Anne Mette G. Klemensen byrjað í embætinum
Tríeindarsunnudag 7. juni skipaði Uni Næs, dómpróstur Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprest í embætið í suðurstreymoyar eystara prestagjaldi í Havnar kirkju.
Náði verið við okkum og friður frá Guði Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.
Anne Mette Greve Klemensen er kallað at virka sum sóknarprestur í suðurstreymoyar eystara prestagjaldi – í kirkjusóknunum í Havnar kirkju og í Nólsoyar kirkju. Eg fari at ynskja kirkjuliðunum hjartaliga tillukku við nýggja sóknarprestinum við ynskjum um Guðs signing.
Góða Anne Mette!
Vælkomin í prestagjaldið – at virka sum sóknarprestur í Havnar kirkju og í Nólsoyar kirkju!
Orðini, vit skulu hoyra, nú tú í dag verður skipað í embætið, lesa vit í brævinum til Galatamanna kap.1 v.11 og 12: “Men eg geri tykkum kunnigt, brøður, at tann gleðiboðskapur, sum er boðaður av mær, er ikki mannaverk; tí at heldur ikki eg havi fingið hann ella havi lært hann av nøkrum manni, men við opinbering Jesu Krists.” Amen.
Tá ið vit lesa brøvini í Nýggja Testamenti, verður næstan altíð byrjað við hesi heilsanini: “Náði verið við tykkum og friður frá Guði faðir og harra várum, Jesusi Kristi.”
Soleiðis lesa vit eisini í Galatabrævinum.
Tað er gott at fáa ein góða heilsan, tá ið man byrjar uppá nakað nýtt.
Í okkara tíð er einki óvanligt, at fólk skifta arbeiði og bústað. Hetta hendir eisini hjá prestum! Tað ber eisini til hjá prestum at velja annað starv, men í flestu førum skifta prestar ikki starv, men kunnu søkja annað starvsøki í somu kirkju at virka sum prestur. Tá ræður um at fáa eina góða byrjan. Tað veri seg bæði hjá tí jarðiska og tí himmalska arbeiðsgevaranum!
Anne Mette, tú hevur virkað sum prestur síðani 2011 í Fuglafjarður prestagjaldi – og sostatt nomið tær góðar royndir í tænastuni.
Yvirskriftin yvir allar í tænastuni sum prestur er at boða gleðiboðskapin um Jesus Kristus sum harra og frelsara. Ja, í einum øðrum brævi, sum ápostulin skrivar (1 Kor 2,2) sigur hann, “at eg ætli mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Kristus og hann krossfestan ...”
Tað er sum hin krossfesti og upprisni frelsarin, at Kristus eigur at verða boðaður okkara millum við øllum kærleika við náði síni, sum vit eiga í trúnni á fyrigeving syndanna.
Hesi gleðiboðini eru ikki nakað, sum tú Anne Mette, eg, Paulus ella nakað annað menniskja hevur funnið uppá – ella nakað mannaverk.
Her er ápostulin púra greiður: hetta er ikki mannaverk, hetta havi eg ikki lært av nøkrum manni, men Jesus hevur sagt mær tað ella víst mær tað!
Stóra umskifti hjá Paulusi hendi á vegnum til Damaskus á sinni, tá ið Jesus kallaði á hann og Paulus vendi um og fór at ganga aðrar leiðir enn tey ørindi, hann hevði í Damaskus á sinni!
Tað var í hesum sambandi, at ápostulin eisini á fyrsta sinni fekk ásanna hesi bæði orðini: náði og friður ...
Náði, sum er Guðs kærleiksfulla sinnalag og friður, sum er Guðs frelsandi gerningur móti okkum menniskjum.
Kristintrúgv er ikki statisk – ella stendur í stað. Kristintrúgv er virkin í orði og í anda.
Tað kann mangan tykjast, sum alt stendur í stað – kirkjunnar karmar og siðir tala kanska sítt tigandi mál.
Men so er ikki.
Prestur og kirkjulið eiga at tæna, lovsyngja og hálova tí upprisna Kristusi! Hetta er tað, sum hvítusunnan hevur boðað okkum við Guðs Heilaga Anda, og hetta er tað, sum tríeindartíðin fer at siga ella boða okkum – nú vit standa á gáttini til gerandisdagin í kirkjuárinum, sum onkur hevur tikið til!
Tað er júst hetta, sum er grundarlagið fyri trúgv okkara: Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin.
Faðirin, sum hevur skapt okkum!
Sonurin, sum hevur frelst okkum!
Heilagi Andin, sum lívgevarin og uggarin!
Kirkjan – Jesu Kristi kirkja á jørð er ikki statisk men hon er livandi. Bygd av livandi steinum, sum er kirkjuliðið bygt á grundina, sum eitur Jesus Kristus!
Hetta vísir okkum á tað fasta og tað trygga, men eisini á tað, sum er livandi og virki við gleðiboðskapinum, sum skal ljóða í samfelag teirra heilagu – har, sum fólk savnast í Jesu navni, tað veri seg, tá ið vit eru fá í tali ella vit savnast í stórum tali.
Ørindini hjá kirkjuni eru altíð at fara út við tí trygga og góða – orðinum og sakramentunum – og møta tí ótrygga og svikaliga við umsorgan og kærleikans gerningum – alla staðir, har menniskjað er statt ella er at finna í okkara tíð.
Kirkjan eigur altíð at møta tí einstaka, har hann er staddur. Tað er dagliga avbjóðingin hjá okkum – ja, eisini í kirkjusóknunum báðum, Anne Mette, har tú fer at virka sum prestur.
Prestar eru ymiskir – og eg fari at loyva mær at siga: og Guð havi lov fyri tað! Anne Mette: ver tann, tú ert í tænastuni – fjølbroytni og skapanarhugur í tænastuni er eisini heilaga andans verk og ikki mannaverk.
Tað er bøn okkara og ynski, at tú fert at trívast væl okkara millum í embætinum saman við kirkjuliðunum, kirkjuráðunum og kirkjunnar tænarum og prestum. Okkara bøn er eisini, at tú fert at trívast væl okkara millum við familju tíni: manni tínum Leif og børnunum Beintu, Helga, Sølva og Unu .
Lat okkum sum kirkjulið eisini hava tey øll við í bønum okkara!
Vælkomin øll somul!
--
Eg fari at ynskja kirkjuliðunum, kirkjuráðunum og øllum kirkjunnar tænarum og prestunum hjartaliga tillukku við nýggja sóknarprestinum við ynskjum um Guðs signing og gott samstarv okkara millum bæði her í kirkjuni, í Nólsoy og eisini í hinum kirkjunum í býnum og kring landið í Jesu navni. Amen.
So skal eg lesa kalsbrævið/setanarskrivið frá biskupi: ...
Tillukku við embætinum við ynskjum um Guðs signing – Jesus fylgi tær!
Amen.
Fleiri myndir her:
Orð: Uni Næs.
Myndir: Jens K. Vang.
Sálmar: 328, 16, 232, 37 – 323, 539
Kirkjutænarar:
Deknur: Høgni Joensen
Urguleikari: Gudmund Mortensen
Klokkari: Anna Sofía Restorff
Sangur: Tarira. Kórleiðari Sunleif Rasmussen.
Trompet: Kenneth Jones.