Skriva út

Arbeiðsøkið hjá kirkjuráðunum

10.08.2021 Tíðindi
Val av kirkjuráðið.jpg

Fólkakirkjan er fólkaræðisliga skipað, og fjórða hvørt ár er val til kirkjuráðið. Í 2021 verður valdagurin týsdagin 2. november.

Listarnir við valevnum skulu vera formanninum í valstýrinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. september 2021 kl. 17.

Valið gevur limunum í fólkakirkjuni møguleikan at koma til orðanna og velja síni umboð. Kirkjuráðið skal saman við sóknarprestinum taka sær av kirkjuni sum bygningi og virka fyri tí kirkjuliga lívinum í sóknini.

Tá vit á ólavsøku í 2017 hátíðarhildu, at tíggju ár eru liðin síðan málsøkið gjørdist føroyskt, nýtti biskupur høvið at takka kirkjuráðunum fyri teirra virkna og sera týdningarmikla leiklut. Talan er um eitt sjálvboðið arbeiði, sum til tíðir kann vera rættiliga tíðarkrevjandi. Talan er um eina tænastu uttan fíggjarliga samsýning. Einki er ein sjálvfylgja nú á døgum, og tíðin kann nýtast til so mangt annað.

Túsund tøkk fyri gerningin øll tit, ið hava mannað kirkjuráðini hetta farandi fýra ára skeiðið frá 2017 til 2021. Væl møtt aftur til enn eitt tørn, um heilsan og umstøðurnar annars loyva.

Onkuntíð fær undirritaði spurningin, hvat eitt kirkjuráð ger og skal gera. Í løttum tóna plagi eg at svara, at ta er skjótari at siga, hvat eitt kirkjuráð ikki skal gera. Tað er ein stór verklig tænasta, ið er mikið meira enn fundarvirksemi og støðutakan.

Nevni einans nakrar tættir úr rúgvuni. Kirkjuráðið hevur sum uppgávu,

  • at umsita og taka sær av fíggjarviðurskiftunum hjá staðbundnu kirkjuni
  • at kirkjan (bygningurin) er í góðum og nýtiligum standi
  • at hava eftirlit við at økið rundan um kirkjuna er tignarligt
  • at kalla fólk til tænastuna sum kirkjutænarar: deknur, urguleikari og klokkari
  • at taka sær av tí praktiska við atliti at sosialari samveru (kaffi + kaka/matur)
  • at áseta klokkutíðina fyri gudstænastuni sunnu- og halgidagar
  • at áseta dagin, tá ið tey ungu verða fermd
  • at góðkenna ta kirkjuligu skipanina (liturgi), ið nýtt verður á staðnum
  • at avgera talvudagarnar, um ella tá ið samlað verður inn undir gudstænastuni
  • at velja 4 limir í Próstadømisráðið og ein lim í Føroya Stiftsstjórn
  • at velja sóknarprest/dómpróst og biskup
  • at vera virkin samstarvspartnari hjá presti / dómprósti / biskupi og Mentamálaráðnum, t.d. umvegis Felagið fyri Kirkjuráðslimir.

Kirkjuráðini hava tikið uppgávuna í stórum álvara. Nógv orka er løgd í fyrireiking, uppmøting til gudstænasturnar og tiltøkini í kirkjuni. Fleiri kirkjuráðslimir eru eisini kirkjutænarar.

Sóknarpresturin er føddur limur í kirkjuráðnum og tess vegna partur av einum størri toymi. Óneyðugt er at siga, at eitt gott samstarv millum sóknarprestin og kirkjuráðið er ein fortreyt fyri einum góðum og nøktandi úrsliti.

Sóknarpresturin er ikki stjóri hjá kirkjuráðnum. Hann (m/k) er hirði og tænari. Sum limur í kirkjuráðnum er hann serkønur í kirkjumálum.

Hvat er so kirkjuráði ikki?

Kirkjuráðið er ikki

  • arbeiðsgevari hjá sóknarprestinum
  • eitt ráð, ið ásetur ella hevur eftirlit við læruni hjá fólkakirkjuni.

Sum skrivað stendur í kirkjulógunum: ”Sóknarprestur er í embætisvirksemi sínum, eisini tá talan er um boðan og privata sálarsorg, óheftur av kirkjuráðnum.”

JF