Skriva út

- Ber illa til at ringja og spæla orgul ísenn

19.02.2019 Tíðindi
- Ber illa til at ringja og spæla orgul ísenn

Hvønn einasta sunnumorgun, meðan nógv kirkjufólk gera seg kláran at fara til gudstænastu, eru tað fleiri fólk sum longu eru farin til sína tænastu.

Hetta eru tey mongu og trúføstu fólkini, sum sunnudag eftir sunnudag, og ár eftir ár, gera sín gerning sum tænarar í øllum kirkjum okkara.

Tað eru kanska ikki øll, ið hugsa um tað, men ein veruleiki er kortini hann, at hesi fólk, í góðari tíð undan hvørji einastu gudstænastu, eru til reiðar við sínum parti í tí at útinna eina gudstænastu, annaðhvørt talan er um hámessu ella gudstænastu við lestri.

Ein einføld lýsing kann gerast soleiðis:

- Hugsa bara um prestin, sum hevur lisið gudfrøði í mong ár, og sum til hvønn einasta sunnudag skal hava gjørt sær sínar tankar um innihaldið í teimum skiftandi prædikutekstunum.

- Hugsa um deknin, sum í samband við eina deknagudstænastu, hevur fleiri lestrarbøkur at velja millum, og í leypi av vikuni hevur valt út og lisið dagsins lestur ígjøgnum fleiri ferðir.

- Hugsa um klokkaran, sum henda morgunin skal tvær ferðir frá húsum, klokkan 9 og klokkan 10, áðrenn hann ringir inn á triðja sinni klokkan 11, tá gudstænastan byrjar.

- Hugsa um organistin, sum undan hvørjari gudstænastu skal venja og venja, og at enda spæla teir fýra ella fimm sálmarnar sum skulu syngjast við hesa gudstænastuna.

- Og hugsa um øll hini mongu, sum hava aðrar týðandi uppgávur í samband við gudstænastur og kirkjulív annars. Øll hesi eru ikki fá í tali, hóast vit kanska ikki síggja tey og teirra arbeiði í tí dagliga.

Ein teirra, sum er partur av hesum stóra skara av trúføstum kirkjutænarum er 53 ára gamli Magnus Eliassen, sum seinastu sløku sjey árini hevur røkt tænastuna sum urguleikari við Mikladals kirkju.

BERT TANN EINI
Tá hugsað verður um tey mongu, sum røkja tænastuna sum organistar í landsins kirkjum, er tað oftani so, at tey verða biðin til hesa tænastuna av verandi urguleikara ella kanska av kirkjuráðnum.

Í mongum kirkjum er støðan hon, at tað er sera trupult at útvega organistar til gudstænastuna. Tí mugu tey mangan taka til rættiliga kreativar loysnir við avloysarum, soleiðis at tað altíð er ein at spæla undir til sálmasangin.

Aðrastaðni er øðrvísi, tí har eru fleiri organistar at velja millum. Men soleiðis er ikki í Mikadali. Har finst bert tann eini urguleikarin – Magnus Eliassen.

Í kirkjuni vóru tey frammanundan signaði við einum øðrum organisti, Karl Hendriksen, sum, komin nakað væl upp í árini, heitti á tann væl yngri Magnus um at taka við eftir seg á orgulbeinkinum í bygdarkirkjuni.

Karl fór til Havnar at búgva, og undir hesum umstøðum játtaði Magnus sjálvandi og beinanvegin, og síðani 2012 er tað hann, sum hevur spælt til gudstænastur her.

- Mær dámar sera væl at spæla orgul, sigur hann í samrøðuni.

TÁ KÓR VITJAR
Hesi árini, sum Magnus hevur verið organistur, hevur hann spælt til eitt stórt tal av gudstænastum, bæði við presti og har deknurin las.

Her hevur verið brúk fyri hansara tænastu sunnudagar og til aðrar hátíðardagar í kirkjuárinum. Men altíð hevur hann gjørt tænastuna við ídni og kærleika til kirkjuna. Sunnudagin 6. januar í ár, sum var trettandadagur, var aftur ein slík serstøk gudstænasta í Mikladali.

Hetta kvøldið var nevniliga boðið inn til gudstænastu við Marjun Lómaklett, presti, eins og menn úr Undirhúsinum á Toftum sungu. Aftaná var hugnalig samkoma í Avhaldshúsinum, har Hilda Viderø greiddi frá missiónsarbeiði hennara í Afrika.

- Ja, tað er altíð hugnaligt, tá vit fáa vitjan í kirkjuni. Og serliga stuttligt er tað at vera organistur, tá eitt kór er á vitjan. Tá gongur sálmasongurin so væl.

BARA EITT ÍSENN
Á smábygdunum - har tað kann vera trupult at manna eitt kirkjuráð, og mangastaðni stendur á at fáa kirkjutænarar - verður avleiðingin tí ofta hon, at somu fólk kunnu ganga aftur í fleiri tænastum gjøgnum árini.

At tað eisini er soleiðis við kirkjuna í Mikladali, er Magnus eitt gott dømi um: Hann hevur í roynd og veru eisini verið klokkari her.

- Tað var í 1992, at heitt varð á meg um at taka við tænastuni sum klokkari. Og tað játtaði eg, greiðir Magnus frá.

Samrøðan við Magnus Eliassen er gjørd trettandadag í ár, og henda dagin vóru liðin júst 27 ár, síðani hann fyrstu ferð ringdi inn til gudstænastu í heimbygdini.

- Pápi lærdi meg at ringja, men síðani tók eg yvir. Og hesa tænastuna havi eg so røkt til nú, ið eg setstur við orglið.

- Tú veitst: Tað ber jú illa til, bæði at ringja og spæla orgul undir somu gudstænastu, sigur Magnus við einum brosi.

Orð/mynd: Snorri Brend