Skriva út

At samskifta við Føroya biskup

16.01.2014 Tíðindi
At samskifta við Føroya biskup

Undan biskupsvalinum í oktober 2007 gjørdi biskupur eina stevnu fyri samskifti og viðgerð av málum, ið viðkoma fólkakirkjuni ella nema kirkjuna onkursvegna. Ein ætlaður virkisháttur var beinleiðis tala og samtala í sama rúmi.

Ein av avgerðunum hjá núverandi biskupi var, at biskupur hvørki skrivar ella svarar lesarabrøvum. Sannføringin hevur støðið í tí fatan, at sjáldan spyrst eitt gott úrslit burtur úr blaðkjaki, um blaðkjakið er byrjanin til viðgerðina. Eitt heilt annað mál er, at ein munnlig viðgerð av einum evni verður skrivað sum ein blaðgrein, ið øll eyðvitað kunnu lesa og gera viðmerkingar til í einum øðrum skrivi ella mótsigandi skrivi.

Nú seks ár eru gingin, velur biskupur framhaldandi at halda fast við hesa stevnu. Biskupur metir, at tað kirkjuliga orðaskiftið hevur so stóran týdning, at vit eiga at vera væl fyrireikað og taka ta tíð, ið neyðug er, til tess at koma til eitt virðiligt úrslit. Sera umráðandi er tað, at viðgerðin heldur seg til evnið og ikki viðger persónin, ið hevur ta ella ta fatanina.


Ein opin lurtandi leiðsla

Í samsvari við omanfyri nevndu avgerð, hevur biskupur boðað frá, at samskifti og samtala eru neyðug til tess at náa einum nøktandi máli. Tað livandi orðið í talu, samtalu og skrift er ein jaligur forrættur í eini kirkju, ið er fólkaræðisliga skipað.

Biskupur hevur boðað frá í kirkjuliga landslagnum, at felagsskapir, rørslur og einstaklingar eru vælkomin til eina samtalu í Biskupsgarði um øll viðkomandi evni. Eyðvitað verður ein slík samtala formliga skipað, t.e. í samráð við fulltrúan ella skrivaran hjá biskupi, so tey, ið koma á gátt, ikki koma til fánýtis, tí onnur mál eru á skránni samstundis.

Biskupur er sera væl nøgdur við hesa avgerð, ið hevur virkað væl, um mett verður eftir talinum av vitjandi fólki, ið hava havt fyrispurningar ella vinarlig ráð at geva biskupi.

Hildið verður fast við, at soleiðis er arbeiðsgongdin hjá núverandi biskupi.

Ein opin lurtandi leiðsla eigur eisini at koma út á økir, ið eru uttanveltað, har allir luttakarar eru á einum felags øki. Eitt neutralt øki gagnar samtaluni og viðgerðini av evninum, tí tey samtalandi eru ikki bundin av kørmum ella eini møguliga darvandi høviskari atferð, ið stendst av, ein ein kennir seg sum gest hjá einum øðrum.

Almennir fundir og fyrilestrar

Biskupur vitjar javnan eftir áheitan runt um í landinum og tekur lut við fyrilestrum ella samtalu við eitt pallborð. Ein treyt er tó, at biskupur metir evnið viðkomandi fyri sítt yrki ella tilveru fólksins sum heild.

Týdningarmikið er, at biskupur er tilvitaður um sín førleika og sína avmarkaðu vitan. Biskupur viðger tað, ið onkursvegna nemur fólkakirkjuna. Onnur fakfólk mega viðgera tað og taka sær av tí, ið er teirra førleiki.

Staðbundin umboð

Tíbetur eru tað so mong onnur, ið umboða fólkakirkjuna bæði formliga og óformliga. Vit eiga ikki at undirmeta týdningin hjá teimum mongu ráðunum og nevndunum í Fólkakirkjuni.

Ikki einans leiðslan í Fólkakirkjuni hevur ábyrgd. Tað er stór ábyrgd løgd til tey ymisku ráðini og tær ymisku nevndirnar. Vit kunnu nevna nøkur týdningarmikil lið, ið bæði hava ábyrgd, avgerðarrætt og ávirkan.

Sóknarpresturin, kirkjuráðið, Felagið fyri Kirkjuráðslimir, Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn, - bert fyri at nevna nøkur týdningarmikil lið í Fólkakirkjuni.

Tó, sum kirkjuligur myndugleiki í Fólkakirkjuni hevur biskupur evstu ábyrgd av tí, ið virkar væl, minni væl ella krevur bata.

Ein góð byrjan

Um fólk eru í iva um eitthvørt ella ynskja at viðgera eitt evni saman við biskupi, so er tað ein góð og skilagóð byrjan at taka av tilboðnum: Vælkomin at vitja í Biskupsgarði. Vælkomin at biðja um eina tíð til drúgvari samtalu ella umrøðu av kirkjumálum ella evnum, ið nema kirkju og fólk.

Vælkomin á gátt!

JF