Aslaug: - Fólk eru ófør at koma til gudstænastu
- Tað hevur alstóran týdning at vit kunnu savnast til gudstænastur í okkara egnu bygd, sigur Aslaug Olsen, sum er deknur og forkvinna í stýrinum fyri missiónshúsið í Æðuvík.
Orð&mynd: Snorri Brend/www.folkakirkjan.fo
ÆÐUVÍK 3/5: - Nei, tað er ikki ofta at vit hava deknagudstænastu her.
Við sínum 110 íbúgvum er Æðuvík partur av Nes prestagjaldi, og her finst eitt kirkjulið, sum regluliga kemur saman til gudstænastu.
Gudstænasturnar verða í flestu førum hildnar, tá sóknarpresturin Ovi Brim vitjar. Sum skilst ger hann tað rættiliga ofta, og tí verður deknagudstænasta bert hildin, um tey meta, at nú er heldur long tíð gingin, síðani prestur var her seinast.
- Vit hava gudstænastu við presti umleið triðja ella fjórða hvønn sunnudag, greiðir Aslaug Olsen frá.
Kirkjufólkið dámar væl at koma saman, og teimum dámdi eisini væl at steðga á aftaná gudstænastuna, tá tey mangan hava havt kirkjukaffi. Men orsakað av korona-farsóttini hevur hetta ikki verið á skránni seinastu tvey árini.
Nú, ið tilmælini verða avtikin í næstum, er vón fyri at hetta sosiala tiltakið skjótt kann fyriskipast aftur í missiónshúsinum í Æðuvík.
AVLOYSTI PÁPABEIGGJAN
Tað er rættiliga serstakt at vera til gudstænastu í Æðuvík: Her er eingin kirkja, einki kirkjutorn at síggja og gudstænastan verður hildin í staðbundna missiónshúsinum.
Í so máta er Aslaug í veruleikanum einasti kirkjutænarin í bygdini, tí neyðugt er jú hvørki við klokkara ella urguleikara. Henda dagin las hon bara inngangsbøn og útgangsbøn.
Tað eru longu liðin eini 15 ár síðani, hon tók við hesi tænastuni. Í roynd og veru loysti hon pápabeiggja sín, Leivur Hansen av, tá hann legði frá sær fyri aldur.
- Ja, eg eri einasti deknurin her, og kann tað onkutíð vera eitt sindur bundisligt.
- Men eg eri heppin í so máta, tí um eg skal burtur onkran sunnudag, tá gudstænasta er, so fái eg altíð onkran annan at lesa fyri meg, greiðir Aslaug frá.
Í HEIMBYGDINI
Í tveimum undanfarnum greinum hava vit greitt eitt sindur frá tí kirkjuliga lívinum í Æðuvík við sínum 110 íbúgvum.
Seinast tosaðu vit við Katrinu Hansen, sum er mamma Aslaug. Og Aslaug fær sama spurning sum mamman, um, hvønn týdning tað hevur at sleppa undan at fara av bygdini til gudstænastu, og heldur savnast til gudstænastu í bygdini, har ein býr.
Svarið kemur beinanvegin: - Tað hevur stóran týdning fyri fólkið at hava eitt felags stað at savnast í.
Staðfestast kann, at var hesin møguleikin ikki til staðar, vóru fólk noydd at koyra til grannakirkjurnar – í Rituvík, á Glyvrum ella kanska Fríðrikskirkjuna á Toftum.
Fyri mong kann hetta vera til ampa at skula fara av bygdini, men tað sleppa tey nú undan, tí sóknarpresturin Ovi Brim er trúfastur at halda gudstænastur her í Æðuvík.
- Ja, tú kundi jú sjálvur staðfesta tað við tínum egnu eygum í dag, greiðir Aslaug frá. - Fólk eru ófør at koma til gudstænastu her í bygdini. Her búgva beint omanfyri 100 fólk, og í miðal eru vit millum 20 og 30 fólk sum savnast, tá gudstænasta er.
- Í dag vóru vit 25 í tali. So tað er slett ikki so galið, vísir hon á.
KAMPING OG GUDSTÆNASTA
Í nógvum kirkjum kring oyggjarnar eru gudstænasturnar sunnu- og halgidagar tær einastu, sum verða hildnar gjøgnum eitt kirkjuár.
Men hyggur tú eftir gudstænastulívinum í Æðuvík, so hava tey tvær øðrvísi gudstænastur, sum bróta frá teimum vanligu – onnur teirra er á hvítusunnu, og hin 21. juni.
Hyggja vit fyrst eftir gudstænastuni hvítusunnudag, so er talan um eina gudstænastu við nógvum fólki, bæði úr bygdini og nógva aðrastaðni frá.
Í Æðuvík er nevniliga eitt kampingpláss – Camping Æðuvík – har pláss er bæði fyri kampingvognum og teltum. Um hvítusunnuhalguna er vanligt, at rættiliga nógv gistandi eru her. Og tað er í hesum sambandi at gudstænasta verður hildin hvítusunnudag.
- Her er talan um eina rættiliga væl vitjaða gudstænastu í missiónshúsinum. Aftaná bjóða vit øllum kirkjufólkinum til ábit í kjallaranum, greiðir Aslaug frá.
KLOKKAN 03:36
Hin gudstænastan verður hildin niðri á lendingini longsta dag, men eitt tíðspunkt sum ikki er heilt vanligt fyri eina gudstænastu.
Tað serstaka er, at henda gudstænastan er uttandura og byrjar klokkan hálvgum fýra – um náttina altso, um tað mundið, tá sólin rísur.
Gudstænastan byrjar við at fólkið savnast nakað sunnanfyri áðurnevnda kampingpláss, har til ber at síggja sólina rísa úr havi klokkan 03:36.
Síðani verður gingið yvir á lendingina í bygdini, har gudstænastan síðani byrjar.
- Hetta er mitt um summarið, og tá er ofta gott veður. Okkurt árið hava vit verið eini 80 fólk til hesa gudstænastuna, greiðir Aslaug frá.
---
(Hetta er triðja greinin um kirkjulívið í Æðuvík. Fyrsta greinin stóð her á heimasíðuni 11. februar 2022. Onnur greinin kom út 20. februar. Fjórða greinin verður ein samrøða við eitt av kirkjufólkunum. Íalt verða fimm greinar, sum snúgva seg um Æðuvík.)