Arbeiðsøkið hjá kirkjuráðunum
Fólkakirkjan er fólkaræðisliga skipað, og fjórða hvørt ár er val til kirkjuráðið. Í 2017 er valdagurin týsdagin 7. november.
Valið gevur limunum í fólkakirkjuni møguleikan at koma til orðanna og velja síni umboð. Kirkjuráðið skal saman við sóknarprestinum taka sær av kirkjuni sum bygningi og virka fyri tí kirkjuliga lívinum í sóknini.
Nú vit á ólavsøku hátíðarhildu, at tíggju ár eru liðin síðan málsøkið gjørdist føroyskt, nýtti biskupur høvið at takka kirkjuráðunum fyri teirra virkna og sera týdningarmikla leiklut. Talan er um eitt sjálvboðið arbeiði, sum kann vera rættiliga tíðarkrevjandi. Talan er um eina tænastu uttan fíggjarliga samsýning. Einki er ein sjálvfylgja nú á døgum, og tíðin kann nýtast til so mangt annað.
Túsund tøkk fyri gerningin øll tit, ið hava mannað kirkjuráðini hetta farandi fýra ára skeiðið. Væl møtt aftur til enn eitt tørn, um heilsan og umstøðurnar loyva.
Onkuntíð fær undirritaði spurningin, hvat eitt kirkjuráð ger og skal gera. Í løttum tóna verður svarað, at tað er skjótari at siga, hvat eitt kirkjuráð ikki skal gera. Tað er ein stór verklig tænasta, ið er mikið meira enn fundarvirksemi og støðutakan.
Nevni einans nakrar tættir úr rúgvuni. Kirkjuráðið hevur sum uppgávu:
· at umsita og taka sær av fíggjarviðurskiftunum hjá staðbundnu kirkjuni. · at kirkjan (bygningurin) er í góðum og nýtiligum standi. · at hava eftirlit við at økið rundan um kirkjuna er tignarligt. · at kalla fólk til tænastuna: deknur, urguleikari og klokkari. · at taka sær av tí praktiska við atliti at sosialari samveru. · at áseta klokkutíðina hjá gudstænastuni sunnu- og halgidagar. · at áseta dagin, tá ið tey ungu verða fermd. · at góðkenna ta kirkjuligu skipanina (liturgi), ið nýtt verður á staðnum. · at áseta talvudagarnar, um ella tá ið samlað verður inn. · at velja 4 limir í Próstadømisráðið og ein lim í Føroya Stiftsstjórn. · at velja sóknarprest/dómpróst og biskup. · at vera virkin samstarvspartnari hjá presti / dómprósti / biskupi. Kirkjuráðini taka uppgávuna í stórum álvara. Nógv orka er løgd í fyrireiking, uppmøting til gudstænasturnar og tiltøkini í kirkjuni. Fleiri kirkjuráðslimir eru eisini kirkjutænarar. Sóknarpresturin er føddur limur í kirkjuráðnum og tess vegna partur av einum størri toymi. Óneyðugt er at siga, at eitt gott samstarv millum sóknarprestin og kirkjuráðið er ein fortreyt fyri einum góðum og nøktandi úrsliti. Sóknarpresturin er ikki stjóri hjá kirkjuráðnum. Hann (m/k) er hirði og tænari. Sum limur í kirkjuráðnum er hann serkønur í kirkjumálum. Hvat er so kirkjuráðið ikki? Kirkjuráðið er ikki: · arbeiðsgevari hjá sóknarprestinum. · eitt ráð, ið ásetur ella hevur eftirlit við læruni hjá fólkakirkjuni. Sum skrivað stendur í kirkjulógunum: ”Sóknarprestur er í embætisvirksemi sínum, eisini tá talan er um boðan og privata sálarsorg, óheftur av kirkjuráðnum.” Harafturat er hámessan ábyrgdin hjá sóknarprestinum. Jógvan Fríðriksson, biskupur