At seta í frælsi
”Eg avnokti sukur og alt feitt og eg trúgvi á sukurleysa og feittfría menniskja.
Leið meg ikki í freistingar og ver hjá mær, tá eg eg eri í ferð við at synda móti mínum kroppi.
Amen ”
Soleiðis kundi ein trúarjáttan í dag í 2017 ljóðað.
Tá tað átrúnaðarliga hvørvur úr samfelagnum, verður trúgvin alt meiri privat og nakað einsæris inni við okkum sjálvum.
Guð, ja hvør er Hann ? Hann býr í kirkjuni og er hentur at brúka, tá vit hava brúk fyri Honum. Onkursvegna, so er hann horvin úr gerandisdegnum og ístaðin eri eg í dag hægsti máttur í mínum lívi.
Eg havi bert mítt likam og mína heilsu at líta á. Og tað sum umræður, er at halda deyðan langt burturi, ella í øllum førum útseta hann sum longst.
So syndahugtakið er í dag tað, sum eg geri móti mær sjálvari og mínum kroppi. Loyvi eg mær at eta sindur av sjokolátu ella eti ein ræstan bógv, so lovi eg mær sjálvari
" at í morgin, so skal eg gera tað gott aftur og fáa pulsin upp, so kroppurin aftur fær BMI talið uppá pláss."
Eg speki meg og mín kropp í maskinum og tólum og spegl rundanum meg avdúka, hvar eg eri ov feit og buglut og hvar eg intensivt skal seta inn.
Alt tos um at brenna og eldur hinumegin er nakað, sum hendir her og nú, tí loysnunnarorðið er Burn. Brenn og bræð feittið burtur og vís tú ert ábyrgdarfull menniskja, sum fer væl um teg sjálva.
Og gott er, at rákið er at fyribyrgja sjúku og aðrari óhumsku. Men krøvini og okið, vit sjálvi leggja á okkum, er øgiligt. Lívsnjótarin, sum sigur ”live and let die” er burturi.
Alt sum er gott og behagiligt, ja antin fitar tað ella er tað syndugt !
Synd ja, vit hoyra eisini um synd í øðrum høpi í dag. Eitt kodeks verður ramsað upp, sum verður sagt vera synd og onki fyrilit verður tikið, um tey neyðars menniskjuni, sum hvør í sínum lagi royna at smíða sær lukkuna góða.
Hvussu við hjúnarløgum, har børn og makar eru fyri vanbýtið, fáa varandi mein á sálina og verða avskeplað sum menniskju, skulu tey ongan EXIT veg hava ? Hvussu við sundurlisna menniskjanum, sum kærleikin aftur finnur, er lívið liðugt hjá teimum ?
Synd verður títt og ofta dragsað fram og sett í samband við kynslív. Og hví tað ? Hví tosa vit ikki um synd í sambandi við ferðslulóg ella tilfeingislóg, kvotur og makrel ella fátækraváða ella tey gomlu ella skattalóg ?
Vit seta hummarar í frælsi, tí onkur tykir synd í teimum og heldur tað vera synd at teir eru ófrælsir. Hví fjøtra vit hvønn annan og okkum sjálvi ?
Haldi tað vera synd, at kristna læran, sum sigur at vit hava frían vilja og at vit gera sjálvi av, hvussu vit liva og eru, um vit trúgva ella ikki, og at ongin millumgongumaður er millum meg og Sonin.
Vit siga Guð er ævigur og tá Sonurin kom í heimin, so mátti hann broyta testamentið og koma við einum nýggjum.
Og tá legði hann eina við at framum alt, so skuldu vit ”elska Guð og næstan, sum sjálvan teg”. Vit nevna boðini enntá fyri dupulta kærleiksboðið.
Og orð sum ábyrgd, fyrigeving, náði og alt hatta har fylgdi við, men tað er synd at vit gloyma hesi føgru orð, sum seta okkum í frælsi.
Og nú hava fleiri sagt, at hesin klummuskrivarin er heilt á skeivari leið ella júst hevur grein í sínum máli og tað prógvar, at kristna læran ikki er turrgeld boð og lóg, men vit eru livandi menniskju, sum elska og hata og fyrigeva.
Nær er lagaliga løtan ? Um Guðs Orð eru ævig og livandi, so fylgja tey menniskjanum á ferðini gjøgnum lívið til gleði, gagns og uppbyggingar og tá takast skal samanum, tá fegnist eg um, at tað er Skaparin, sum skal hyggja at mær við kærleikans eygum og ikki nakað menniskja.
Vænti, at tað mangan er góðsligur og hjartaligur látur á Bláalofti um, hvussu sjálvhjátíðarlig og sjálvfeit menniskjan ofta mann tykja.