Skriva út
Bergens biskupsdømi 950 ár
17.08.2018 Tíðindi
Bergens biskupsdømi er eitt av teimum fimm gomlu biskupsdømunum í Noregi. Tað varð í 1068 stovnað sum Selju biskupsdømi og varð flutt til Bergens góð tjúgu ár seinni. Tað fevndi upprunaliga um alt Vesturlandið, frá Ryggjabeiti til Rómsdals. Biskupsdømið fevnir í dag um Sóknarfjarðar og Hørðalands fylki eftir at Suðumøri í 1983 gjørdist partur av nýggja Møra biskupsdømi. Eftir trúbótina var Føroya kirkja góð seksti ár undir Bergens biskupsdømi
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Bergens – ella Bjørgvinjar – biskupsdømi kann í ár hátíðarhalda 950 ára stovningardag. Teir fyrstu biskuparnir búðu ikki í Bergen, men einar hundrað fjórðingar longri norðuri, á oynni Selju.
Oyggin er lítil, á leið sum Koltur, men ikki so høg. Og hon er uttan fyri Norðfjørð, móti víðum havi, beint sunnan fyri Stað. Havvendu megin var á fyrstu kristnu døgum Noregs eitt stórt klostur, vígt Heilagu Sunnivu.
Hesin halgistaður hevur havt sama týdning fyri fólkið á Vesturlandinum sum Niðarósi fyri fólk í Tróndaløgum. Eftir klostrið eru bert toftir.
Føroyar undir Bergens biskupsdømi
Eftir trúbótina og biskupsstólurin í Kirkjubø í 1557 varð niðurlagdur og Føroyar skipaðar sum próstadømi, komu vit undir biskupsdømi Bjørvinjar. Heini Jónsson (Havreki) var próstur og Gjeble Pedersen biskupur. Í góð seksti ár vóru Føroyar undir Bjørvinjar biskupsdømi. Síðan undir Sælands biskupsdømi. Seinasti biskupur okkara í Bjørgvin var Niels Paaske.
Stutt eftir 1100 varð biskupssetur sett á stovn í Kirkjubø, og kom tað undir erkisetrið í Niðarósi í Noregi, tá hetta varð stovnsett í árinum 1153. Og fram til siðaskiftið vóru Føroyar eitt av teimum ellivu biskupsdømunum, ið lógu undir Niðarósi.
Vit kenna nøvnini á 33 katólskum biskupum í Føroyum, og vit vita á leið embætistíð teirra. Hin kendasti teirra millum var Erlendur, sum í 1268 varð vígdur til biskup í Føroyum, og sum doyði í 1308. Erlendur fór undir at byggja dómkirkju í Kirkjubø (Múrin), og í dag halda fleiri, at tað eydnaðist at gera kirkjuna so mikið lidna, at hon varð vígd, so føroyingar fingu sína dómkirkju.
Um leið 1538 fór siðaskiftið fram, og í 1540 varð Jens Gregersen Riber tilnevndur biskupur ‒ fyrsti lutherski biskupur í Føroyum. Hann sat í embæti til 1557, tá hann varð tilnevndur biskupur í Stavangri.
Føroyar gjørdust tá próstadømi undir Bjørgvinjar stifti til 1620, síðani komu tær undir Sælands stift, og við býtinum í 1923 undir Keypmannahavnar stift. Í 1963 vórðu Føroyar skipaðar sum varabiskupsdømi, og varabiskupur kom í próstsins stað.
Við lóg um stovnseting av biskupsdømi Føroya frá 6. november 1990 vórðu Føroyar skildar burtur úr Keypmannahavnar biskupsdømi og skipaðar sum egið stift, og Havnar kirkja gjørdist dómkirkja.
Í 2007 varð fókakirkjan yvirtikin sum sermál undir heimastýrinum.
