Skriva út
Argja kirkja- og missiónshús 40 ár
19.01.2015 Tíðindi
Seinasta sunnudag var 40 ára hátíðargudstænasta í Argja kirkju- og missiónshúsi við biskupi og teimum trimum prestunum í sóknini. Argjakórið sang og døgurði var aftan á í Róðrarneystinum
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
»Um tað ikki var fyri tornið, ið stendur í túninum uttanfyri, hevði ein neyvan hugsað sær, at hetta veruliga var ein kirkja,« sigur Lasse Sørensen í bók sínari »Kirkjurnar í Føroyum«. Hetta er bók við tekningum av kirkjunum í Føroyum.
Men Argja kirkja, vígd í 1974, er jú eisini meira enn ein vanlig kirkja, av tí hon samstundis verður nýtt sum eitt slag av kirkjuligum samkomuhúsi. Bæði uttan og innan er hon sera einføld.
Hóast nakað er fráliðið síðan 40 ára vígsludagin – hann var 22. desember farna ár – so var hesin dagur hildin í Argja kirkju- og missiónshúsi seinasta sunnudag, ið var annar eftir trettanda.
Gudstænasta var kl. 11.00 við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, og teimum trimum prestum í sóknini, Hera Joensen, Bergi D. Joensen og Derhardi Jógvanssyni. Argjakórið sang.
Eftir gudstænastuna var døgurði í Róðrarneystinum, har Heri Tróndheim hugleiddi um húsið og heilsanir vórðu bornar fram.
Lestur hjá Gamlasmiði nýggjársmorgun
Á Argjum var til fyri sløkum 200 árum síðan spitalskahospital. Ein klivi í hesum sjúkrahúsi bar kirkjunavn, her gudstænastur hava verið hildnar fyri sjúklingum og búfólki.
Annars veit ein einki um nakað bønhús ella annan halgidóm á Argjum í fyrndini. Til 1974 var Havnar kirkja gudshúsið hjá argjafólki, og trúliga gingu tey hesa kirkjugøtuna norður um Sandá. Men illveður, brek og ellisvomm høvdu við sær, at lestur varð lisin heima; og so mundi vera í flestu bygdum, har eingin kirkja var og langur vegur var til sóknarkirkjuna.
Á Argjum savnaðust tey viðhvørt í hendinga heimum til lestur. Soleiðis nevnir Jákup Andrias Arge í greinini »Erindringer fra et langt Liv« ein góðan sið heima hjá faðiri sínum Niels L. Arge, Gamlasmiði á Argjum: »Min Fader optog og fulgte en efter min Mening meget god Skik, idet han fra det første af, jeg kan huske, til sin høje Alder hver Nytaarsmorgen Kl. 7 samlede alle Arges og Argebues Beboere i sit Hjem til Bøn og Postilprædiken.«
Hetta er hitt fyrsta, vit hoyra um, at bygdarfólkið savnast í einstøkum heimi at vera saman um Guds orð. Áðrenn samkomuhús vórðu bygd á Argjum, vóru eisini onnur hjún, sum lótu heim teirra upp fyri kristiligum fundarhaldi.
Skúlin gloppar dyr
Í 1935 kom hitt fyrsta samkomuhúsið á Argjum, Hebron, sum fólk úr brøðrasamkomuni lótu byggja. Áðrenn heimamissiónin fór at hava sunnudagsskúla í bygdini, gingu eisini børn uttan fyri brøðrasamkomuna í Hebron.
»Hetta er eitt heiðurligt dømi um ta ásannan, at stavnhaldið er tað, sum umræður, hóast áskoðanirnar kunnu vera eitt sindur ymiskar um, hvussu róð eigur at verða,« sigur Hans Jacob Sigvardsen, sáli, tá hann umrøður trúarlívið á Argjum í bókini »Argir«, sum Tórshavnar Uttanbíggjar Kommuna gav út í 1978 í sambandi við 150 ára dag í Argja bygdarsøgu.
Tá skúlin í 1952 var komin, gloppaðust eisini dyr fyri kristiligum fundum í skúlastovuni. Frá hesum ári verða reglulig møti og sunnudagsskúli hildin hvørja viku har, og av og á var eisini gudstænasta við presti.
Ein fastur táttur við hvørt ársskifti var jólatræshaldið í skúlanum.
Kirkja og missiónshús
Sum árini liðu og bygdin vaks, varð tørvur á rúmsáttari umstøðum. Fyrst í 1960-árunum varð so avgerð tikin um at byggja missiónshús.
Í 1961 varð basarnevnd sett, sum átók sær eftir førimuni at útvega pening til byggingina. Tíggju ár seinni vóru 87.000 kr. tøkar. Á fundi 11. februar 1971 varð bygginevnd við fimm limum vald.
Árið eftir sendi nevndin skriv í húsini á Argjum, har greitt var frá ætlanini við hesum samkomuhúsi. Samstundis var heitt á bygdarfólkið um at veita tiltakinum fíggjarligan stuðul.
Áheitanin møtti vælvild, og undirtøkan var so góð, at húsið longu tvey ár seinni varð vígt. Talan var um eitt missiónshús, ið samstundis var kirkja við klokku, altari, prædikustóli og lesipulti.
