Skriva út

Ann Hermansdóttir verður studentaprestur

06.07.2023 Tíðindi
Ann Hermansdottir
Ann Hermansdóttir

Ann Hermansdóttir er sett í kallið sum studentaprestur á miðnám og yrkisskúlunum í Føroyum.
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv í 4 ár við møguleika fyri leingjan í 2 ár.

Ann fekk útbúgving sum Cand.teol í 2007, og hevur starvast sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi seinastu 15 árini.

Virkisøkið hjá komandi studentaprestinum er miðnámsskúlar og yrkisskúlar í Føroyum.

Hesir eru:
Glasir
Miðnám á Kambsdali
Miðnám í Suðuroy
Miðnám í Vestmanna
Tekniski skúlin í Klaksvík

Fólkakirkjan er tó altíð opin fyri samstarvi við aðrar skúlar.

Tað er fyrstu ferð at studentaprestur er settur í starv í Føroyum.

Ann tekur við starvinum tann 1. august 2023.