Sverri kongur grivin í Bergen
Í Bjørgvin hava fólk flest lært, at tað var Ólavur kongur Kyrri, sum grundaði býin í 1070. Rannsóknir seinni hava avdúkað, at tað antin vóru Ólavur Heilagi ella Danmarkar kongur Knútur Mæti, sum grundaðu staðin. Bjørgvin má tí hava túsund ára hátíðarhald longu í 2020, um tað er satt, at tað ikki var Ólavur Kyrri, sum grundaði býin.
Sverri kongur legði at landi á Selju tá ið hann kom úr Føroyum í 1174. Seks ár frammanundan var biskupsdømið grundað har. Ólavur Kyrri hevði longu frammanundan skipað norsku kirkjuna við trimum biskupsdømum: Niðarósi, Vesturlandið og Oslo.
Eftir at biskupsdømið var flutt til Bergens fór Ólavur Kyrri alt fyri eitt at leggja grundarsteinin undir ta stóru Kristkirkjuna, sum skuldi vera dómkirkja. Men hundrað ár gingu áðrenn henda kirkja varð fullførd. Í 1170 varð skrínið við beinknotum Sunnivu halgu flutt í Kristkirkjuna.
Kristkirkjan á Hólminum varð ein sera prýðilig kirkja.
Í Kristkirkjuni var Sverri kongur gravlagdur. Men tá Bergenhús-skansi varð útbygdur í 1520, læt høvuðsmaðurin har taka kirkjuna niður, tí hon bar upp fyri goturstykkjunum. Í dag veit eingin, hvat varð av jarðisku leivdum Sverra kongs.
Fimm biskupsdømi
Fram til trúbótina 1537 vóru fimm biskupsdømi í Noregi: Nidaros, Oslo, Hamar, Bergen og Stavanger. Niðarósi fevndi um økið norðan fyri Dovrafjall, Vesturlandið og Suðurmøri.
Jamtland var undir erkasætinum í Uppsala, meðan Herjadalur lá undir Tróndheimi. Hamra biskupsdømi umfataði innara Eysturland, ovaru Telimørk og innaru Sernu.
Oslo biskupsdømi røkk frá Mjøsu fyri norðan og niður til Gøtaánna í landsynningi og til Øgdir í útsynningi. Tað umfataði eisini próstadømið í Gerpi og ella niðaru Telimørk.
Stavangur fevndi um Rogaland, Valdris og Hallingsdal. Bjørgvin átti restina av Vesturlandinum.
Umframt nevndu biskupsdømi á norska meginlandinum, lógu hesi biskupsdømi undir norsku kirkjuni: Hólar og Skálholt í Íslandi, Føroyar, Orknoyar saman við Hetlandi og Suðuroyar (Hebridur) saman við Man.
Longu áðrenn trúbótina vóru biskupsdømini í bretsku oyggjunum farin at skilja seg burtur úr norsku kirkjuni. Í 1474 komu tey undir nýstovnaða skotska erkastólin í St. Andrews. Óvist er tó, um ikki erkabiskupurin í Niðarósa eftir hetta hevði eitt orð at siga í oyggjunum har fyri vestan.
Í Grønlandi var biskupsdømið í Gørðum, men neyvan hevur biskupur sitið har eftir ár 1400. Sambandið við Grønland var lítið og einki, men alla miðøldina vórðu biskupar settir í embætið (teir virkaðu oftast sum vikarbiskupar í Noregi).
Eftir trúbótina
Við trúbótini vórðu biskupsdømini á Hamri og Oslo løgd saman. Tað hendi í sambandi við, at biskupurin í Oslo, Hans Rev, varð útnevndur til evangeliskan superintendent yvir báðum stiftunum í 1541. Hamar varðveitti tó dómkapittlið eina tíð.
Ætlanir tykjast eisini at hava verið um at leggja Stavangur undir Bjørgvin, haðan eisini Tóndheimur í vissan mun var stjórnaður fyrstu árini eftir trúbótina. Í 1546 fekk Tróndheimur sín egna superintendent.
