Skriva út

Árið 2012 var hendingaríkt

11.01.2013 Tíðindi
Árið 2012 var hendingaríkt

Kirkjan er eitt gamalt hús, syngja vit í sálminum hjá Grundtvig. Tað ljóðar rætt, men er einans ein partur av sannleikanum. Hugsa vit um bygningin, er skjótt at staðfesta, at vit ímillum eldri kirkjur eiga nakrar, ið eru yngri. Ja, Hoyvíkar kirkja er fimm ára gomul.

Hugsa vit um innihaldið í kirkjuni, so er keldutilfarið gamalt. Tað er avbjóðingin hjá kirkjuni, at vit bera fedranna arv til núverandi og komandi ættarlið.

Á sama hátt sum tað er neyðugt at halda eldri kirkjur við líka og byggja nýggjar, er tað neyðugt, at vit støðugt arbeiða við innihaldinum. Tekstir, sálmaløg, lestrar, bøkur og annað upplýsandi tilfar. Tað er uppgáva okkara, ið vara av fólkakirkjuni, at vit sum einstaklingar og fjøld nýta tey evni, ið skaparin gav.

Nevni á hesum sinni gleðiligar hendingar seinastu mánaðirnar, ið avgjørt eru eitt stig rætta vegin við atliti at innihaldinum í fólkakirkjuni.

Bíbliufelagið

Í november mánaði varð Føroyska Bíbliufelagið stovnað. Málið er gamalt, men Bíbliunevndin hevur miðvíst arbeitt við hesum máli síðani á vári 2011. Bíbliufelagið er tvørkirjuligt, og tað er ein treyt, um vit skulu gera okkum vónir um altjóða samstarv. Tey norðurlendsku bíbliufeløgini arbeiða eftir sama leisti.

Fólkakirkjan er sum meginkirkja væl umboðað í nevndini. Katólska kirkjan, hvítusunnusamkomurnar og Keldan í Skálafirði hava hvør sítt umboð í nevndini. Brøðrasamkoman, ið eigur og rekur Bíbliugrunnin, valdi at standa uttan fyri Føroyska Bíbliufelagið.

Samstundis kom ognarrætturin til Bíbliuna hjá Dahl/Viderø á føroyskar hendur. Nú liggur tað í hondunum hjá Føroyska Bíbliufelagnum at laga útgávurnar av Bíbliuni til samtíðina bæði við atliti at bókaútgávu og innan teldu og tøkni.

Áhugavert er at staðfesta, at Dahl/Viderø nú kann lesast á tøkniligum skermum bæði á teldu og fartelefon. Hetta seinasta er yngra ættarliðinum til mikla gleði. Tey ungu yngri enn 40 hava saknað henda møguleikan í langa tíð.

Vit vóna, at kirkjufólk og kirkjuráð taka væl undir við Føroyska Bíbliufelagnum. Bíblian er tann avgerandi bókin, tá talan er um kirkjunnar innihald. Sí annars heimasíðuna hjá Bíbliufelagnum, har tað t.d. ber til ókeypis at taka sær bíbliuna á telefonina. www.biblia.fo

Altarbókin

Royndarútgávan av nýggju Altarbókini er veruleiki, og hon er tikin í nýtslu ymsastaðni í landinum. Talan er um eina royndarútgávu til fyrru tekstarøð. Vónandi fara deknar, kirkjuráðslimir og onnur kirkjufólk at gera viðmerkingar til Altarbókina, so hon kann verða so dygdargóð sum møguligt. Ætlanin er, at løgmaður løggildar Altarbókina lutherárið 2017.

Føroyskt Kirkjumál

Grunnurin Føroyskt Kirkjumál gav undan jólum út Bíbliuorðabókina hjá Jóhannes Haraldsen, ið er ætlað til Dahl/Viderø Bíbliuna. Hetta er eitt stórverk, ið verður okkum at gagns og nyttu, tá ið vit lesa, granska og tala um bíbilsk evni og hugtøk. Bókin er 929 síður og telur 82.873 leitorð.
Grunnurin hevur í heyst endurprentað bókina “Trúarjáttan” hjá Hans J. Joensen, biskupi. Bókin hevur verið útseld í eina tíð.

Føroysk Sálmaløg

Tað grør um gangandi fót, og nú talan er um gróður, fegnast vit um bókina Føroysk Sálmaløg, ið kom út í november í ár. Forlagið Búgvin stendur fyri útgávuni.

Tað er urguleikarin og lagasmiðurin Knút Olsen, sum hevur gjørt løg til 65 sálmar hjá Peturi Jacob Sigvardsen. Nýggir sálmar og nýggj løg, so nú blíðkar fyri hugaðum monnum.
Løgini kunnu nýtast til sálmar í Sálmabókini. Yvirlitið ger tað lætt at finna sálmarnar í Sálmabókini, ið nú kunnu syngjast við nýggjum lagi.

Fyri fimm árum síðani

Fimm ár eru liðin, síðani umsitingin av Fólkakirkjuni kom á føroyskar hendur. Valdi at nevna hesar fýra lívgandi tættirnar, ið fevna landið alt og eru frambrot og framstig, tá talan er um innihald. Tað gongur ikki altíð so skjótt, men staðfestast kann, at tað gongur rætta vegin og annað er væl ávegis.

Eitt skrivligt nýbrot er bókin um Kollafjarðar kirkju á hennara 175 ára føðingardegi. Ikki søgan, men nútíðin og framtíðin eru sett á skránna. Ein frísk og sigandi bók, ið andar av kærleika til fedranna kirkju og ábyrgd mótvegis samtíðini.

Eitt gamalt hús, har tann nýggja tíðin ikki fær innivist, endar sum savn á Søvnum Landsins. Tíbetur er kirkjan ein nýtslubygningur Guði til heiðurs og menniskjum til signingar. Innihaldið í fólkakirkjuni er bæði aldargamalt og slitsterkt og samstundis so æviga nýtt í nútíðini.

Kirkjuráð, tænarar og fólkið alt, ið onkursvegna dugna kirkjuni. Øll tey mongu ónevndu, ið nýta og njóta halgidómin.

Tjúgundi dagur jóla nærkast, so vit náa tað enn. Gleðilig jól og Harrans signing í komandi tíðum.

Túsund tøkk fyri eitt gott og hendingaríkt 2012.

JF.