Skriva út

Argir: Nýggja kirkju til dagsins avbjóðingar

25.05.2018 Tíðindi
Argir: Nýggja kirkju til dagsins avbjóðingar

- Hetta er ein spennandi uppgáva, ið vónandi verður til gagns, bæði fyri núlivandi og komandi ættarlið.

Orðini eigur Bjartur Dalsgarð, formaður í kirkjuráðnum á Argjum, har ætlanir eru um at byggja eina nýggja kirkju.

Henda kirkjan fer at avloysa ta verandi, sum varð vígd í 1974. Argja Kirkja – sum eisini verður nevnd: Kirkju- og missiónshúsið á Argjum - hevur tænt kirkjuligum arbeiði, men eisini øðrum arbeiðsgreinum innan missión og annan áhugafelagsskap, eitt nú skótar.

Nýggja kirkjan verður munandi størri, og fer at skapa nútíðar karmar um andaliga lívið á Argjum.

- Vit vænta, at fólkið tekur væl undir við ætlanini, og stuðlar á ymsan hátt, sigur Bjartur Dalsgarð í samrøðu við Trúboðan, ið er málgagn hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Sambært eini kostnaðarmeting fór kirkjan at kosta um einar 40 milliónir krónur. Kirkjuráðið er nú farið undir at dagføra kostnaðarmeting og tekning.

TIL FRAMTÍÐINA
Argja kirkja varð vígd 4. sunnudag í advent í 1974, og hevur síðani verið nýtt sum kirkja, missiónshús og annað.

Síðani tá er tørvurin á eini størri og betri kirkju vaksin. Her verður hugsað um at geva rúmd fyri kirkjuligum, tónleikaligum og mentanarligum virksemi.

Arbeitt hevur tí verið í nøkur ár við eini ætlan um at byggja eina nýggja kirkju. Og fyrr í mánaðin var komið hartil, at ein kunnandi fundur varð hildin á Argjum um ætlanina.

Sambært tí sum Trúboðin skrivar frá fundinum, er ætlanin komin rættiliga langt: Staðsetingin er gjørd, eins og staðbundin kirkjuskattur er álíknaður til endamálið.

Haraftrat er skipað fyri eini arkitektakapping, har arkitektarnir hjá Brim Arkitektar vunnu.

- Vit hava fingið heimild at arbeiða víðari við málinum, sigur Bjartur Dalsgarð.
Í fyrstu syftu verður arbeitt við at útvega eginpening, at dagføra kostnaðarætlanina og at staðfesta tekningina. Síðani verður málið sent kirkjuligu myndugleikunum.

EIN TRIÐING
Tað skal altíð nógvur peningur á borðið, tá ein slíkur kirkjubygningur skal gerast. Soleiðis er eisini í hesum føri.

- Í upprunaligu ætlanini varð kirkjan mett at kosta umleið 40 milliónir krónur. Men hesin kostnaðurin skal dagførast, upplýsir kirkjuráðsformaðurin á Argjum.

Kirkjuráðið sjálvt skal útvega ein triðing av samlaða byggikostnaðinum í eginpeningi.

Tá hesin er fingin til vega, er kirkjuráðið komið á mál við fyrireikingum til nýggju kirkjuna.

Orð: Snorri Brend
Mynd: koma.fo