Skriva út
Árnafjarðar kirkja 75 ár
05.10.2012 Tíðindi
Sunnudagin kl.11 verður hátíðargudstænasta í Árnafjarðar kirkju í samband við, at tað eru liðin 75ár síðan kirkjan varð vígd. Tað verður Uni Næs, dómpróstur, ið fer at prædika. Nýggjur messuakul verður eisini tikin í brúk, ið Paulina Eliasen av Syðradali hevur sniðgivið og seymað. Í bókini ’Nýggjari kirkjurnar’, eftir J.P. Gregoriussen, stendur at lesa um grundgevingina fyri at byggja kirkju í Árnafirði.
”Hin langi og torføri vegurin til sóknarkirkjuna í Klaksvík var fremsta orsøkin til, at 46 árnfirðingar, í august mánaði 1932, sendu umsókn til løgtingið um studning til gerð av nýggjari kirkju. Tað varð eftirlíkað, og í góðveðrinum, 10. oktober 1937, varð kirkjan vígd. Vígslutaluna helt J. Dahl, próstur.”
Onnur tíðindi