Skriva út

At sita á beinkinum er at vera kvirrur

24.09.2021 Tíðindi
Vesturkirkja Marianne.jpg
Mynd: - Óansæð, hvussu langur kirkjubonkurin er, so situr mann á somu fjøl og á sama setri, sigur Marianne Christiansen (innsett í myndina), biskupur í Haderslev Stift (Mynd: vesturkirkjan.fo).

KIRKJUBONKURIN: - Tað at kunna sessast í eini kirkju eru ein forrættindi. Fyrr sat bert aðalin, men nú situr alt kirkjufólkið undir gudstænastuni!

Orð: Snorri Brend
Ein av áhugaverdur sendingunum í Kringvarpinum er ”Skiftissiðir á lívsleiðini”. Henda áhugaverda sending, sum útvarpskvinnan Armgarð Arge leggur til rættis, verður í hesum døgum endursend.

Í einari av sendingunum var tosað um tað at fara í kirkju, og tað at kunna seta seg á ein bonk ella á ein stól, alt eftir hvør kirkjan er. Í summum kirkjum eru annaðhvørt beinkir ella stólar, meðan ein í øðrum kirkjum hevur bæði beinkir og stólar í kirkjurúminum.

Í sendingini var settur ein spurningur, um týdningin av at kunna seta seg á ein kirkjubonk. Og hesin áhugaverdi spurningurin var svaraður av Marianne Christiansen, sum tá var próstur, men sum hevur verið biskupur í Haderslev Stift síðani 2013.

-Vit eru øll ymisk, eins og vit øll hava persónlig ynski. Men í somu løtu, sum vit eru komin inn um kirkjudyrnar, so eru vit ein meinigheit, sigur Marianne Christiansen í svarinum.

Í FRIÐ OG NÁÐUM
Í svari sínum vísir Marianne Christiansen á, at vit í kirkjuni hava beinkir – kirkjubeinkir.

Hinvegin, - í flestu almennu hølunum eru ongin beinkir. Her er tað individuella snøgt sagt horvið.

- Í tokum og í flogførum leggur mann dent á setrið, og á tín persónliga komfort. Har verður gjørt hvat ið mann kann, soleiðis at fólk ikki verða órógvaði av øðrum, so tey kunnu sita í frið og náðum.

- Tað er bert, tá mann er privatur og intimur, at mann hevur eina sofa, ella setur seg tætt upp at øðrum menniskjum, vísir danski biskupurin á.

Og hon leggur aftrat:

- Hugsa so um viðurskiftini í kirkjuni: Óansæð, hvussu langur bonkurin er, so situr mann á somu fjøl og á sama setri.

- Tað er likamliga tætt, og tí sær mann eisini, at kirkjan fyrst fyllist í longdini, áðrenn hon fyllist í breiddini.

EIN FORRÆTTUR AT KUNNA SITA
Eini onnur viðurskifti í kirkjuni, sum Marianne Christiansen vísir á, er, at mong, fyri ikki at siga øll, seta seg ytst á beinkin.

- Tað skal altso nakað til, áðrenn tú setir teg tætt upp at einum øðrum, so leingi aðrir beinkir eru tómir. Tað kann kortini gerast neyðugt, og so sita tey øll har á beinkinum, - øll ymisk og øll við persónligum ynskjum.

- Men tá vit eru komin innar kirkjudyrnar, so eru vit ein meinigheit, ger Marianne Christiansen greitt.

Ein leggur merki til, at allir beinkirnar venda móti eystri. Guðstænasturúmið er eitt alment rúm, men har fylgja skyldur við. Og tað signalera beinkirnir.

- Teir eru har og bíða eftir, at fólk sessast og guðstænastan kann byrja. Júst tað, at kunna sessast her eru eini forrættindi, tí í miðøldini tók vanligi borgarin sær somu rættindi sum aðalin og prestastættin:

- Áðrenn tað vóru stólarnir ætlaðir biskupi, prestunum og aðalinum og teimum kongaligu, meðan øll onnur stóðu, sigur hon.

DENTUR Á TANN ANDALIGA PARTIN
Marianne Christiansen ger púra greitt, at tað sitandi kirkjuliðið er ein priviligerað samkoma, sammet við bispasæti, lærustól, at taka sæti í eini nevnd ella ráði, ella tað at sita til borðs.

- At sita á beinkinum er at vera kvirrur. Tað er friður, og tað ger, at tú betur kanst miðsavna teg og lurta betri eftir, hvat verður sagt.

- Likamið er í friði, tí nú er dentur lagdur á tað andaliga í mun til tað likamliga, sigur hon.

Taka vit tað positiva, so geva beinkirnir tí einstaka náðir at sita og lurta, men taka vit tað negativt við, so kann tann einstaki gerast passivur.

- Beinkirnir gera, at tá tú so umsíðir fer á føtur, so hevur tað tess størri ávirkan: Tú stendur, meðan Skriftin verður lisin, ella tá tú fer úr beinkinum og upp til altarið.

- Bara tað at ressast og sessast er ein kropslig rørsla, sum vísir, at tú ert partur av einum felagsskapi, sigur Marianne Christiansen í sendingini, sum fyrstu ferð var send í 2002.