Skriva út

Andrias: - Vit hava ein boðskap at bera

11.11.2017 Tíðindi
Andrias: - Vit hava ein boðskap at bera

KÓRSANGUR: - Tað er nógvur rúmklangur í eini stórari kirkju, so tað krevur at sangarar og tónleikarar fylgjast sera neyvt. Fyri okkum sum syngja, er haraftrat neyðugt at hugsa um, at vit gera okkum stóran ómak at úttala orðini væl, soleiðis at teksturin kemur týðiliga fram. Eg meini, - vit hava ein boðskap at bera, og hann vilja vit fegin at áhoyrararnir hoyra.
Orðini eigur 33 ára gamli Andrias Magnussen, sum er ættaður av Nesi, men sum hevur sítt dagliga starv sum lærari í Klaksvík.
Eitt av frítíðarítrivum hansara er tað at syngja. Og hann var soleiðis partur av gospelkórinum VOX, sum fyrr í heyst hevði tríggjar stórfingnar kirkjukonsertir, har tey framførdu verkið Gloria eftir norska komponistin Tore W. Aas.
Andrias hevur sungið alt sítt lív, ella sum hann sigur: - Eg plagdi at fara í kirkju við pápa mínum, sum er klokkari, longu frá tí at eg var trý ára gamal.
- Ja, tey hava sagt mær, at eg sang við sálmunum, langt áðrenn eg dugdi at lesa. At sálmabókin vendi á høvdið, hevði einki at siga. Eg elskaði bara at syngja.
Andrias hevur sungið í mongum ymiskum samanhanganum, áðrenn hetta stórfingna kórverkið fyrst varð framført av Vox í heimakirkju hansara, Fríðrikskirkjuni, síðani í Vesturkirkjuni í Havn, og at enda í Christianskirkjuni í Klaksvík, haðani myndin við Andriasi innsettum stavar.
Hann hevur millum verið ein av limunum í Taborkórinum, sum er knýtt at Missiónshúsinum á Toftum; í Aurora Borealis undir leiðslu av Ólavi Jøkladal, og saman við navnframa sangaranum Russ Taff, tá hann fyri nøkrum árum síðani vitjaði í Føroyum.
- Tað er stórur munur at syngja í einum missiónshúsi og í eini kirkju, serliga í teimum stóru kirkjunum, tá vit framførdu Gloria. Hóast støðini eru ymisk, so er tað av størsta týdningi at boðskapurin kemur klárt og greitt fram, slær Andrias fast.

EIN HEIÐUR AT SLEPPA VIÐ
Venjingin av kórverkinum Gloria byrjaði í februar mánaði í ár, og hava tey síðani vant regluliga í skúlanum við Løkin í Runavík. Staðið var eisini valt av praktiskum orsøkum, tí flestu sangararnir í Vox eru júst av Skálafjørðinum.
Andrias kom upp í kórið í 2010. Hann visti tað frammanundan, men fekk her sjón fyri søgn, at hetta var eitt sera gott kór. Fyri hann var tað tí nærum ein heiður at sleppa við til hesar venjingar og í henda felagsskapin.
Eitt er at syngja og venja í einum skúla, men tá venjingin síðani flutti út í Fríðrikskirkjuna á Toftum, var tað ein helt serlig kensla og avbjóðing hjá Andriasi. Hann hevur gingið regluliga í kirkju her, síðani hon varð vígd í 1994, og hevur sungið við í sálmasanginum. Men nú at skula venja eitt kórverk her og standa frammi í kór og framføra tað, - tað kravdi nakað meiri.
- Ja, fyrstu ferð vit vandu í Fríðrikskirkjuni var tað eitt sindur løgið. Rúmið er nógv størri, og tí er nógv meira rúmklangur. Hetta ger, at tað ikki er so lætt hjá okkum sangarum at hoyra hvønn annan. Og tað er heldur ikki so lætt at hoyra tónleikin.
- Tí krevur tað nógva “timing” fyri at fáa tað at ljóða væl. Tí var gott, at vit høvdu nógvar venjingar í kirkjuni saman við tónleikarunum, tí so vandu vit okkum við tað broytta ljóðið. Og eg haldi, at øll vóru glað fyri at kunna framføra her í Fríðrikskirkjuni, og eg haldi sjálvur, at úrslitið var fantastiska gott, slær hann fast.

EIN VØKUR SLOYFA
Kórverkið sum Vox framførdi varð skipað sum ein messa frá gamlari tíð, við øllum teimum tættum, ið hoyra til eina slíka.
Nógvir sangir vóru at læra bæði hjá sangarum og hjá tónleikarum. Men tá verkið varð framført var eingin í iva um, at her var talan um eitt væl samansungið kór og væl samanspældar tónleikarar.
Sjálvur kendi Andrias bert partvíst til hetta verkið, áðrenn venjingin byrjaði. Í roynd og veru kendi hann bert tveir teirra frammanundan.
- Eg helt tí, at hesir báðir sangirnir vóru serliga góðir. Men, so hvørt sum vit vandu, so gjørdist eg glaðari og glaðari fyri hinar sangirnar.
- Og tá ið vit framførdu verkið, so undraðist eg bara yvir, hvussu væl tað hekk saman. Tað er ein samanhangandi eind, og innihaldið eru teir ymsu tættirnir í gudstænastuni, sigur Andrias Magnussen.
Og hann leggur at enda aftrat:
- Tað flott var eisini, at bæði preludium og postludium mintu nógv um hvørt annað. Og hetta var so avgjørt við til at knýta eina vakra sloyfu um alt verkið.

Orð: Snorri Brend