Skriva út

Bach í kertuljósi í Kirkjubø

12.12.2019 Tíðindi
Bach.jpg

Í desember á hvørjum ári er tiltak í St. Martin In the Fields kirkjuni í London, sum er konsert, nevnd BACH IN CANDLE LIGHT, og á sama hátt verður gjørt í Kirkjubø, nú triðja árið á rað.

Konsertin fer fram á tann hátt, at fólk sita í tøgn í ein tíma og njóta Bach. Tá konsertin er liðug, syngja øll saman »Gleðilig Jól«.

Tað verður Meinhard Bjartalíð, prestur, sum er ein av fremstu Bach-serfrøðingum í Føroyum, sum bæði byrjar og endar kvøldið í kirkjuni. Og í kirkjuni verður ljósið ikki tendrað, har vera bara kertuljós tendrað.

Tað er Jón Festirsgtein, sum skipar fyri. Sjálvur spælir hann bratsj, maestro. Sopranur verur Cinthia Parada, operasangarinna úr Kili, sum býr á Strondum. Sámal Petersen, violin. Ragnar Andreasen, violin. Tóri R Jacobsen, Cello. Dávur Birgirsson, Guitar.

Aftan á konsertina verður sum vant ein hugnaløta í Stokkastovuni. Stuðlað tiltakinum hava Føroya Stiftsstjórn, Tórshavnar Býráð og Føroya Bjór. Alt tiltakið er ókeypis, og rúm er fyri umleið 120 fólkum í kirkjuni.