Skriva út
Anna: - Gott at kunna játta mína dópstrúgv
10.04.2018 Tíðindi
HVANNASUND: - Ja, hetta hevur verið ein mega hyggelig tíð, - og so hava vit eisini lært ein heilan hóp úr Bíbliuni.
Orðini eigur 13 ára gamla Anna Klein Olsen úr Hvannasundi, sum sunnudagin varð konfirmerað í bygdarkirkjuni, saman við seks øðrum ungfólkum.
Fyri konfirmasjónini henda dagin stóð sóknarpresturin, Jóannes Purkhús, sum seinastu mánaðirnar hevur undirvíst hesum ungu fólkunum av Viðareiði, og úr Hvannasundi og Norðdepli.
Nú var so dagurin komin – sunnudagin 8. apríl – tá hesir sjey konfirmantarnir skuldu fáa prestsins hond á høvdið.
- Jú, hetta var ein sera fín gudstænasta. Nú gleði eg meg til løtuna at vera saman við familjuni og øllum hinum heima hjá okkum, sigur Anna spent á málinum.
LÆRT TRÚARORÐINI
Anna Klein Olsen (sum er mittasta gentan á myndini) er bert 13 ár, og verður fyrst 14 í oktober mánaði.
Hesi seinastu mongu árini hevur hon bíðað spent eftir hesum stóra degi – konfirmasjónsdegi sínum.
- Ja, eg havi faktist sæð fram til henda dagin heilt síðani eg kann minnast, sigur hon við einum brosi.
Nú upprann so dagurin, og ein nærum fullsett kirkja í Hvannasundi tók ímóti hesum sjey konfirmantunum. Kirkjufólkið fekk eisini at hoyra, meðan tey bóðu Faðirvár saman við presti, eins og tey søgdu øll trúarorðini út í eitt.
- Undirvísingin hjá presti hevur verið góð, og jú eg havi lært okkurt nýtt, hóast eg bæði havi gingið í sunnudagsskúla og á ungdómsmøti her.
- Og nú hava vit so eisini lært trúarorðini og týdningin av teimum ordiliga, greiði ungi konfirmanturin frá.
JÁTTA DÓPSTRÚGV
Onkutíð eru tað tey sum halda, at konfirmantarnir bert hugsa um allar tær mongu gávurnar, tey fáa ein slíkan dag.
- Ja, hatta havi eg eisini hoyrt. Men eg geri tað í hvørt fall ikki fyri pengarnar.
- Fyri meg er tað gott at kunna játta mína dópstrúgv ein slíkan dag, slær Anna fast.
Fríggjakvøldið fyri konfirmasjónina luttóku konfirmantarnir við eina ungdómsgudstænastu í Hvannasunds kirkju.
Á skránni var nógvur sangur, eins og bønir sum konfirmantarnir sjálvir høvdu skrivað til gudstænastuna vórðu lisnar upp.
- Vit hava akkurát hildið páskir, og tað hava vit eisini lært nógv um í undirvísingini. Tað var fínasta slag, sigur Anna at enda.
Konfirmantarnir henda dagin vóru:
Av Viðareiði: Høgni Ólason Sørensen og Oddur Viderø Olsen.
Úr Hvannasundi: Anna Klein Olsen, Ronja Livarsdóttir Nysted og Lukas Eli Ludvig.
Úr Norðdepli: Jeanne Rubeksen og Oskar Jespersen.
Alt í alt ein góð og vøkur konfirmasjón í Hvannasunds kirkju sunnudagin.
Tillukku til tykkum øll. Og Jesus fylgi tykkum víðari á leiðini fram!
Orð/mynd: Snorri Brend
Onnur tíðindi