Ansa eftir lastbilunum
Pisurnar verða floygdar og vit gleðast og fegnast um vakran, glaðan ungdóm. Hásummar og menniskjan og heimurin allur í fagrasta blóma. Møguleikarnir eru nógvir, so nógv ber til og hvør skal smíða sær lukkuna góða, við teimum evnum, sum Skaparin gav.
Og vit, sum hava hátíðarhildið studenta jubileum og enn goyma húgvuna sum eitt kært minni, vit minnast aftur og hugsa um, hvussu sárbarur og ungur mann var, tá húgvan varð sett á høvdið.
Hvat er at stúra fyri, hvat er at ræðast ? Fjakkaraferðir út í heim, hvør skal vilja vakrum ungfólki ann ?
Ávaringar um at ansa sær fyri ymsum ígerðasjúkum, HIV og barnsburði í úrtíð fána í dag. Hin ungi veit ikki, hvørjum hann ella hon skal ansa sær fyri, tí ein sníkjandi ampið er sáðaður.
”Ansa eftir lastbilum” ! Lastbilar, sum ikki koyra stólar, mat og annað, men lastbilar, sum vilja renna á menniskju og leggja alt í skeljasor. Tú kanst ikki kenna teg tryggan á London Bridge og Macron hevur fingið at vita at hann má verja Eiffeltornið, verður tað koppað, so fer Macron og øll franska tjóðin.
”Make love , not war”, ”Nei til atomorku”, ”Flower power,” ”Peace” og ”” er ein farin tíð ? Hvat hava vit at berjast fyri og ímóti ? Hvørja vón hava tey ungu ? Hvat hevur okkara ættarlið sett við vegin hjá teimum at bera víðari ?
Vit tora illa at siga, hvat vit hugsa, ella tekna, tí vit eru bangin, tí hvat nytta orð móti vápnum.
Onkur sigur, at tøknin í dag ger, at vit síggja við tað sama, tá nakað hendir í London ella Sýria ella Kina og tí er so lætt at ræða fólk, tí heimurin hevur altíð verið ótryggur.
Kanska er tað so, men hvat skal mann gera ? Byrgja seg inni á okkara klettum, fegnast um grind og ókeypis døgverða og á bláman við Pál Weihe og hansara myrkatosi, droyma seg hvørt leygarkvøld inn í óveruligan Matador heim, har Skjern og Varnæs og øll spæla teirra blunda og krógva spæl, meðan vit tøma matadormiksið í skálini og ikki lata ræðuligar myndir úr Aleppo nerva okkum.
Tað var ein Timburmaður, sum segði ”ikki við valdi og ikki við svørði, men bert við mínum Orði.”
Okkara føgru rættindi og orð, demokrati og frælsi má aftur raðfestast, so tað stendur ritað fast í okkara DNA, tí hvussu víkir og vendir, so mugu vit insistera uppá tað góða.
Gjarða vit út, so má tann síðsti sløkkja og steingja.
Men er løtan her, og tað er hásummar.