Vígslan var 22. desember 1974.
Í húsinum, sum kom at bera heitið Kirkju- og Missiónshúsið, eru tríggir salir: kirkju-, missións- og ungdómssalur. Skothurðar vórðu settar teirra millum, so at gjørligt var at nýta allar tríggjar salirnar sum ein stóran sal.
Fyrstu árini hekk klokkan úti á einum støpli, seinni varð torn bygt.
Á Høvdakúluni
Grundøkið, ið var til taks at byggja á, varð kallað Høvdakúlan. Hetta var ein hella, ið stakk upp úr lendinum – nakað sum ein lágur heyggjur. Grundøkið var ein gáva frá Richardi Mortensen, keypmanni, sum var formaður í bygginevndini.
Mortan Dalsgarð, skúlastjóri á Argjum, teknaði húsið, ið er 30 metrar langt og 11 metrar breitt. Betongelementini vóru keypt úr Noregi, og undirtøkan til sjálvboðið arbeiði var framúr góð.
Meðan menn tókust við tungt arbeiði úti, sótu kvinnur og bundu og heklaðu innandura so mikið, at í 1974 kundu vera tveir basarar, sum – saman við lutaseðlasølu – góvu byggingini út við tvey hundrað túsund krónur.
Harumframt komu nógvar gávur frá feløgum, stovnum og einstaklingum.
»Her komu menn, yngri og eldri, eftir loknan arbeiðsdag og tóku eitt megnartak kvøld eftir kvøld í samfull trý ár: smiðir, rørleggjarar, málarar og aðrir,« sigur Heri Tróndheim í 25 ára minnisritinum hjá Argja Kirkju- og Missiónshúsi.
Vígsludagurin
Fjórða sunnudag í advent, 22. desember 1974, kl. 15, hoyrist kirkjuklokkan fyrstu ferð kalla fólk á halgan fund á Argjum. Ein góðveðursdag við kuldaveðri vígdi Ejvind Vilhelm, biskupur, kirkju- og missiónshúsið.
Á rað inn í nýggja gudshúsið gingu Ejvind Vilhelm, biskupur, Jákup Joensen, fyrrverandi biskupur, og prestarnir Jóhan Weihe, Kjartan Mørkøre og Petur Petersen; hvør við sínum halgiluti á altarið.
Kjartan Mørkøre las inngangsbønina, og síðan varð sálmurin »Hesin er dagurin, Guð hevur sett« sungin. Vígslutaluna helt Ejvind Vilhelm við teksti úr Jóhs. 8,12: »Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.«
Luttakandi prestarnir lósu bíbliutekstir og Jákup Joensen prædikaði. Sungnir vórðu sálmarnir: »O, Guð vár, í títt halga hús«, »Á hesum halga Harrans stað« og »Upp, gleðist allir, gleðist nú«. Kristiliga Sangkórið við Jóannesi Nolsøe sum leiðara sang advents- og jólasálmar. Jóannes spældi eisini orglið henda dagin.
Jóhannes Álvheygg var klokkari og Olaf Sv. Petersen, gamli lærari, las útgangsbønina.
Um kvøldið varð boðið til borðhald, har røður vórðu hildnar og góðynski borin fram. Bæði til sjálva vígsluna og hetta borðhaldið var húsið fullsett.
Sjálvstøðug sókn
Øll árini, meðan húsið stóð í gerð, varð nógv talað aftur og fram um, hvør nýtslan av húsinum skuldi vera umframt møti og ymiskt virksemi, ið lá til heimamissiónina.
»Ymsar vóru áskoðanirnar. Skuldi hetta vera ein sjálvstøðug kirkja ella bara eitt bønhús, har gudstænasta kundi vera hildin við presti ella lestur lisin, meðan altargangur og dópur framhaldandi skuldu vera í Havnar kirkju? Ella skuldi hetta vera ein óskerd kirkja? Hesir tankar kundu so búnast meðan húsið stóð í gerð,« sigur Heri Tróndheim í nevnda minnisriti.
Tað endaði við, at allar kirkjuligar tænastur skuldu útinnast uttan dópur. Alt hetta varð avgjørt í samráð við biskupin.
Men eftir vígsluna var ikki sørt, at fólk vóru hørm um, at eingin doypifuntur var; tí uttan dóp var kirkjan ikki ein verulig kirkja. Í samráð við kirkjumálaráðið og Ejvind Vilhelm, biskup, var skipað so fyri, at Argir gjørdust sjálvstøðug kirkjusókn við egnum kirkjuráði. Og sum sjálvstøðug kirkja fekk hon doypifunt og kundi hereftir eisini útinna hesa tænastu.
Doypifuntin vígdi Ejvind Vilhelm fyrra hvítusunnudag 1977. Árni Ziska, grótsmiður, teknaði og evnaði hann úr føroyskum gróti á Føroya Mekaniska Grótídnaði í Havn. Dópskannuna hevur Kurt Kristensen teknað og evnað úr silvuri í starvi hjá Tórgerð Suðuroy í Vági.
Onnur tíðindi