Andakt í Eiðis kirkju 29. februar 2020
Men hann tók teir tólv til sín og segði við teir: “Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og alt tað, sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgvast menniskjusoninum. Tí at hann skal verða givin upp í heidna manna hendur og spottaður og háðaður og áspýttur, og teir skulu húðfleingja hann og drepa hann, og triðja dagin skal hann rísa upp.” Men teir fataðu einki av hesum, og hetta orðið var dult fyri teimum, og teir skildu ikki tað, sum talað var (Luk 18,31-34). Amen.
Hetta er triðju ferð, Jesus boðar lærusveinunum um sín deyða og sína uppreisn. Tað liggur honum nær at hjarta at boða lærusveinunum frá hesum, tí at tað var jú við hesum báðum hendingunum, at hann skuldi frelsa heimin. Tí tók hann lærusveinarnar til síðis og boðaði teimum enn einaferð frá sínari líðing, hóast hann visti, at teir ikki fóru at fata tað júst tá. Men hann visti kortini, at hansara deyði og uppreisn seinni fór at umbroyta bæði lærusveinarnar og allan heimin, ja, okkum við.
Jesus undirstrikar fyri lærusveinunum, at hann skuldi uppfylla alt tað, sum skrivað er av profetunum. Í sær sjálvum hevur hetta avgerandi týdning fyri trúvirði hjá Jesusi. Jesu orð og uppfyllilsið av hansara orðum vísir okkum, at Jesus boðar okkum sannleikan. Hetta var óiva eisini nakað, ið lærusveinarnir kendu til frá 5 Mósebók. Har stendur nevniliga skrivað, “at um profetur talar í navni Harrans, og tað, sum hann sigur, ikki sannast og ikki gongur út, tá eru tað orð, sum Harrin ikki hevur talað...” (5 Mós 18,22). Uppfyllilsið av Jesu boðan um hansara deyða og uppreisn vísir okkum altso, at vit kunnu líta á Jesus, og at hann veruliga er tann, ið hann sigur seg vera: heimsins frelsari – tín og mín frelsari!
Hetta fataðu lærusveinarnir ikki í fyrstuni, men uppfyllilsið av Jesu boðan um hansara deyða og uppresin var júst tað, sum seinni kom til at umbroyta lærusveinarnar og gav teimum eina nýggja og livandi vón. Pætur var t.d. eisini ein av teimum, sum ikki fataðu hetta, sum Jesus boðaði teimum. Harafturímóti vildi hann helst hava, at Jesus ikki skuldi líða og doyggja. Tá Jesus á fyrsta sinni talar um sína líðing, tók Pætur enntá Jesus til síðis og segði við hann: “Náði teg Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!” (Matt 16,22). Men hetta var júst tað, sum Jesus var komin inn í henda heimin fyri at gera, nevniliga at líða og doyggja fyri okkum. Hví? Jóh 3,16 gevur okkum svarið: “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” Okkara lív og frelsa er sera dýrt keypt! Tað kostaði Jesu egna blóð og lív! Men hetta var júst tað, sum hann vildi gera í lýdni til Gud. Hann var “lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi”, sum Paulus sigur tað (Fil 2,8). Vit hava ein Gud, sum elskar okkum meir, enn vit nakratíð kunnu fata og sum er villigur til at rinda tann størsta prísin fyri at bjarga okkum!
Í bókini Við honum út á Golgata spyr Frederik Wisløff: “Nær byrjaði Jesu pínslusøga? Svarið kann vera hetta: Tá hann í ævinleikanum í lýdni játtaði at líða fyri heimsins syndir. Paul Gerhardt hevur hugsað sær eina samrøðu millum Faðirin og Sonin um synd heimsins og sáttargerðina.
Faðirin:
Far, sonur mín, til pínslustað
í teirra stað sum hvønn ein dag
mín vreiði skuldi raka.
Á pínsla svár tær møta skal,
- um heimsins frelsu stendur val!
Vilt tú tað á teg taka?
Sonurin:
Ja, faðir! ja, av hjartans grund,
svá veri – uttan ekka!
lat koma bert hin svára stund,
- eg deyðans drykk vil drekka!
Øll heimsins pínsla var at sjá;
hann svarar: Fegin! eg vil gá,
í lýdni pínslu bera!”
