Skriva út

Anda!

23.11.2017 Tíðindi
Anda!

Tá barnið er við at verða borið í heim, bíða vit eftir, at barnið dregur fyrsta andadráttin.
”Fjúv, tað andar og grætur!” og alt er gott.
Í endanum á lívinum bíða vit aftur eftir at hoyra síðsta andadráttin.
Men har ímillum anda og liva vit menniskju. Men vit duga tað ikki so væl, skilst.

Barnið andar við búkinum til tað verður um trý ára aldur, so fer tað alt meiri at anda við bróstkassanum. Strongd menniskju hava heilt gloymt at anda rætt, men anda skeivt. Andadrátturin setur okkum í samband við okkum sjálvi og í okkara øðrvísi heimi gáa fólk eftir, at fólk mugu læra at anda rætt.

Fyrr, so ”suffaðu” tey gomlu. - ”Eg meini tað - Áhjaaa”. - Sótu í skýming ella stardu út í tóman heim eina løtu. Hetta kalla vit í dag fyri mentalhygiejnu. Og fyri stórar upphæddir kunnu fólk í dag læra teg hetta, sum vit hava gloymt.

At anda rætt er lykilin til eitt betri lív, og er gott fyri bæði likam og sál. Ítróttarfólk vita, hvussu umráðandi tað er at anda rætt og djúpt, so bestu úrslit kunnu røkkast.

Tað er almikið vit kunnu stúra fyri og óttast. Stórir eiturkoppar, eitraður matur, resistentar bakteriur, verðurlagsbroytingar og vit hugsa kanska ikki um alt tað, vit kunnu gleðast um og flenna saman við.
Tíðin í dag setur so nógv krøv, og nógv eru tung í huga og óttafull, eru ørkymlaði av øllum teimum valum, sum stendur teimum í boði. Samstundis, sum vit fegnast um at hava ymsar vegir at fara og vit í dag ikki hava fyri neyðini at gera neyðsemjur, sum mammur okkara møguliga gjørdu.
Vit hjálpa komandi ættarlið á ferð við orðunum: ”Alt ber til, anda djúpt niður í búkin og herja so á”!

Vit lesa í Halgubók, at Guð dánaði menniskja, og so blásti Hann sín lívsanda í menniskjað, so tað varð livandi. Guðs andi hevur givið okkum eina hóming av, hvat er rætt, satt og gott, og er hetta drívmegin, sum fær okkum at velja til og velja frá, at tráa eftir og vóna.

Men ongin menniskja orkar áhaldandi at renna runt, tivandi og í ófriði. Av og á, bæði tá gongur við og tá gongur ímóti, so løgið tað enn ljóðar, so hjálpir at sessast, anda djúpt, til mann merkir farran av friði.
Til er ein kristin hjartabøn frá 300-talinum, sum sigur, at tú skalt anda djúpt, meðan tú sigur :
”Jesus Kristus, Guðs Sonur” og meðan tú andar út, sigur tú ”miskunna mær”.

Vit liva í einari ”eg-mentan”, har mítt lív er mín skilagóða verkætlan. Eg seti mær mál, men gloymi onkursvegna skeivu løturnar og láturin. Alt hongur á mínum herðum, hvussu eg livi, um onnur halda, at eg eydnist og hvussu góðar sjúkratryggingar eg havi, tí eg skal ikki liva øðrum til last. Síðsti andadrátturin má vera virðiligur, og tí má eg finna ein veg út, har eg verji tey, sum eg eri góð við, og har eg tí kann anda skjótt út fyri seinasu ferð.

Hvar eru vit og hvørji eru vit í dag? Einsamøll menniskju, sum tosa almikið um kropp, húð og kenslur, men sum ikki tora at elska. Vit tvíhalda um at vera skilagóð, har alt verður reinsað fyri ørsku og lívsgleði og soleiðis byrgja vit okkum inni fyri sjálvum lívinum.

Lívið er løtur og dagurin er tín. Aristoteles gamli tosaði um gylta millumvegin, men hann er torførur at finna.
Palli Pumm og Purkil sita og práta um lívsins stóru spurningar og Purkil sigur :

”Ein dag skulu vit doyggja, Pumm ”! ”Ja, men allar hinar dagarnar skulu vit liva”, svarar Pumm honum.