Eftir trúbótina vórðu fýra stift í Noregi: Oslo/Kristiania, Tróndheimur, Bjørgvin og Stavangur. Frá 1572 til 1645 var eisini Jamtland undir Tróndheimi.
Suðurmøri kom undir Bjørgvin í 1622, meðan Valdris og Hallingsdalur vórðu verandi undir Stavangri til 1631, tá tey vórðu løgd undir Kristiania stift. Í 1682 varð bispasætið í gamla Stavangri stifti flutt til Kristiansand og fekk tá heitið Kristiansand stift.
Annars hendu ongar broytingar í stiftsbýtinum fyri 1800. Í 1804 fekk Norðurnoreg egnan biskup, men Tromsø stift varð ikki formliga stovnað fyrr enn í 1844. Í 1863 varð Hamar endurstovnað sum egið stift. Heitið biskupsdømi varð alment sett aftur í gildi í 1918.
Bergen er í dag býtt sundur í ellivu próstadømi, 58 kirkjulig felagsráð og 179 sóknir. Síðan 2009 hevur Halvor Nordhaug verið biskupur. Dómkirkja har er Ólavskirkjan, vígd Ólavi kongi Heilaga.
Seljumannamessa
Vit skulu nú venda aftur til heilagu Sunnivu og oynna Selju, har Bjørgvinjar biskupsdømi av fyrstan tíð var grundað.
Ein dagur, sum ikki er í álmanakka okkara longur, er seljumannamessa. Dagurin er við í kristnirætti Jóns Reyða, sum allur var galdandi frá 1277 til trúbótina. Teir mishalgidagar, sum har eru nevndir, eru 41 í tali, og tað eru teir, sum Anton Degn, skjalavørður, umrøður í greinini »Mishalgidagar« í 20. bindi Varðans.
Seljumannamessa er 8. juli. Dagurin verður hildin til minnis um hina heilagu Sunnivu og fylgisneytar hennara, sum umkomust á oynni Selju uttan fyri Norðfjørð í Noregi. Sambært halgisøguni var Sunniva ein kristin írsk kongsdóttir, sum noyddist at rýma úr landinum av tí at hon hevði givið einum lítið heiðurligum biðili krakk.
Við trimum skipum, sum hvørki høvdu árar, róður ella segl, fóru Sunniva og fylgi hennara avstað og komu í øllum góðum til Noregs. Har settust hon og ein partur av fylgi hennara á oynni Selju. Tey hildu til í hellum og lívbjargaðu sær við útróðri. Hin parturin fór til oynna Kinn.
Oyggjarnar vóru tá óbygdar, og teir heidnu norðmenninir, sum høvdu fenað gangandi har, fingu Hákun jall á Løðum, sum tá ráddi í Noregi, at senda herfylking út at reka hesi fólkini burtur, tí hetta mátti vera tjóvar. Men áðrenn herurin kom út hagar, vóru stórir klettir rapaðir oman yvir hellini og øll fólkini deyð.
Seinni sendi Ólavur Trygvason fólk út at leita eftir beinagrindum av hesum pínslarváttum. Likam Sunnivu, sum varð funnið heilt uttan mein, varð lagt í skrín í árinum 996, og ein kirkja – seinni eitt klostur – varð bygt á Selju. Í 1170 varð Sunnivu-skrínið sett á háaltarið í Kristkirkjuni í Bergen, sum tá var dómkirkja har.
Navnið Sunniva er sett saman av <Sunn->, sama sum enskt <sun> = sól, og <-iva>, gl. enskt <gifu> = gáva.
(mynd)
Dómkirkjan í Bergen er langhús úr gróti við síðuskipi og skrúðhúsi. Hon er 60,5 m long og 20,5 m breið. Tornið er 13 m breitt og kórið 13,5 m breitt. Toftir av tveimum eldri kirkjum eru funnar undir hesari kirkjuni. Fyrstu ferð, dómkirkjan verður umtalað er í 1181, tá hon verður nevnd Ólavskirkja. Hon er vígd Ólavi kongi Heilaga.
Onnur tíðindi