Skriva út

Anna: - Tú ert ikki einsamøll við sárum kenslum

08.11.2018 Tíðindi
Anna: - Tú ert ikki einsamøll við sárum kenslum

(BØNARBÓKIN): - Eg brúki Bønarbókina í Sálmabókini, bæði fyri mína egnu skyld, men eisini fyri at biðja fyri mínum kæru, fyri sjófólkinum, fyri yvirvaldinum, fyri Orðsins tænarum, og sum heild fyri menniskjum.

Orðini eigur Anna Hentze í Søldafirði, sum er ein teirra sum fegnast um hesa Bønarbókina, ið hon sjálv ger nógv brúk av.

Anna er fult greið um, at var tað nakað sum lá Jesusi á hjarta, so var tað bøn. Vit lesa mangastaðni, at hann fór burtur fra fólki fyri at halda bøn.

Teir sum fyrst og fremst løgdu merki til hetta vóru lærusveinar hansara. Ja, vit lesa í Lukas kapittul 11, at ein teirra kom beinleiðis til hansara við einum ynski um at fáa hann læra seg og hinar at biðja.

Jesus fór ikki undir eina longri prædiku um týdningin av bøn. Hann segði stutt við lærusveinarnar, at tá teir bóðu, so áttu teir at biðja ta bønina, sum vit í dag kenna sum Faðirvár.

Hetta hendi fyri 2000 árum síðani, tá Jesus gekk her á foldum. Men hvussu man støðan vera í dag – munnu fólk í dag hava eins stóra trongd á at læra seg at biðja?

Ikki er vist, at neyðugt er við teimum longu og vælformuleraðu bønunum fyri at venda sær til Guds. Nei, í roynd og veru er ikki neyðugt, um ein kann siga tað so, at fara longri enn inn í Bíbliuna, har tað finnast 85 bønir og 60 bønarsálmar. Og leitar ein inn í ta víðkaðu Sálmabókina, so finnast fleiri bønir har.

Undir tí partinum sum kallast Bønabók, er eitt petti sum kallast Morgun- og kvøldbønir.
Her ber til at finna bønir til hvønnn dag í viku, bæði á morgni og á kvøldi.

Nógv hava gjørt brúk av hesum, millum annað hevur undirritaði arbeitt sum heimahjálpari fyri 30 árum síðani hjá eldri manni úr Sørvági, sum ikki kundi hugsað sær at lagt seg sova fyri náttina, - uttan at eg, ella onkur í familjuni las dagsins kvøldbøn upp saman við Faðirvár.

At tað enn í dag eru tey, ið gera brúk av hesi bønarbókini, er Anna eitt livandi dømi um.

- Orðini í øllum hesum mongu bønunum veita mær ugga og styrki í gerandislívinum, slær hon fast.

VARÐVEIT KIRKJU TÍNA
At Bønarbókin veruliga verður brúkt, og veruliga er Annu – og helst mongum øðrum at gagni – er henda frásøgnin eitt dømi um:
24. oktober – eitt mikukvøld í farna mánaði - valdi hon soleiðis at leggja dagsins bøn út á Facebook. Her stendur soleiðis skrivað:
”Gud, tú kennir hjørtu okkara. Uppi í arbeiði okkara, tó at tað er fyriskipað av tær, hanga veraldarligar freistingar. Fyrigev mær, Gud, allar syndir mínar, alt tað, sum tú ikki kanst kennast við hjá mær, og hjálp mær, Gud, í morgin betur at tæna tær.

Varðveit allan heimin í nátt. Veit frið, o, Gud, í øllum londum. Varðveit kirkju tína og ta sonnu trúnna. Ver hjá teimum, sum líða neyð, teimum sjúku og teimum sorgarbundnu, gev teimum troyst og ugga frá tær, sum halda, at einki eydnast.

Vak yvir okkum, Gud, meðan vit sova, lat okkum styrkjast og lívgast av svøvninum. Gev okkum, tá ið vit sova síðsta svøvn okkara, at vakna til ævigt lív hjá tær. Í arbeiði og hvíld, ver hjá okkum við tínum friði.”

