Skriva út

Anne Mette prædikar á ólavsøku

12.06.2017 Tíðindi
Anne Mette prædikar á ólavsøku

Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 8 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Anne Mette Greve Klemensen .

Anne Mette tók við kallinum sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í januar 2011. Hóast hon er av donskum uppruna, er hon væl kend við føroysk viðurskifti og tað føroyska málið. Hon er gift við nólsoyingum Leif Hansen, ið er ein av urguleikarunum í Vesturkirkjuni

Vit ynskja Anne Mette gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni á tjóðardegi Føroya. Á ólavsøku hátíðarheldur kirkjan, at tíggju ár eru liðin síðan málsøkið Fólkakirkjan varð yvirtikið.

JF.