Skriva út
Ársaðalfundur hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir
02.03.2017 Tíðindi
Hetta vikuskiftið heldur Felagið fyri kirkjuráðslimir sín árliga aðalfund.
Aðalfundurin byrjar fríggjakvøldi 03. mars, kl. 19.30 við almenna fyrilestrinum "Luther - í orði og myndum", sum Jákup Reinert Hansen, lektari og prestur, fer at halda í Smæruni, sum er í hølum Starvsmannafelagsins í Havn. Fyrilesturin verður hildin í sambandi við, at í ár er Luther-ár. 500 ár eru liðin síðan Martin Luther negldi sínar 95 setningar á hurðina í Wittenberg.
Leygardagin verður sjálvur aðalfundurin í Hoyvíkar kirkju við eitt nú formansfrágreiðing og pallborðsorðaskifti, har m.o. landsstýriskvinnan í kirkjumálum, Rigmor Dam, fer at taka lut. Orðaskiftið verður um støðuna í fólkakirkjuni, nú 10 ár eru liðin, síðan hon varð yvirtikin í 2007.
Eftir aðalfundin verður døgurði fyri kirkjuráðslimunum í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Hetta er seinasta skeiðið hjá núverandi kirkjuráðum, tí 7. november í ár verður aftur kirkuráðsval.
Í sambandi við aðalfundin kemur málgagn felagsins Kirkjutíðindi út í tveimum útgávum. Onnur er ein serútgáva um Luther, og hin er ein vanlig útgáva við m.a. formansfrágreiðing. Hans Jacob Lamhauge, Lamba, er formaður í Felagnum fyri kirkjuráðslimir.
Onnur tíðindi