Skriva út
Ann prædikar á ólavsøku
22.06.2015 Tíðindi
Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju og eftir gudstænastuna niðan aftur á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.
Skrúðgongan er ein rík siðvenja, og myndin er talandi. Tað politiska og tað kirkjuliga hava tað til felags, at vit byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har tað politiska og kirkjuliga vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 10 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Ann, ið tók við kallinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi 1. apríl 2008.
Vit ynskja Ann Dahl Hansen gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni á tjóðardegi Føroya.
JF.
Onnur tíðindi