Soleiðis lýsir Frederik Wisløff orsøkina til, at Jesus gongur niðan til Jerúsalem. Hann veit, at krossur og deyði bíðar honum har, men hann fer kortini. Tí, sum tað stendur skrivað hjá Markusi, so er menniskjusonurin ikki: “...komin fyri at verða tænaður, men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong” (Mark 10,45) – eisini fyri teg og meg, sum eru her í dag. Hetta er grundin til, at Jesus gongur niðan til Jerúsalem! Og tá ið Pætur sigur við hann: ”Aldri veri tær hetta fyri!” Tá er tað ikki løgið, at Jesus svarar, sum hann ger: ”Vík aftur um meg, Sátan!” sigur Jesus. Pætur hevði ikki enn fatað, at Jesus mátti ígjøgnum alt hetta fyri at frelsa okkum og Pætur við. Uttan at vita av tí, hevði Pætur nú gjørt seg til ein talsman hjá sjálvum djevulinum – hann, sum ikki vil, at nakar av okkum skal liva og verða frelstur. Men Gud havi lov fyri, at Jesus er avgjørdur í hesum at fara niðan til Jerúsalem, hóast hann veit, at krossur og deyði bíðar honum har!
Sátan og alt hansara herlið skal ikki sleppa at hindra honum í at fara niðan til Jerúsalem, tí at Jesus veit jú, hvat hann vil. Hann vil verða líðin móti Gudi! Hann elskar okkum við einum óendaligum kærleika! Tí vil hann eisini frelsa okkum, hóast hann veit, at tað eisini kemur at kosta honum líðing og deyða á krossinum! Gud havi lov fyri, at Jesus gekk niðan til Jerúsalem! Hetta merkir jú, at hann vil bjarga tær og mær og øllum heiminum.
Í dag liva vit í einari náðitíð, har ið Gud, Guds ríki og Guds frelsa er komið nær til okkum, tí at Jesus kom inn í henda heim, gekk niðan til Jerúsalem og uppfylti alt tað, sum profetarnir høvdu skrivað viðvíkjandi hansara deyða og uppreisn. Soleiðis keypti Jesus okkum við sínum egna blóði. Og harvið eru vit ikki longur trælir hjá syndini og dømd til ein ævinleika burtur frá Gudi, nei, harafturímóti eru vit av Guds stóru náði frelstir syndarar og arvingar til ævigt lív saman við Gudi. Henda stóra frelsan, sum Jesus hevur vunnið okkum við at fara niðan til Jerúsalem, er tað, sum broytti lærusveinarnar, og hetta er eisini tað, sum gevur mennsikjum eina nýggja og livandi vón enn tann dagin í dag.
Um Jesus ikki var farin niðan til Jerúsalem, tá hevði einki av Guds stóru frelsu verið til veruleika. Men Gud havi lov fyri, at Jesus gekk niðan til Jerúsalem fyri at uppfylla alt tað, sum profetarnir høvdu skrivað viðvíkjandi honum. Einans av teirri grund kunnu tú og eg, sum eru her í dag, bæði liva og doyggja í okkara kristnu vón og av hjarta syngja soleiðis, sum vit longu hava sungið:
Tó eg skal sum blóman følna,
barmur mín og hond skal kólna,
trúgvi eg, tín hond meg hevur
og í deyða lív mær gevur,
tú breyt deyðans beiska brodd (SFK 174).
Amen.
Bøn
Latið okkum øll biðja:
Góði Jesus, takk fyri, at tú gekk niðan til Jerúsalem! Takk, at tú á krossinum rópti: “Tað er fullgjørt!” (Jóh 19,30). Tú hevur gjørt alt tað, sum skuldi til fyri at frelsa ein syndara sum meg. Hjálp mær nú at taka upp mín kross og fylgja tær eftir, inntil eg standi frelstur har heima í tí ríkinum, sum tú hevur vunnið mær við at ganga niðan til Jerúsalem.
Harri, vit leggja henda dagin og alt tað, sum fer fram í dag, í tínar sterku hendur og biðja teg um at signa okkum í tænastuni fyri teg, tí at uttan teg kunnu vit als einki gera. Amen.