfestingina har, og tað sum síðani leiddi til uppreisn hansara páskamorgun.

Harnæst skal føstutíðin onkursvegna fáa okkum at hugsa um aðrar og meiri persónligar spurningar: Hvat so við mær? Hvat hevur alt hetta við Jesusi at týða fyri meg? Ja, og vit kunnu hugsa um, hvat mítt kristinlív gongur út uppá?

- Hetta er tað, sum vit í roynd og veru eiga at brúka føstuna til, nevniliga at fyrireika okkum í huga og sinni til ta stóru páskahøgtíðina, sum stendur fyri framman, slær Bergtórur fast.

RUDDA ÚT
Í hesum sambandi nevnir Bergtórur eitt sálmaørindi, ið er hóskandi her, og finst í sálmi nummar 168 eftir Jóannes Patursson í Sálmabókini.

Fyrsta ørindið ljóðar soleiðis:

Legg nú niður verðsligt sinni,
búgv nú væl títt hjarta til,
lat ei eiga pláss har inni
tað, sum spilla av sær vil;
rudda út og ger tað bjart,
birt har ljós, sum fyrr var svart,
at so frítt har í kann verða,
so Guðs bílæt tú kanst bera.

- Eg haldi, at hetta ørindið sigur alt tað, sum føstan vil okkum: At vit rudda út í øllum tí, sum plágar okkum dag og dagliga; at vit hugsa um Frelsaran sum gekk vegin fyri okkum; og so, hvat hetta hevur at týða fyri meg, mítt gudslív og mína tænastu fyri næstan.

- Hetta kann so føra til, at eg kann koma at bera Guds bílæt her á jørð.

TAKA BOÐSKAPIN TIL SÍN
Ein seinasti spurningur í hesum sambandi er, hvussu ein kann fáa nútíðar menniskju at skila henda boðskapin.

Sum longu nevnt hevur ein í øðrum londum lagt av henda siðin at hava gudstænastur í føstutíðini.

- Ja, tú kanst siga, at tað ikki hevur gingið eins væl allastaðni. Men her á landi eru vit ófør at ganga til føstugudstænastur.

- Men tann stóri spurningurin er sjálvandi, hvussu væl boðskapurin fer inn hjá tí einstaka, sum Bergtórur tekur til.

- Tað er sjálvandi ilt at meta um, men eg vóni bara, at fólk taka boðskapin til sín!