Skriva út

Ann: - Tøgn er eisini ein nærvera

23.01.2019 Tíðindi
Ann: - Tøgn er eisini ein nærvera

KYRRUDAGAR: Ein stórur partur av arbeiðinum hjá einum presti er at tosa og aftur tosa. Men hvat hendir, tá ein setir fleiri føroyskar prestar saman á eitt og sama stað, við teirri einu treyt, at tað ikki er loyvt at siga eitt einasta orð?

Hesa avbjóðingina sluppu føroysku prestarnir at royna fyrr í mánaðinum, tá teir luttóku á sonevndum kyrrudøgum á Hotel Norð á Viðareiði. Tað einasta teir skuldu gera í samfullar tríggjar dagar var at halda seg kúrrar.

- Hetta var fyrstu ferð at eg luttók í tílíkum tiltaki, og tí skuldi eg líkasum venja meg við at vera í tøgn í so langa tíð. Men eg haldi so avgjørt, at henda tøgnin gjørdi mær persónliga gott, sigur ein av prestunum, Ann Dahl Hansen.

Í samrøðu við sendingina ”Góðan Morgun, Føroyar” greiddi hon í farnu viku frá, at tað var sera løgið at skula vera soleiðis saman við starvsfelagum sínum, uttan at kunna siga eitt einasta orð við teir, og ikki eingang at kunna ynskja teimum ”góðan morgun”.

- Míni nærmastu høvdu lítla vón um at eg fór at klára at halda meg kúrran, meðan skeiðið vardi. Men tað gekk sum tað skuldi, greiðir Ann víðari frá.

Og hon leggur aftrat:

- Eg hevði tikið fleiri bøkur við mær, og ætlaði mær eisini at skriva onkra prædiku. Men nei, - eg avgjørdi ikki at skriva eitt einasta orð til nakra prædiku, men bara at njóta kvirruna hesar tríggjar dagarnar.

BØKUR AT LESA
Skal ein lýsa hugtakið ”kyrrudagar”, so merkir tað stutt, at prestarnir her fáa ein møguleika at koma burtur frá vanliga arbeiðinum, og brúka tríggjar dagar saman undir góðum umstøðum – men í tøgn, altso!

Skráin byrjaði við at prestarnir møttu á Hotel Norð um morgunin til ein drekkamunn, har teir fyrst fingu eitt gott høvi at práta saman. Eitt av evnunum var, hvørjar væntanir teir høvdu til hesar kyrrudagarnar.

- Men so byrjaði tiltakið við at Derhard Jógvansson bað ein bøn, og boðaði síðani frá, at nú byrjaðu kyrrudagarnir, greiðir Ann Dahl Hansen frá.

- Hinvegin var tað síðani upp til tann einstaka prestin, hvat hann gjørdi hesar tríggjar dagarnar. Eg, og fleiri við mær, høvdu tikið bøkur, sum vit ikki náa at lesa í tí dagliga, við.

Annars var dentur lagdur á, at prestarnir skuldu binda frið og millum annað gera brúk av at ganga túrar í teirri vøkru náttúruni í hesi norðastu bygd okkara.

Klokkan 9 á kvøldi endaðu tey so dagin við sálmasangi og eini andakt í Viðareiðis kirkju.

EINGIN PÍNLIG TØGN
Tann stóri spurningurin, sum mong helst munnu hava sett sær er sjálvandi, hvussu prestar, ið – kann ein siga – liva at tosa, nú brádliga skuldu halda seg kúrrar?

- Nú var hetta fyrstu ferð, at eg luttaki í hesum tiltakinum. Men hetta, at vera saman við nógvum fólki og enntá í tøgn, tað lærdi meg nógv.

- Vit skuldu jú einki siga, men vit høvdu tó sjálvandi loyvi og møguleika at heilsa uppá hinar prestarnar. Vit søgdu tó hvørki ”góðan morgun” ella ”hey” sum vanligt er, men góvu teimum heldur eitt smíl ella eitt nikk. Men júst hetta vísti mær, hvussu nógv eitt lítið smíl, ella eitt lítið nikk, kann betýða fyri eitt menniskja, sum tú møtir, tá tú gongur á vegnum, greiðir Ann víðari frá.

- Tá vit sótu og ótu við hvør sítt borð, tosaðu vit heldur ikki við hvønn annan. Henda samveran kendist tó ikki sum ein pínlig tøgn, men var kortini ein nærvera, sjálvt um vit ikki tosaðu við hini.

- Tað haldi eg var rættiliga serstakt, serliga tá ein hugsar um okkara strævnu skrá í desember, har vit sum prestar eru við til nógv ymisk tiltøk og skulu seta orð á alt møguligt.

- Her á notellinum vórðu vit tikin til viks, har alt var í tøgn. Jú, tað ger nakað við ein.

GEARAÐU NIÐUR
Fyri Ann merktu hesir fyrstu kyrrudagar hennara, at hon fekk tíð og umstøður at hugsa um ymiskt, sum hon annars ikki fekk tíð til í tí dagliga.

- Ja, fyri at siga tað populert, so fór ein her niður í gear, og so líðandi merkti eg eisini at pulsurin fór niður.

- Hjá mongum er tað so, at tøgnin kann gerast larmandi, og at kvirran somuleiðis kann gerast larmandi. Og tá er tað so einfalt at brúka eina mongd av orðum fyri at sleppa undan at merkja eftir hjá okkum sjálvum, leggur Ann Dahl Hansen dent á.

Nakað av tí sum kom fram fyri hana í kvirruni, var støðan tá hon sum prestur er í samtalu í sálarrøkt við fólk sum eru rakt av djúpari sorg. Har hevur hon sum prestur mangan følt, at tað var hennara uppgáva at koma við teimum forloysandi orðunum fyri líkasum at lyfta hesi fólkini úr sorgini.

- Veruleikin er tó tann, at tað er rættiliga sjáldan, at tað sum tú sigur fær flutt tey so nógv. Heldur er tað av størri týdningi, bara kunna vera saman við teimum og tola ta tøgnina. Jú, júst hetta gjørdist sera sterkt fyri meg her á Viðareiði.

- Ja, støðan er í roynd og veru soleiðis, at vit ikki altíð behøvast at brúka okkara orð fyri at vera nærverandi. Vit kunnu eisini bara vera har, vísir Ann á. (Kelda: KVF/Góðan morgun, Føroyar)

Orð: Snorri Brend
Mynd: Privat