At hyggja afturá og líta frameftir
Um ársskiftið er tað siðvenja at hyggja afturá og líta frameftir. Tað er gagnligt at meta um støðuna og gera sær nakrar tankar. Sum í tí almenna og privata, svá í fólkakirkjuni.
Guðs orð er varandi og slítist ikki av tíðarinnar tonn. Tó, viðurskiftini rundan um kirkjuna broytast, og nýggjar tíðir seta nýggj krøv til karmarnar og umstøðurnar.
Persónlig tøkk
Hóskiligt er at byrja við eini tøkk. Tað er ein frægd og ein andalig gleði at fáa náðir til at vera ein partur av leiðslu kirkjunnar. Tað er so ómetaliga nógv gott, ið virkar væl, bæði gudstænasturnar og aðrar kirkjuligar gerðir. Tøkk fyri tað!
Kallið til tænastu
Kærleikin til staðbundnu kirkjuna er stórur. Trúfesti móti kirkjuni er ein berandi liður í øllum andaligum verki. Vit eiga í fólkakirkjuni – á bygd og í býi – fólk, ið á ymiskan hátt ganga kirkjuni til handað.
Tann gamla útsøgnin um eitt kall er rámandi, tí tænararnir tæna Harranum við at tæna fólkinum í teimum ymisku tænastunum.
Kirkjuráðið
Kirkjuráðini eru súlurnar í kirkjunnar fólkaræði. Tað er gleðiligt, at vit kunnu manna øll kirkjuráðini. Tað er eitt týdningarmikið og tíðarkrevjandi arbeiði, ið er sjálvboðin tænasta.
Fjórða hvørt ár er val til kirkjuráðið. Í ár var valdagurin 2. november. Í valárinum er eitt natúrligt skifti av kirkjuráðslimum. Nøkur leggja frá sær, meðan onnur taka við hesi ábyrgdini á fyrsta sinni. Skipanin virkar væl við bæði óbeinleiðis og beinleiðis vali.
Undirritaði takkar teimum kirkjuráðslimum, ið løgdu frá sær 1. sunnudag í advent, tá ið nýggja kirkjuárið byrjaði. Gleðiligt hevur verið at fylgt við tænastu tykkara og at samstarva við tykkum. Loyvi mær at siga, at samstarvið við kirkjuráðini hevur verið fyrimyndarliga gott.
Teimum nýggju kirkjuráðslimum verður borðin ein heilsa. Vælkomin til tænastuna bæði tey nýggju andlitini og tey, ið halda fram.
Tænarar og tænastufólk
Talið av prestum er munandi hækkað, síðan málsøkið fólkakirkjan varð yvirtikið á ólavsøku 2007.
Tað er tó ikki ov mikið sagt, at saman við prestunum eru tænararnir bulurin í fólkakirkjuni.
Tað klassiska hugtakið kirkjutænari fevnir um dekn, urguleikara og klokkara.
Í nýggjari tíð eru nógvar aðrar tænastur komnar afturat, t.d. arbeiðið millum børn og ung, samvera við eldri, fyrilestrar og sosialar løtur, sangur og kór. Takk til eitt stórt og virki tal av tænastufólki í fólkakirkjuni.
Ein annar eins týdningarmikil gerningur er ósjónligur, tí fáur sær tænastuna, meðan hon verður útint. Hugsi um tey mongu, sum halda kirkjuna við líka, fjálga og heita. Mær fattast orð til tess at lýsa týdningin av hesi tænastuni. Vælvera.
Um vit hugsa kirkjuskipið verður staðfest: Tað er ein forrættur at stjórna eini kirkju við so hollari og dugnaligari manning. At sigla við góðari manning er alt avgerandi hjá einum skipara.
Nøgdur
Hóast undirritaði er væl nøgdur við støðuna, svá hon er, er tað skyldan hjá biskupi framhaldandi at hugsa um og meta um viðurskifti fólkakirkjunnar. Einki stendur í stað, og tað er vandamikið, um vit gevast at hugsa nýtt ella rannsaka okkum sjálv.
Møguliga kann ein góð støða gerast enn betur. Og tað besta er ikki ov gott fyri fólkakirkjuna og limir hennara.
Tað kann eisini hugsast, at kirkjuráðini ymsastaðni í landinum hava gjørt sær nakrar tankar, ið kunnu kveikja okkum í leiðsluni, so tann samlaða heildin fær tað enn betur.
Mín dreymur / samskipa vitanina
Tann samlaða vitanin hjá kirkjuráðunum, Próstadømisráðnum (PR) og Føroya Stiftsstjórn (FSS) eigur at verða samlað á einum staði. Umsitingin hjá dómprósti og biskupi eigur somuleiðis at verða samskipað, hóast hildið verður fast við býti av málsøkjum og ásettar mannagongdir.
Mær tykir at leiðin frameftir er henda: Leiðslan í fólkakirkjuni, fakligir arbeiðsbólkar, PR og FSS eru samlað undir sama taki. Hetta sætið skal harafturat kunna hýsa Felagnum fyri Kirkjuráðslimum og
Prestafelagnum. At samansjóðað tað kirkjuliga landslagið kann hava eina gagnliga og positiva ávirkan á alla kirkjuna (synergieffekt).
Leiðslan í kirkjuni eigur at vita og kunna svara spurninginum, hvar eitt mál liggur. Leiðslan eigur at hava fakligan førleika til tess at kunna geva avvarðandi pørtum kunning um málsviðgerðina, ráðgeva og siga frá møguligum útlitum.
Á sama hátt eiga kirkjuráðini at hava møguleikan til at geva ella fáa skjóta kunning um mál, ið tey varða av.
Vaksin úr barnaklæðunum
Tað gongur so mikið væl hjá fólkakirkjuni, at núverandi skipan er partvíst ótíðarhóskandi og ikki nøktandi. Tað eru 15 ár síðani yvirtøkuna, og ein eftirmeting er neyðug.
Kirkjan í dag hevur munandi fleiri streingir at spæla uppá enn áður. Fleiri tiltøk eru komin á dagsskránna hjá staðbundnu kirkjunum.
Í myndatalu kunnu vit siga: Støðan hjá kirkjuni minnir um støðuna hjá barninum, ið er er komið til fermingaraldur og stendur á gáttini til ár teirra vaksnu.
Stytta um frástøðuna
Nærleikin millum tað einstaka kirkjuráðið og leiðsluna eigur at vera enn tættari. Vit eiga at laga karmarnar soleiðis, at møguleiki er fyri “støkk inn á gólvið” samskifti. Tað óformliga samskiftið er mangan berari av tí formliga, tí frástøðan er burtur.
Harafturat minnir óformligt samskifti um ein arbeiðsfund ella eina kveikjandi løtu, ið viðger mál ávegis. Allar avgerðir verða jú tiknar á formligum fundi við dagsskrá.
Um mánaðarskiftið mars / apríl 2022 byrjar biskupur eina rundferð til øll prestagjøldini. Talan er um eina vitjan, har tað kirkjuliga lívið, kirkjunnar tænastur og bygnaðurin kunnu verða umrødd.
Framtíðin er Guðs
Um Guð vil og eg livi. Tað er ein gomul máliska, ið minnir á, at tíðin kemur til okkum ella verður givin okkum sum ein gáva frá Guði. Tá ið tíðin er Guðs, og Guð er okkara vernd og skjøldur, kunnu vit hyggja frameftir og treystliga bera hvør øðrum góð ynskir.
Ynski landi og fólki eitt gott og av Harranum signað nýggjár í Jesu navni.
Tórshavn 31. desember 2021
Jógvan Fríðriksson