Ársins almenni leiðari
Fríggjadagin 31. januar var undirritaði kosin ársins almenni leiðari 2020 á árliga leiðaradegnum, ið Synergi skipar fyri.
Við eyðmýkt mótvegis teimum, ið dugna fólkakirkjuni og standa í manngóðum verki, verður takkað fyri heiðurin. Takk fyri innstillingina og útnevningina.
Hóskiligt er at takka størri fjøld av fólki, sum dagliga arbeiða saman við undirritaða. Undirritaði kennir seg bornan ávegis til henda heiðurin av dugnaligum starvsfólkum.
Virksemið er fjølbroytt og samanumtikið gongst væl. Fá verk eru einmans avrik.
Tøkkin verður borin
• Føroya stiftsstjórn
• Próstadømisráðnum
• umsitingini
• prestunum
• kirkjuráðunum
• kirkjunnar tænarum og hjálparfólki
• Landsverk
• Uttanríkis og Mentamálaráðnum
Ein serlig tøkk til konuna, Mariu Eiriksdóttir, ið trúføst hevur staðið mær við lið í kirkjuligum verki heima sum úti.
Jógvan Fríðriksson.