Skriva út

Arngerð: - Ein persónlig kreppa skapti hesa serstøku altartalvuna

16.03.2018 Tíðindi
Arngerð: - Ein persónlig kreppa skapti hesa serstøku altartalvuna

KIRKJULIST: - Eg havi altíð havt við list at gera, og havi elskað tilgongdina frá tí at eitt hugskot kemur fram, til tað endar á einum lørifti. 


- Men tað var undir eini persónligari kreppu á jólum í fjør, at íblásturin kom til at gera nakað heilt serstakt – í hesum føri mína egnu altartalvu. Og nú tá hesin málningurin kom upp at hanga, - ja, so eri eg sera fegin um hann, sigur Arngerð Joensen.

Arngerð, sum er búsitandi í Hoyvík, hevur áður luttikið á fleiri ymiskum framsýningum. Men eftir gudstænastuna seinasta sunnudag fekk hon ein serstakan møguleika at vísa verk síni fram, tá hon einsamøll lat upp eina listaframsýning í kjallaranum í Hoyvíkar kirkju.

Á hesi framsýningini eru fleiri av verkum hennara, tó at tað serliga mundi vera eitt teirra sum fólk serliga steðgaðu hugtikin við: Ein altartalva í trimum myndum, og við trimum myndevnum, sum Arngerð er upptikin av í tí dagliga.

- Ja, henda altartalvan er tikin úr egnum brósti, og vísir greitt, hvør tað í roynd og veru er sum stendur okkum næst, tá neyðin er størst. Eg vóni bara, at onkur annar eisini kann fáa nakað gott burtur úr hesi altartalvuni, sigur 75 ára gamla Arngerð Joensen.

Og hon leggur brosandi aftrat:

- Tað er nokk ikki á hvørjum degi, at tað er ein kvinna ið málar eina altartalvu. Tað er í flestu førum menn, ið higartil hava gjørt tað!

Arngerð er í mangar mátar heppin, at hon sleppur at arbeiða við áhuga og gávum sínum í tí dagliga. Hon er útbúgvin lærari við sergrein í list, og er ein av lærarunum í Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla.

EIN FRELSANDI EINGIL
Tað er oftast so, at tað er ein uppliving, kensla ella okkurt serstakt inntrykk, sum fær eitt listafólk í gongd við at skapa. Soleiðis var eisini hjá Arngerð, tá hon fekk íblásturin til hesa altartalvuna.

Hon og familjan komu í eina persónliga kreppu undan jólum í fjør. Hetta hendi í samband við tey stóru og umfatandi verkføllini á almenna arbeiðsmarknaðinum, tá fyrst sjúkrarøktarfrøðingarnir og síðani námsfrøðingarnir løgdu arbeiði síni niður í samband við lønarsamráðingarnar í heyst.

Støðan er hon, at tey eiga eina 45 ára gamla dóttur sum býr á Eirargarði. Hon er totalt lammað og er seingjarliggjandi, og má tí hava hjálp til alt hvønn einasta dag alt samdøgrið.

- Eg dugdi væl at síggja, at fóru øll starvsfólkini í verkfall, so kundi tað koma at standa um lív hjá henni. Tað skapti tí stóra stúran og ørkymlan í okkara familju, nú vit stóðu at kalla hjálparleys í hesi støðuni, tí eg og maðurin høvdu ikki orku at taka okkum av henni. Men her kom faktiskt stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen okkum til hjálpar, tá hann alment segði, at ein lóg er sum sigur, at ein ikki kundi lata slík menniskju verða liggjandi soleiðis uttan røkt og hjálp.

- Tá hann var – helst uttan at vita tað sjálvur – okkara bjargari, ella frelsandi eingil hjá dóttur okkara í hesum føri. Tí nú vistu vit, at hon framvegis fór at fáa alla ta røkt ið henni var tørvur á, sigur Arngerð álvarsom á málinum.

