Skriva út

Bergtórur: - Fólk kenna seg aftur í prædikuni á ólavsøku

25.07.2018 Tíðindi
Bergtórur: - Fólk kenna seg aftur í prædikuni á ólavsøku

- Eg ætli mær ikki at peika fingrar eftir politikkarunum í míni prædiku.

Tað sigur Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann er presturin sum í ár skal halda prædiku undir hátíðarligu gudstænastuni ólavsøkudag.

Hann hevur síðani 2011 verið prestur í prestagjaldinum, við heimstaði í Hvalvík. Og nú, sjey ár seinni, stendur hann fyri eini stórari avbjóðing at skula prædika til alt fólkið á tjóðarhátíð okkara.

- Nei, eg ætli mær ikki at peika fingrar móti politikkarunum, men heldur venda peikifingurin móti okkum sjálvum sum prestum og kirkja, sigur Bergtórur í samrøðu við serstaka ólavsøkublaðið, sum Sosialurin gav út í vikuni.

Og hann leggur aftrat í sama andadrátti:
- Tað er altíð áhugavert at seta spurningin, um hvønn leiklut ið kirkjan skal hava í dagsins samfelagi, - um vit røkja uppgávuna nóg væl, ella kunnu gera okkurt betur.

FÓLKSINS FEST
Tað er nakað síðani, at Bergtórur Hjelm Bjarkhamar fekk at vita, at tað var hann ið skuldi halda prædikuna í ár. Og sambært honum sjálvum er ætlanin at vera liðugur við hana í góðari tíð.

- Ólavsøka er hátíð, og ólavsøkuprædikan er hátíðarlig. Hetta er fólksins fest, og prædikan skal tí eisini fara tann vegin.

- Eg vil fegin, at so mong fólk sum gjørligt kenna seg aftur í prædikuni, leggur hann dent á.
Tað eru ávísir tekstir at prædika yvir á ólavsøku, og tað fer prestur sjálvandi eisini at halda seg til. Teir eru útgangsstøði fyri einum parti av prædikuni.
- Umframt at halda meg til gomlu bíbilsku tekstirnar, vil eg fegin røkka inn í nútíðina við prædikuni, sigur Bergtórur Hjelm Bjarkhamar.

SEKUND FRAMMANFYRI
Skipanin við gudstænastunum á ólavsøku er hon, at tað er tann elsti av teimum yngstu prestunum í embæti, og ikki hava prædikað áður á ólavsøku, sum prædika henda dagin.

Sambært ólavsøkublaðnum eru tað í løtuni sjey prestar, sum standa í røðini at prædika á fyrsta sinni á tjóðardegi okkara. Av teimum er altso Bergtórur Hjelm Bjarkhamar tann elsti av teimum.

Síðani 2011 hevur hann tí vitað, hvar hann stóð í røðini. Tí hevur bara bíðað eftir hesum møguleikanum.

- Eg og Anne Mette Greve Klemensen vóru prestvígd samstundis. Men hon var nøkur sekund frammanfyri meg, so hon stóð tí eisini frammanfyri meg í køini.

- Eg havi tó vitað, at tá hon hevði hildið sína ólavsøkuprædiku, var tað mítt tørn, greiðir hann frá.

Gudstænastan á ólavsøku byrjar sum vant klokkan 11, og verður bæði send í útvarpi og sjónvarpi.

Orð: Snorri Brend