TAÐ ER EIN IÐ SKILIR MÍNA STØÐU
Henda bønin segði henni so nógv júst henda dagin. Hvat var orsøkin til tað?

- Sært tú: Tað, at biðja Gud fyrigeva mær tað, sum hann ikki kann kennast við, og “og hjálp mær, Gud, í morgin betur at tæna tær.”. Her kann eg biðja um mót til morgindagin, í vissuni um, at eg eri í hansara hondum, og at hann fyrigevur mær, og leiðir meg, tá eg biði til hansara.

- Hesi orðini haldi eg eisini vera so rík. Tey tala fyri seg: “Varðveit allan heimin í nátt. Veit frið, o, Gud, í øllum londum. Varðveit kirkju tína og ta sonnu trúnna. Ver hjá teimum, sum líða neyð, teimum sjúku og teimum sorgarbundnu, gev teimum troyst og ugga frá tær, sum halda, at einki eydnast.”

Og Anna leggur aftrat:
- Hesi bønarorðini vísa jú, at onkur skilir støðu mína, annaðhvørt um einhvør neyð leikar á, um eg eri sjúk ella sorgarbundin, ella um eg eri mótleys, so eg haldi, at einki eydnast. Við at lesa og biðja bønina følir menniskjað, at tað er ikki einsamalt við sárum kenslum. Onkur hevur verið har fyrr. Onkur skilir. Onkur biður fyri - og saman við mær.

- Og so verður endað við eini bøn um, at Gud vakir yvir okkum, tá vit fara í song í kvøld, og at vit mugu “styrkjast og lívgast av svøvninum”.

- Hetta er so beint fram, og eitt so konkret ynski, ið vit bera til hansara, í barnsligum áliti á, at hann hevur umsorgan fyri okkum, greiðir Anna frá.

UGGA OG STYRKI
Anna Hentze vísir á, at hon brúkar Bønarbókina, tí at orðini í bønunum veita henni ugga og styrki í gerandislívinum.

Her eru eisini bønir til ymisk høvi: morgun- og kvøldbøn til hvønn dag í vikuni; bøn fyri hjúnalagnum; bøn fyri lívi og deyða okkara; bøn fyri og eftir borðhald; hjartasuff at biðja eftir hvørja morgun- og kvøldbøn; nýggjársbøn, bøn sjúkra manna, sjómansbøn, bøn um einleika kirkjunnar, bøn um frið, bøn fyri fólki okkara, bøn fyri kristniboðan kirkjunnar, bøn við andlát og jarðarferð, konfirmatsins bøn, bøn fyri konfirmatiónini, barnadópsbøn, bøn eftir altargang, umframt aðrar dagligar bønir.

- Ja, eg brúki hana bæði fyri mína egnu skyld, men eisini fyri at biðja fyri mínum kæru, fyri sjófólkinum, fyri yvirvaldinum, fyri Orðsins tænarum, og sum heild, menniskjum, sigur Anna og vísir til eina yvirskrift í einum Sunnudagsblaði ”Runt jørðina upp á eitt sekund”.

- Har stóð at bønin er kvikari enn øll onnur samskiftisamboð. Gud hoyrir hana, áðrenn hon er biðin. Frætta vit um ófrið, harðræði, natúrvanlukkur ella hvat sum helst, kunnu vit biðja fyri menniskjum í ymsum umstøðum.

- Tað nýtist als ikki at vera ein skrivað bøn, vit kunnu altíð biðja, men viðhvørt er gott at kunna brúka somu orð, sum tann roynda trúgvin hjá øðrum menniskjum, sum undan eru farin, hevur skapað, sigur Anna Hentze.

(Hetta er fyrsti partur av samrøðuni við Onnu um Bønarbókina í Sálmabókini. Í næsta parti fer hon at tosa um tann týdning sum henda bókin hevur fyri hana í gerandisdegnum).

Orð: Snorri Brend
Mynd: Privat