Skriva út
Avbjóðingin, nú øll embætini eru mannað (m/k)
03.10.2013 Tíðindi
Seinasta sunnudag var sannur hátíðardagur í Vestmanna. Yngsti sóknarpresturin byrjaði í kalli og tænastu. Løtan í Vestmanna kirkju var vøkur og unnilig. Nýggi presturin kom væl frá síni uppgávu. Prædikan var góð og væl framborin.
Tað var dómprósturin, ið skipaði Marjun í Kálvalíð í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi. Hóast sóknarkirkjan er í Vestmanna, skal Marjun røkja ikki færri enn 13 kirkjusóknir. Tað er ein stór og krevjandi uppgáva, ið hon røkir saman við trimum starvsfeløgum.
Eisini hjá biskupi var sunnudagurin ríkur havandi í huga dugnaliga kvinnu og fyrisitingarlig atlit. Øll árini, ið eg havi stjórnað kirkjuni, eru merkt av onkrum, ið vit kunnu kalla “fyribils”. Tað hava verið ymiskar fatanir av, hvussu væl hetta hevur vignast. Sjálvur eri eg nøgdur, men tað er ikki altíð nóg mikið, at ein sjálvur er nøgdur. Viðhvørt hevur verið torført at sæð opinleikan, og sama rørsla verður tulkað ymiskt og fær tann lit, sum eyguni síggja.
Undirritaði takkar hjartaliga øllum teimum, ið hava gjørt tænastu í styttri ella longri tíð. Lagalig kirkjuráð og tænarar røktu og røkja trúføst sítt kall. Prestar, ið vóru farnir frá, tóku eitt tørn sum fyribils settir. Tað gekk væl, og biskupur takkar teim eldru prestunum hjartaliga fyri tíðina.
Eitt nýtt fyrisitingarligt tíðarskeið byrjar, nú øll embætini eru mannað við dugnaligum fólki. Biskupur hevur tikið ta avgerð, at vit í framtíðini fara at lýsa styttri vikarstørv leys á heimasíðu fólkakirkjunnar, hóast hetta formliga ikki er neyðugt. Á henda hátt verður fólkaræðið styrkt, eisini tá ið talan er um avloysarar.
Júst fólkaræðið treytar, at kirkjan kann vera rúmlig og hýsa øllum, bæði tí stóru fjøld og sjónarmiðum, ið verða mett sum minniluta sjónarmið. Lóggávan ásetir, at fólkakirkjan við starvssetan av prestum tekur atlit at minnilutum.
Rúmlig og breið er kirkjan. Viðhvørt er neyðugt at opna gluggan, so tað fríska lotið ger vanahugsanina frískari. Fólkakirkjan skal rúma breiddini.
Høgravongurin eigur at geva teimum vinstrumegin frælsi at virka. Vinstravongurin eigur at geva teimum høgrumegin frælsi at virka. Eisini miðlinjan eigur sjálvsøgd rættindi og skal læra kynstrið at lurta við báðum oyrum og síggja við báðum eygum.
Í tí stóra talvinum er tað uppgávan hjá biskupi saman við dómprósti at geva øllum leikarum, ið byggja á og virka útfrá játtanarritum fólkakirkjurnar, pláss og sømdir innan ásetta lóggávu. Einans svá eldist og mennist kirkjan sum fólkakirkja.
Tíðin er farin frá gomlum fordómum, nú kirkjan er mannað við kvinnum og monnum, ið hugsjónarliga spenna allan sólarringin. Vit mega endurnýggja ella avtaka orð sum høgra og vinstra, so orð við gomlum innihaldi ikki spenna bein fyri framtíðini og darva gongulagið.
Fólkakirkjan stevnir fram á leið. Skipari og stýrimaður, biskupur og dómpróstur, standa á brúnni. Havið er altíð ein spennandi avbjóðing, og aloftast er væl siglandi millum firðir og sund og víðopið hav.
Men, einsamøll megna vit einki. Manningin er góð á øllum plássum. Dugnalig fólk, ið eru trúføst og nærløgd, ganga kirkjuni til handa. Æran og heiðurin er Guðs aleina, hann, hvørs navn vit í fólkakirkjuni boða, - Jesu heilaga navn.
Tað er innihaldið og stevnan.
JF.
Onnur tíðindi