- At koma inn í Hvannasunds kirkju er sum at koma heim
70 ÁRA DAGUR: Tað er altíð ein stórhending í eini familju, tá eitt barn verður borið til dópin.
Soleiðis hevur verið ættarlið eftir ættarlið í kirkjum okkara, tá børn eru vorðin doypt í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.
Ein slík hending gerst ikki minni, tá talan í roynd og veru er um fyrsta dópin í eini spildurnýggjari og fullsettari kirkju.
Tað var júst hetta sum Jytta Poulsen – nú við eftirnavninum Juul – upplivdi sunnudagin 13. november í 1949.
Í dag – 13. november 2019 – eru liðin júst 70 ár síðani hesar báðar hendingarnar fóru fram í Hvannasunds kirkju. Og sunnudagin verður hátíðardagur í kirkjuni, nú hesin minniligi dagurin skal markerast.
- Hóast eg búgvi í Funningi, so ætli eg mær heilt vist at vera við til hesa hátíðar-gudstænastuna, sigur Jytta Juul í stuttum viðtali.
MAMMA KEMPAÐI VÍÐARI
Í eini grein í farnu viku nurtu vit við tey meiri faktuellu viðurskiftini, tá fólk í Hvannasundi og í Norðdepli, hinumegin sundið, fingu sína kirkju.
Tað tók 16 ár frá tí at hugskotið um kirkjuna kom fram, til kirkjan kundi vígast 22. sunnudag eftir Trinitatis í 1949.
Hinvegin vóru tað ikki bert handverkarar, kirkjuráð, kirkjutænarar og onnur sum vóru spent til vígslu-gudstænastuna henda sunnudagin 13. november.
Í einum heimi í Hvannasundi var alt gjørt klárt, tí nú skuldi yngsta barnið verða borið til dópin, í samband við hesa gudstænastuna. Men alt gekk tó ikki eftir ætlan.
- Mamma spurdi seg fyri, um eg ikki kundi verða doypt sama dag sum kirkjan var vígd. Men nei, - tað var ikki gjørligt, var svarað henni.
- Hon gavst tó ikki á hondum og kempaði víðari. Mamma sat í kirkjuráðnum, og fekk tíbetur seinni eitt játtandi svar. Tí – so bleiv eisini sagt: Einki kundi verið meiri hátíðarligt ein slíkan dag, enn at eitt barn var borið til dópin, sigur Jytta Juul við einum brosi, nú 70 ár seinni.
SUM AT KOMA HEIM
Jytta minnist sjálvandi ikki henda dagin. Hon var borin í heim 12. september hetta árið, og var tí ikki meir enn tveir mánaðir gomul, tá hon var doypt.
- Eg havi tó altíð hoyrt fólk sagt við meg, at eg var fyrsta barnið, ið var doypt í Hvannasunds kirkju, greiðir Jytta frá.
Fyri hana er tað tí framvegis nakað serligt at koma í kirkjuna – ella rættari sagt: Bara tað at koma út úr Hvannasundstunlinum og síðani síggja heimbygdina og vøkru kirkjuna her, er stórbært.
Tað er ein sannroynd at kirkjan stendur heilt niðri við sjóvarmálan, og sæst langan veg. Og vakurleikin er ikki vorðin minni, nú snotiliga kirkjuhúsið er bygt beint við.
- Mær dámar sera væl at koma til bygdina og í kirkju. Kirkjan er sera hugnalig, og hevur eitt serstakt pláss í mínum hjarta. At koma inn í kirkjuna er sum at koma heim.
- Hinvegin, - ja, hinvegin so vildi eg fegin komið oftari norður enn eg geri nú. Men heilt erligt, so forða smølu og ótíðarhóskandi tunlarnir Norður um Fjall mær í at gera hetta oftari, sigur hon álvarsom.
KONFIRMERAÐ Í KLAKSVÍK
Tá Jytta skuldi konfirmerast var støðan soleiðis, at eingin prestur var í sóknini um tað mundið.
Tað var tí ikki annað at gera enn at fara til Klaksvíkar at ganga til prest, og seinni konfirmerast í kirkjuni har av tí so kenda Busch presti.
Í dag hevði hetta ikki verið nakar trupulleiki við teimum samskiftismøguleikum sum nú gera tað einfalt, lætt og haraftrat skjótt at ferðast millum bygdir í Norðoyggjum.
Men tá í byrjanini av 60’unum var støðan munandi øðrvísi: Tunlarnir Norður um Fjall komu fyrst seinni – til Árnafjarðar í 1965 og í 1967 til bygdirnar norðanfyri. Haraftrat læt byrgingin um Hvannasund ikki alment upp fyrrenn í 1975.
- Vit høvdu tí ikki annað í at velja enn at hava konfirmasjónina í Klaksvík. Og aftaná gjørdi ein í familjuni døgurða fyri okkum, minnist Jytta afturá.
Nú skifta konfirmasjónirnar í Norðoya eystara prestagjaldi – sum millum annað fevnir um kirkjurnar í Hvannasund og á Viðareiði – um at hava konfirmasjónirnar í teirra kirkjum um várið.
- Eg fór úr bygdini, tá eg var 17 ára gomul. Men tað er altíð gott at koma aftur til Hvannasunds, sigur Jytta Juul at enda.
(Fyrra greinin um 70 ára dagin hjá Hvannasunds kirkju stóð at lesa her á heimasíðuni 7. november 2019).
Orð/mynd: Snorri Brend