Tað var í hesum fullkomna hjálparloysinum at hugskotið og íblásturin komu til at fara undir hesa altartalvuna.

SERLIGT ÁLVARSEMI
Ein skal ikki hava hugt leingi eftir hesi altartalvuni fyrrenn ein sær, hvat Arngerð hugsar og ætlar við hesum verkinum í trimum samanhangandi myndum: Hvat var lív okkara vert uttan Ein, ið altíð vil standa okkum við lið og verja okkum?!

Hon hevur áður havt eitt ávíst tilknýti til katólsku kirkjuna. Hetta sæst eisini aftur í fyrstu myndini, har tað lítla og hjálparleysa barnið liggur trygt í fanginum hjá móður síni, sum fram um alt vil verja barn sítt móti tí, ið kann hótta.

Á teirri stóru myndini eru vit stødd á Genesaret sjógvi, har Jesus kemur gangandi eftir høgu aldunum til teir ræddu og hjálparleysu lærusveinarnir í lítla bátinum mitt úti á tí stóra havinum. Tá Jesus steig inn í bátin makaði vindurin, og teir vóru allir bjargaðir.

- Henda stóra myndin er sera sera persónlig og er málað við serligum álvarsemi, vísir Arngerð á.

Aftur her er myndevnið tikið úr søgu hennara. Í hennara føri var støðan tann sjáldsama, at sovítt sum hon minnist, tosaði abbi hennara av Eiði ongantíð um familju sína. Hetta undraði hana almikið sum barn, inntil sannleikin seinni gekk upp fyri henni:

Hann hevði í roynd og veru onga familju eftir, tí flestu teirra høvdu fingið eina váta grøv. Abbin hevði sæð tveir smádreingir drukna á vatninum á Eiði; hann hevði mist pápa sín á ungum árum, tá hann fórst við báti, ið hvølvdist millum Risan og Kellingina, og hann misti haraftrat onnur skyldfólk við Stella Argus. Og systurin á Oyrarbakka misti bæði mann, son og svág við sluppini Verdandi.

- So tú skilir, at tað liggja nógvar og sterkar kenslur í hvørjum einstøkum penslastroki í hesi stóru myndini, sigur Arngerð álvarsom á málinum.

EITT HJÁLPARLEYST BARN
Tann triðja og seinasta myndin í altartalvuni er av einum verjuleysum barni, sum bert hevur eina gamla avís at liggja á í onkrari gøtu úti í heimi onkustaðni.

Barnið liggur púrasta verjuleyst, og hyggur tú væl eftir myndini síggjast tvey vaksin fólk og eitt barn standa og hyggja eftir tí, tó uttan at rætta hond frá síðu.

- Eg havi sjálv eitt stórt hjarta fyri neyðstøddum børnum og teirra familjum, sum einki hava at liva av. Eg eri eisini limur í SOS Børnebyerne, og tí liggur mítt hjarta fyri arbeiðinum sum hesin felagsskapur ger millum neyðstødd børn kring allan heimin.

- Hinvegin so stuðli eg eisini arbeiðinum hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar. Og tað kundi líkasum ikki passa betri, enn at júst henda sunnudagin, tá framsýningin lat upp, var teksturin um Lívsins breyð, eins og talvan gekk fyri hesum felagsskapi. Soleiðis gekk alt upp í eina hægri eind her í Hoyvíkar kirkju, sigur Arngerð Joensen at enda.

Framsýningin í Hoyvíkar kirkju er opin í ein mánað aftrat. Arngerð hevur haraftrat tikið avgerð um, at 20 prosent av søluni skal fara óskerd til Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.

Næst eftir hesi framsýningini stendur ein framsýning, ið Arngerð Joensen skal hava í heimbýi hennara – í SALT á Tvøroyri.

Orð: Snorri Brend
Myndir: Hoyvíkar kirkja

Sí fleiri myndir: